tað uppá. -Fer tað fram ein kristin fordøming í dagsins Føroyum? -Ja, í alt ov stóran mun. Tað verður oftani tosað um ta gomlu trúnna sum vanakristindóm. Eg haldi har fanst ein eyðmýkt fyri lívinum. O [...] einum kristnum grundarlag og sum fara aftur til røturnar. Tað manglar okkum. Ólavur: -Tá vit nú umrøða fordøming verður oftani tosað um at halda umvendingarprædikur. Ein og hvør samfelagsborgari, eisini kristin [...] plantar ein urtagarð. Hann skal røkjast væl. -Hvør er tað tá, sum prædikar fordøming í kristnu Føroyum? -Eg haldi ikki tað er neyðugt at siga tað, tí vit vita tað væl. Tað verður tosað so nógv um, hvat kirkjan
vit finna góða spælið hjá okkum fram aftur, eins og vit finna netmeskarnar aftur, skrivar eb-streymur.fo. Tað er nevniliga neyðugt, um EB/Streymur ætlar at halda fast um triðja plássið, ið teir hava í løtuni [...] hugsað verður um, at mótstøðuliðini millum annað vóru ÍF og NSÍ. Men HB vísti styrki. Styrki, sum ger lið til meistarar. HB hevur ikki spælt síðani 31. august. Ein landsliðssteðgur og so ein útsettur dystur [...] sannførandi seinastu dystirnar, sigur ikki sørt um styrkina hjá HB. Andrew av Fløtum vil hóast hetta ikki kannað sær bitan enn. - Tað eru bara fimm stig niður til ÍF. Ein sigur gevur trý stig, so tað kann skjótt
tónleik eftir hesum báðum tónaskøldunum, so tað ræður um at nýta høvið, tá tað býðst. Tíverri er tað ofta soleiðis í Føroyum, at fólk setast aftur heldur enn at fara avstað, tá okkurt slíkt tiltak er á [...] røkinum. Eg ivist tó í um nakar var úr Norðuroyggjum. Góð kirkja at syngja í Kamarkórið syngur somu concertina í Vesturkirkjuna 23. apríl, men eg valdi Fríðrikskirkjuna fram um, bæði tí tað var Langif [...] r, ið ikki vóru sannførandi. Kanska vóru tey undirmannað, men í hvussu er tyktist sum um tey áttu at havt vant ein ella tveir tímar afturat. Í “Offertoire” fingu áhoyrararnir tó dagsins hæddarpunkt, tá
600-700 kr. og so nøkur fá ár seinni ? undir krígnum ? at fáa 5000-6000 kr. í 3-4 vikur ein ísfiskatúr. Tá galt um at fóta sær fíggjarliga. Hetta dugdu Hilda og Allin. Tey eru enn millum teirra, sum enn [...] Daniel Peter ? um endan á gamla samfelagnum. Hann minnist útróðurin við árabáti bæði fyri eystan og fyri vestan. Men ungdóms- og mandóms-árini luttók hann sjálvur mest í útróðri við motorbáti um vetrarnar. [...] fólk á kirkjugøtuni hava livað upp til tað bønina, prestur bað fyri teimum á prædikustólinum tann dagin fyri 50 árum síðani, tá ið lýst varð fyri teimum, um at tey máttu liva øðrum til gott fyridømi. Teimum
sindur og taka nakað soleiðis til: “Nú hava vit aftur ein rósudrong her”. So lætnar hann, keypir eina reyða rósu, og fer glaður út aftur. Eisini hava tey ein fastan kunda, sum javnan kemur at keypa konuni [...] modernaðum, men ongin ivi er um, at vit yvirliva uppá tað traditionella reyða og grøna. Reyði silkikjólin Og meðan hon vísir runt í húsinum, fortelur hon um árini, sum fóru. Um veitsluna leygarkvøldið, har [...] handlinum og 60 ára føðingardag hennara. Og hon fortelur um tilveruna sum blómuhandlari, ið nú lækkar móti endanum. Tí hon orkar ikki meira og leingist aftur til serøkið, har hon starvaðist fyrstu 20 árini av
