lands. Heldur ikki er tað nýtt, at ein rættuliga stórur partur av føroysku veiðini av eitt nú toski og hýsu er fluttur óvirkaður av landinum. Men tað, sum er áhugavert í hesum sambandi er, at landsstýrið [...] landinum. Tað er m. a. hetta vit ætla at broyta. John Petersen sigur, at vinnan eftir øllum at døma er sinnað at hjálpa til, men so er treytin at hon í eina tíð fær stuðul til flutning. ? Ivamálið er bara hvussu [...] hesum viðurskiftum og burturúr tí er komið eitt tjak um á hvønn hátt vinnan kann stuðlast. Tíðaravmarkaður stuðul John Petersen sigur við Sosialin, at nú heystið nærkast, so er vandi fyri, at serliga hýsan
vil tilsammen får nogle givende dage. Tað er við takklæti til tað fólk, ið her býr, og serstakliga til tykkum, sum hava verið við til at skapa lívsmøguleikar her bæði vinnuliga, mentanarliga og á annan hátt [...] okkara, býurin er tykkara, gestirnir eru tykkara, hátíðin er tykkara. - Hjartaliga tillukku nú vit hátíðarhalda 90 árini fyri Klaksvíkar kommunu, sum sjálvstøðug kommuna. Við hesum orðum er 90 ára hátíðarhaldið [...] smábátum gav fólki lívsmøguleikan. Tað var her frægi sjómaðurin Nólsoyar Páll búði, tá hann framdi serstøku brøgd síni. Hann læt lív fyri 190 árum síðani. Tað var her millum aðrar stórkeypmaðurin og reiðarin
harri, gjørt púra greitt, at allur rakstrarstuðul til fiskiflotan, er tikin av, og verður ikki settur í gildi aftur. Og her uppi í er íløgustuðulin. Verður viðgjørt Báði Hergeir Nielsen og Jørgin Niclasen [...] ólavsøkurøðuni, men hann fekk onki svar. ? Tað er klárt, at fara djúpvatnstrolararnir verður fullkomiligt vinnuloysi m.a. í Suðuroynni. Hergeir Nielsen sigur, at tað er vilji í tinginum at varðveita trolararnar [...] um tað ikki kann loysast í sátt og semju. Tað er útgangsstøðið, sigur suðuroyartingmaðurin. Skulu hava livilíkindi Jørgin Niclasen sigur, at hansara støða er, at hasin parturin av flotanum skal hava livilíkindi
kvinna, so er kanska onkur, ið ikki veit hvør hon er. Tá er kanska lættast at siga, at hon er mamma Óla Petersen, kenda skemtiteknaran. Men Fanny hevur alla sína tíð verið ein sera virkin kvinna og er tað enn [...] at fylgja við enn, men tað er ringt, tí alt er ein fløkja, heldur hon, og tað er ringt at taka støðu. Hon er røsk enn, hóast høga aldurin. ? Eg síggi rættuliga væl, men hoyri ikki heilt væl. Men tey siga [...] Fanny Petersen í Klaksvík er einasti innføddi klaksvíkingur, ið er javngamal við kommununa, nú kommunan heldur 90 ára dagin. Onkur annar er líka gamal, ella eldri, men hesi eru øll flutt til Klaksvíkar
øðrum lønarbeiðarum til viks fyri onkran vinnuligan løtuvinning. Er hetta »grenj hjá javnaðarmonnum« eftir áskoðan Hans P. Joensens, so er talan um vælmeint grenj, um vit so kunnu siga. JAVNAÐARFLOKKURIN [...] longu staðfestast her, at eingin annar flokkur eigur so stóran lut í at uppbyggja føroyska samfelagið - úr einum tilafturskomnum samfelagi til eitt nútímans vælferðarsamfelag, har rúm er fyri øllum og har [...] nólsoyingur, at stevna javnaðarmanna - og stevnan hjá arbeiðararørsluni sum heild - um størri rættvísi er »grenj«, og at hesin politikkur hevur tikið kappingarhuga og áræði frá føroyingum. Áður hava vit mangan
