samgonguni um at sleppa kravinum um, at kontantgjaldið var treytað av, at mamman var longri heima hjá barninum. ? Fyri tað fyrsta er als einki hald í tí, at samgongan hevur broytt støðu. Fyri tað næsta, so stríða [...] fyrireika málið, var komin til. ? Men tað var so lítið skil í tí, sum bólkurin var komin til - arbeiðið var so illa úr hondum greitt, at tey vóru biðin um at gera arbeiðið umaftur - tískil varð málið eisini [...] ? Tað er als ikki rætt, at samgongan í býráðnum er samd um at sleppa treytini um, at mamman skal vera heima hjá barninum fyri at fáa kontantgjaldið, sigur Tórfinn Smith, sum er býráðslimur Í Havn fyri
Gregersen í Gøtu, hvat hann heldur um ætlanirnar hjá nýggju samgonguni um føroyskt sjálvstýri og um hann heldur, at vit hava nakran møguleika sum sjálvstøðug tjóð. Tað heldur hann so heilt avgjørt. Fáa vit framt [...] hann ávarar eisini um, at tað hvílur ein ómetalig ábyrgd á teimum, sum skulu stjórna landinum tey komandi árini og sum skulu fremja sjálvstýrið í verki. Fylgist at Men verður farið fram við skili ivast gamli [...] helst mótvegis ES, hóast vit eru í ríkisfelagsskapi Viðhvørt havi eg enntá illgruna um tað øvugta - men tað er so bara ein illgruni. Kanska er tað bara tað, at teir makta ikki at hjálpa okkum til betri
ástøðini um, hvussu dinosaurarnir doyðu út - við at rudda út lívið á jørðini - soleiðis, sum vit kenna tað. Í skugganum av hesum deyðadómi uppføra menniskjuni seg á ymsar hættir. Í vóninum um at sleppa [...] tað so skal enda? Mimi Leder hevur leikstjórnað einum øðrvísi katastrofufilmi, ið fær hyggjararnar gjøgnum eina óttafulla bíðitíð á jørðini, við teirri desperatu missiónini í rúmdini, og líka fram til [...] til tey panisku sekund, tá tað snýr seg um lív ella deyða. Við sær á hesum ævintýri hevur hon Robert Duvall, Morgan Freeman, Téa Leoni og Elija Wood. Filmurin hevði heimsfrumframførslu seinasta vikuskifti
ð er so ikki bøtt við teirri fylgju, at neyðugt hevur verið at forða altjóða kapping um fiskin, sum verður fiskaður undir Føroyum. Seinasta valskeið er eyðkent við tapum. Heldur enn at økja um flut [...] at minka um veiðitrýstið á Føroyagrunninum. Hóast stór politisk orka er løgd í hetta mál, so standa vit á leið á sama stað, sum Hilmar Kass á sinni við Kassaskipanini. Tíbetur vóru tingmenn so mikið at [...] u dømum havi eg ikki tikið dagar ímillum, um eg sjálvur eri samdur ella ósamdur um málsetningarnar. Tað er ikki spurningurin í hesum føri. Spurningurin er, um samfelagið letur seg stýra ella ikki letur
donskum fótbólti, tá hann lobbaði bóltin upp um Mogens Krogh og í málhornið. Aðru ferð var fyrr í vár, tá Brøndby vann 2-0 á Brøndby Stadion og tók avgerandi stig fram móti gullmerkjunum í landskappingini. Fyri [...] mist tryggu leiðsluna til Brøndby. Eftir vetrarsteðgin hava úrslitini verið hálvvánalig, og dreymurin um gull í landskappingin er rokin. Í tí kappingini eru teir í Brøndby ov sterkir. Men møguleikin fyri [...] til staðar, og at mótstøðuliðið verður júst Brøndby ger, at tað stendur nógv uppá spæl ? meiri enn um mótstøðuliðið hevði verið Silkeborg, sum Brøndby vann á í semifinaluni. FCK vann steypakappingina í