sum fer aftur um bak og til at líta at framtíðarútlitunum. Tað vil so vera við áramót. Men áramótið 2008-2009 er ikki bert eitt ársskifti, sum so mangan, men nógvir altjóða eygleiðarar eru samdir um, at talan [...] vónríkidømi, tað bjartskygni og tað áræði, sum ein Obama, ein Brown ella ein Stoltenberg hava víst og sum ger, at fólk ikki missa mótið men heldur bróta upp um armar og fara til verka við treysti og hugflogi [...] ógvusligum harðskapi, sum nú verður gjørt, er at fara út um alt sømiligt mark. Men eingin letst um vón – alt er jú svart ella hvítt. Altjóða konventiónir um kríggj, mannarættindi og herseting eru býir í Sibiria
at vára í 1945, fór hann aftur at velta. Kríggið gjørdi, at Dánjal og Elsa ikki sóust í heili 5 ár. Men endiliga í 1945 kundi Elsa koma heim aftur. Hetta er eisini ein søga um trúfesti, sum vardi lívið [...] í Blásastovu at fáa sær ein bita. Í ferðalagnum var nevniliga ein sum kendi húsbóndan, Tummas sum var av Strondum, hagani báðir vóru ættaðir. Dánjal mintist, at prátið gekk um, at eingin grind hevði verið [...] vóru tríggjar støddir umframt ein stødd til børn frá 1-5 ár. Barnamaskurnar vóru eitt sindur pedagogiskar. Tær høvdu reyða nøs, so børnini ikki skuldu ræðast tær. Síðan var ein serlig maska til heilt
virksemið, so tað aftur kundi koma at bera seg. Hetta varð partvíst gjørt við at leggja niður ein part av fyritøkuni, og hetta var fyrst og fremst handlarnir hjá Kjølbro. Umframt átti fyritøkan ein hóp av útr [...] loysnir. Svend var ein persónir, ið ein kundi hava álit á. Hetta sá eg longu við fyrstu samráðingarnar, vit høvdu saman í 1971. Aftaná, at sáttmálin var undirskrivaður, komst eftir, at ein roknifeilur var [...] Oyndarfirði. Eg kom eisini at kenna hana. Asta var eisini ein persónligheit, sum ein fekk virðing fyri. Hon var sera fyrikomandi, og tað var altíð ein serligur hugni at koma inn á gólvið hjá teimum. Tað sama
fríggjadag kl. 09-16. Drekkamunnur er at fáa hvønn dag, eins og bløðini eru til taks. Dýri biðidagur stongt Tað er altíð ein krókur í Tilhaldinum - um tygum ikki fáast við nakað ítriv. Vit ynskja at øll skulu [...] nakrar ferðir um árið.?Kundi tú hugsað tær at vita meira um felagið ella at gerast limur, kanst tú venda tær til, formannin:?Sofíu Haraldsen, tlf. 332741 ella nevndarlimunum. Vitjunarvinir Um tú vilt verða [...] Gongutúrur Sunnudagin kl. 10 verður gongutúrur: Ørvisfelli, Hvalvík. Hetta er ein tungur túrur. Havið heit og góð gonguklæðir og ein heitan drekkamunn og matpakka við. Tilmelding á tlf. 302425 ella torsinf
Gruntvig. Grundvig var ein framskygdur maður og sjálvt um hansara lestrar í dag eru um yvir 150 ára gamlir, so eru teir dagsaktuellur. Eg havi virðing fyri Grundtvig, tí hann var ein djarvur maður. Bøkurnar [...] greitt tekin um at endin er nær, sigur Hensar Antoniussen. - Men eg óttist ikki endan. Tað snýr seg um at vera tilbúgvin og tá er endin ikki nakað ringt, sigur hann. Hurðin gongur og ein vøkur postkvinna [...] nakrar dreymar um at vera prestur, men eg havi svøltað eftir vitan. - Eg havi altíð hildið, at tað er ov einstátt bara at lesa Bíbliuna, men hon má vera leiðbeinarin. Nýggj vitan víðkar um útsýnið. Eg haldi