úlanum á sumri í 1992, segði eg m.a.: »?tí er tað gleðiligt, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum ætla at skipa skeið fyri fólk í flakavinnuni, og at ætlanin er at fáa gongd á longu aftaná summarfrítíðina« [...] Og rætt er tað. Í síðstu viku var hon aftur frammi við hesum evninum í Útvarpinum. Tá Ingeborg ber hetta upp á mál í fjølmiðlunum, so tykist tað sum um, at ongin hevur rætt hond frá síðu fyri at skipa [...] skipa styttri skeið til teirra, sum starvast í fiskivinnuni á landi. Hetta er tó ikki so. Longu í 1991 beyð fiskivinnuskúlin sær til at fara undir slíkt skeiðsvirksemi, og uppskot um fyribils skeiðsskipan varð
Poul Schlüther, sum nú er 69 ára gamal, er ES-tinglimur á fjóðra ári. Næsta ár er valskeiðið liðugt, og hann gevst í politikki. Hann hevur verið politikari í 35 ár, og heldur, at tað er nóg mikið. Spurdur [...] trúgva uppá framtíðina, og tað skulu vit fegnast um. ? Síðani er tað oljan. Vónandi er olja í føroysku undirgrundini, og allarbest um hon er í stórum mongdum, men hon skal finnast, áðrenn føroyingar gera [...] Í 1982 sigur Ráðgevandi nevndin at búskapurin í Føroyum er »ophedet». Í 1984 verður sagt, at hann er »overophedet» og í 1986, at búskapurin er »voldsom overophedet». Tók ikki ávaringarnar fyri fult?
kundi verði, og nú avtornaði er úrslitið mestsum tað sama sum í fjør, sigur hann. Juli er tann mánaðin, tá mest er at gera. Tað hongur helst saman við, at flest ferðafólk er her tá og nógvir útisetar eru eisini [...] einum mansaldri síðani. Men teir hjá Skúvadal halda, at hann kortini er í spakuligari menning. ? Tað er so heilt vist, at lundastovnurin er nógv betur fyri í ár. Heilt nógv hevur verið av lunda í Heygadrangi [...] Skúvadal Sp/f fekk í fjør ein nýggjan bát til túrarnar undir Vestmannabjørgini. Tað er Barbara, sum tekur 28 fólk og sum er bygd hjá AWI-boats í Runavík. Báturin hevur riggað stak væl, og fólk, sum hava verið
úlendingur hevur fingið ta sokallaðu »føroyasjúkuna«, soleiðis at skilja, at hann neyvan hevur verið her fyri seinastu ferð. Í fjør vitjaði hann í samband við sangskeiðið sum Heimamissiónin skipaði fyri norðuri [...] sum »Hvor fin´s livet« og »Gi dem du en fremtid« vóru eisini sangir, sum fangaðu áhoyrarnar væl. Nú er at siga um Jon, at hann hevði havt sín fingur við í teimum flestu løgunum sum vórðu spæld, og hann [...] í mongdini og ikki siga hvørji vit eru. Tað gerst lætt at gerast ein úlvur í lambsskinni, sum bert er úti eftir at finna brekini hjá hinum. Soleiðis viðger Jon tað at hann skrivar um, og ivaleyst eru tað
Sigmundur, hevur sitið upp aftur longri fyri sama »lógarbrot«, sum hann. Men Sigmundur er ikki í iva um, at orsøkin er, at stýrið á Reunion vil ræða aðrar útlendskar fiskimenn og á tann hátt verja sínar egnu [...] hvat eg skal vanta, sigur Sigmundur. ? Málið skal fyri í einum kærurætti og eftir tí eg havi skilt, so er mítt mál bert eitt av nógvum kærumálum, sum skulu fyri týsdagin, og tað kann merkja at eingin avgerð [...] fellur fyrr enn í morgin. Troyttur av fronskum Men teir fimm mánaðirnir hava sett síni spor. Sigmundur er so hjartaliga troyttur av fransmonnum á Reunion, fronskum og ikki minst tí sokallaðu fronsku rætta