sjálvt, at tá samráðingarnar ganga yvir so stutta tíð, so verða tær strævnar. Týsdagin kom Dagblaðið á gøtuna og brendi eina av gomlu svadunum hjá Óla Breckmann av um Heina O. Heinesen. Kann hetta slag av [...] myndugleikarnar um at landsstýrið skal fáa somu upplýsingar um føroysku peningastovnarnar, sum danska búskaparmálaráðið fær. Tað skal eisini í gongd beinanvegin og tað skal arbeiði um yvirtøku av skipasýninum [...] kunna úttala meg um tað. Undanfarni løgmaður sendi bræv til Poul Nyrup og bað hann um at virka við til at loysa málið. Ætlar nýggja samgongan at halda fast við tað ætlanina? ? Sum eg sigi, so eri eg ov lítið
uppgávu, og kunnu gera tað arbeiðið,s umskal til, tá so stórar broytingar skulu fara fram. Onnur týðandi uppgáva verður at upplýsa Føroya fólki um tað, sumvit ætla at gera, og tá er neyðugt at hava gott [...] at vit skulu kollvelta núverandi skipan. Bert skal hon endurskoðast og rationaliserast so vit hervið kunnu bøta um tænastustøðið. Oljuvinnan er øki fyri seg í Landsstýrinum. Er tað neyðugt nú óljulógávan [...] n er gjørt, og oljuvinnan ikki byrjað enn? Vit hava oljufyrisitingina, men um nú oljuvinnan kemur - og tað vænta vit - so fer hon at fáa stóra ávirkan á samfelagið. Tað nýtist ikki stórt hugflog at ímynda
snýr seg um reindyrkaðan borgarligan politikk. So hevur Tjóðveldisflokkurin vunnið í øðrum partinum, so hava teir so dyggiliga tapt í hinum partinum. Viðvíkjandi tí rikisrættarliga partinum, so hevur T [...] støðu forða fyri, at hesar broytingar kundu koma so líðandi og undir skipaðum viðurskiftum. Øll minnast vit, at Sambandsflokkurin hótti við nývali, um nakar samgonguflokkur dittaði sær til at atkvøða fyri [...] betur politisku støðuna, so hevði fyri tað fyrsta Tjóðveldisflokkurin neyvan fingið tann vind í seglini, sum teir fingu, og neyvan høvdu vit í dag havt hesa samgongu, sum vit fingu. So tað nyttar lítið Sam
sendingar í sjónvarpi um Grønlandi. Men fáa Føroyar umrøðu er tað um náttina. Føroyar raka teir ikki, vanligir danir hava ongan áhuga fyri tí, ið fer fram í Føroyum og vita einki um landið. ? Tá ið eg flutti [...] búskapurin er í hesum, stendur einki um. Eitt er so vist og tað er, at tíðin fer ikki at halda. Løgfrøðiliga skal stórt arbeiði gerast og tað tekur nógv ár. ? Einki verður sagt um arbeiðpláss og sambært skjalinum [...] noyddur til at býta virðini og at tú hugsar um heildina ístaðin fyri bara um teg sjálvan. Siga vit, at samgonguskjalið leggur upp til eina loysing, hvussu verður so framtíðin í viðurskiftunum millum bæði londini
andstøðan rættir eina hond út, so vil samgongan ikki taka ímóti henni. Jóannes Eidesgaard hugsar her serliga um, at samgongan í lógarsmíðinum innkallar allar flokkarnar so tíðliga, at teir kunnu fáa eina [...] Jóannes Eidesgaard sigur annars um samráðingarnar við danir, at í tann mun hann kann hjálpa til við eitt nú sínum fólkatingssessi, so fer hann at stuðla landsstýrinum. -Um danska stjórnin fer at handfara [...] eiga í sambandi við bankan, so vil eg fegin tosa um, hvussu eg eftir tað kann bera meg at á fólkatingi. Jóannes Eidesgaard roknar annars við, at tað verða truplar samráðingar um bæði bankamálið og skuldarmálið