hvussu tey kunna varðveitast, og tí eri eg komin fram til hetta tjaldið, ið kann hongjast upp inni í slíkum húsum. Við tí verða úthúsini umbroytt til bóli fyri ferðafólk. Tað sigur Elin Maria Nolsøe Joensen [...] - Tað eru øgiliga nógv úthús, sum falla í órøkt. Tey verða ikki brúkt longur, men standa og forfarast. Men eg meini tey hava eitt arkitektoniskt og mentanarligt virði. So havi eg arbeitt við at finna eina [...] Joensen, arkitektur, sum í løtuni arbeiðir við at menna eitt nýtt tilboð til ferðafólk og føroyingar, ið ynskja at ferðast í Føroyum. Upprunaliga var verkætlanin ein partur av kandidat-ritgerðini hjá Elin
fór til Grønlands at rógva út. Hetta gjørdi hann trý tey fyrstu árini av sínum arbeiðslívi. Fyri unglingin úr Gásadali, var grønlandsútróðurin lívsins skúli, sum vit plaga at taka til. Teir fóru til Grønlands [...] grønlandsútróðurin ikki teir nógvu pengarnar. Hann vísir á, at tað var ikki so nógvur fiskur at fáa, sum tað onkuntíð hevur verið í Grønlandi og prísurin, teir fingu fyri fiskin, var heldur ikki nakað av reypa [...] fólki til Gásadals í summarhálvuni. Spurdur, hvat Múlafossur segði honum, tá hann var ungur og vaks upp í Gásadali, sigur hann soleiðis: - Nei, vit hugsaðu slett ikki um Múlafoss, og tá dugdi eg ikki á nakran
- Nýggja havnaeftirlitisskipanin sum NEAFC kom við 1. mei i bardaganum móti ólógligum, ikki skrásettum og ikki skipaðum fiskiskapi í norðurhøvum er ein týdningarmikil sigur móti piratunum, sigur norski [...] fylgissveinaupplýsningarnar hjá flagglandinum. Um eitt ella fleiri av hesum punktum ikki kunnu staðfestast, so kann skipið ikki landa tann frysta fiskin. --- --- Inflatión upp á 2200% Afrikanska landið, Zimbabwe [...] landnorðingspartinum av Atlanshavinum. - At vit nú fáa upplýsningar um at seks trolarar eru á veg til upphøggingar, meðan aðrir verða hildnir aftur í NEAFC-havnum, vísir okkum at vit nú síggja úrslitini
felt, tí samgongan arbeiddi við sama uppskoti. - Vit mæltu til at nýttar vóru 7 mió. kr. til hesa bygging í 2004. Síðani skuldið haldast fram, til skúlin skuldi vera liðugur og takast í nýtslu á sumri 2006 [...] hetta málið eisini skuldi dragast út til tað óendaliga. Men Jógvan á Lakjuni kundi sissa fólk og siga, at gongd var í málinum og at sjálv arbeiðsskráin er liðug og til gjøgnumgongd í ráðnum. Lítið brúkt [...] Men sitandi samgonga setti síðani 1 mió kr. av til bygging av Fiskivinnuskúla í fjør. Av hesum vóru 184.631 kr. nýttar. Og í ár eru 4,6 mió kr. avsettar til endamálið, men sambært Gjaldsstovuni eru bert
650.000 krónur, sum lógu í gula leypinum. Í bláa leypinum var Volvo-bilurin og í reyða cruise-ferðin til Karibia. Men, tað vísir seg at vera trupult hjá teimum, sum fáa fulla plátu og sleppa at snara hjólinum [...] royndini steðgaði hjólið aftur á 20.000 krónum, sum eisini gjørdist vinningurin í kvøld. - Tað er ikki so galið. Tað er well. Takk fyri og gott vikuskifti, segði Hans Jacob Heinesen, sum í kvøld slapp
sigur seg skilja, at Tjóðveldi vil hava ein fullveldismann at umboða seg á fólkatingi. Men hann skilir ikki, hví Javnaðarflokkurin hevur sama ynski. Helgi Abrahamsen vísir á, at Javnaðarflokkurin hevur ta seinastu [...] sambandsveinginum. Tað hevur flokkurin gjørt við at útnevna seg sjálvan sum samríkisflokk og við at mæla til at gera eina alliansu við Sambandsflokkin áðrenn tilstundandi løgtingsvalið. - Sambandsflokkurin hevur [...] aftur eru farin at tosa um eina hóttandi búskaparkreppu, skrivar Helgi Abrahamsen í tíðindaskrivi. - Ikki tí, ta tíðina, eg havi sitið á løgtingi, havi eg havt eitt gott samstarv við Sjúrð Skaale. Hann er
millum landsarbeiðið og tað staðbundna arbeiðið er ikki løtuverk, og her átti hvør einstakur limur at geva sítt íkast til hetta. Her er - sum hann tók til - neyðugt at gamlar og nýggjar ósemjur mugu greiðast [...] livandi og savnandi felagsskapur er neyðugur fyri lív og vøkstur. - Hetta er ikki minst neyðugt, um vit skulu halda okkum til endamál okkara, sum er at vekja upp trúarlívið og at menna felagsskap teirra [...] síni. Hetta hendi fyrrapartin leygardagin, tá Heimamissiónsfólk úr øllum landinum vóru samankomin til ársmøtið í Nesvík. Ársmøtið varð hildið undir heitinum Møt menniskjum har tey eru, og lá hetta sum
sitandi stjórn í Fraklandi, sum tað er eitt nei til ES-grundlógina. - Tað er tó einki at ivast í, at talan er um ein kreppu í ES-høpi, tí Frankland er ikki eitthvørt ES-land. Frakland hevur verið við frá [...] at fáa eitt kjak um, hvat vit vilja, tí vit noyðast at taka støðu til spurningin. - Vit noyðast at fáa eitt kjak, har vit taka støðu til, um vit eru nøgd við verandi støðu, ella hvat vit vilja. Sjálvur [...] heldur tó, at úrslitið í Fraklandi sunnudagin gevur nakað av innanhýsis trupulleikum í ES, og hetta ger ikki okkara samráðingarstøðu betur. Ferðin verður sett niður Jóannes Eidesgaard sigur, at úrslitið í Fraklandi
skuldu út av húsinum, klárar og annars gekk hann arbeiðsplássinum til handa. Men, tað tók ikki langa tíð, kanska eitt ár ella so, til hann gjørdist bilasølumaður burturav. Tá Páll Danielsen hevði verið [...] dagliga, at fólk komu við bilum og vildu hava ein annan bil í staðin, og hetta var líka sum byrjanin til øll mín ár sum bilasølumaður. Nú Páll Danielsen um stutta tíð fer úr starvi hjá Auto Service, fer hann
beint áðrenn hann skuldi fara við flogfarinum til Danmarkar fyrrapartin ígjár. Hann er ættaður úr Svøríki, og væntar tí at hann fer at kunna geva sítt ískoyti til at vísa fram svenska mentan í Føroyum. Og [...] hevur danin Helvin Høst verið formaður, men varð nú avloystur av Lars Hjaltén úr Svøríki. Hann er tó ikki ókendur við arbeiðið, tí hann sat í stýrinum frammanundan. Ein tann seinasta uppgávan hjá Helvin Høst [...] at Norðurlandahúsið hevur virkað væl síðani tað kom. -Og í dag kann ein siga, at Norðurlandahúsið ikki einans er ein mentanardepil í Havn, men eisini er ein mentanardepil fyri allar Føroyar, sigur Lars