Venja á pólinum

Russar leggja altsamt størri og størri dent á tann stóra áhugan fyri Norðpólinum. Í gjár fór russiska flogvápnið undir eina venjing, sum millum annað ber í sær, at 30 bumbuflogfør skulu venja uppi yvir pólinum. Flogførini kunnu hava kjarnorkuvápn, men í venjingini skulu tey venja seg at skjóta rakettir, at navigera í póløkinum og at fylla brennievni í luftini.