Prestaprát undan jólum
Hvussu halda teir báðir prestafeðgarnir tað er stætt við kristindóminum í dagsins Føroyum, og hvussu kundu teir hugsað sær, at framtíðar kristnu Føroyar sóu út?
Petur Martin:
-Eg havi hug at fara eitt sindur aftur í tíðina. Lesur tú tingbøkurnar ella gamlar lógir, so vóru tær líka barbariskar sum tað, ið verður praktiserað í Islam í dag, har tú høggur hondina av honum, sum stjelur okkurt smátingið. Tú skal ikki so langt aftur í tíðina fyri at finna tað í tí kristna heiminum. Har er hent nógv tann positiva vegin hjá okkum. Í Norsku- ella Donskulóg frá 1680-unum stendur, at tú skal nevna "synden i almindelighed men ikke med navns nævnelse". Tvs. at tú hevur ikki loyvi til sambart galdandi lóg at hongja ein persón út fyri hetta ella hatta.
Ólavur:
-Eg vildi ynskt, at vit í framtíðar kristnu Føroyum vóru meira eyðmjúk og tolerant, serliga vit, sum prædika. Tað er ikki altíð man skal siga sína meining. Men eg eri eitt sindur bangin fyri tí øgiligu fordømingini, sum fer fram í dag í Guds navni, eisini í Føroyum. Skulu vit uppá nakran effektivan máta avkristna landið er tað mátin at gera tað uppá.
-Fer tað fram ein kristin fordøming í dagsins Føroyum?
-Ja, í alt ov stóran mun. Tað verður oftani tosað um ta gomlu trúnna sum vanakristindóm. Eg haldi har fanst ein eyðmýkt fyri lívinum. Onkursvegna vórðu fólk sáttað við tað, at vit eru ómetaliga smá í mun til náttúruna og skapanarverkið. Tað er júst sum tá tú plantar ein urtagarð. Hann skal røkjast væl.
-Hvør er tað tá, sum prædikar fordøming í kristnu Føroyum?
-Eg haldi ikki tað er neyðugt at siga tað, tí vit vita tað væl. Tað verður tosað so nógv um, hvat kirkjan er í dag. Kirkjan er fyrigeving og eyðmýkt. Og kirkjan hevur eina lága gátt. Tað skal og eigur at vera rúm fyri øllum. Tað er í hvussu er tað, sum eg haldi kirkjan eigur at leggja stóran dent á. Nú og í framtíðini. Tað er eisini tað, sum hevur gjørt, at fólk onkursvegna, tvs. tann stóri skarin, eru góð við kirkjuna.
-Sær tú fyri tær, at tann fordømingin, sum verður nevnd her, eisini hevur funnið sær veg inn um kirkjugátt meira enn gott er?
-Eg eri noyddur til at svara ja til handa spurningin.
Petur Martin:
-Kirkjan kom í neyð av sær sjálvum í 200 og 300 talinum við tað, at tað komu streymar mest úr Asia og gjørdu Jesus til luft, og tí fingu vit apostolsku trúðarorðini, sum vóru eitt íkast til debattina tá. Har er tað kirkjan sjálv, sum slær fast, hvat er tann kristni boðskapurin, nevniliga: Eg trúgvi á Gud, á Jesus Krist og á Heilagan Anda. Tað gongur aftur, hvørja ferð kirkjan er gliðin burtur frá tí. Vit kunnu ikki liva uttan traditiónir. Nógvir prædikumenn áttu at verið koyrdir á skeið at sett seg inn í, hvat tradtiónin er. Vit kunnu ikki leypa 1500 ár um segði Luther og nú eru tað 2000. Tí vendir man aftur til fornkirkjuna. Tað eru bretskir teologar, sum fokusera meira uppá fornkirkjuna enn vit gera. Vit fokusera meira uppá reformatiónina. Teir hava ikki nakra trúðarlæru sum vit. Eg haldi tað er so týðandi at vita og læra av teimum, sum filosofera út frá einum kristnum grundarlag og sum fara aftur til røturnar. Tað manglar okkum.
Ólavur:
-Tá vit nú umrøða fordøming verður oftani tosað um at halda umvendingarprædikur. Ein og hvør samfelagsborgari, eisini kristin, kann koma út í eina støðu, har tú onkursvegna følir, at lívið verður sundursorlað av eini ella aðrari orsøk. Tú kanst eisini missa trúnna. Eg trúgvi, at ein og hvør, sum er ærligur fyri sær sjálvum, má viðganga viðhvørt í sínum loynikamari, at trúgvin fer. Tí, hvat er meiningin aftan fyri alt! Tað ljóðar kanska eitt sindur bíligt, men eg havi sagt í onkrari prædiku, at har er tað sera týdningarmikið, at tað eisini verður sagt á prædikastólinum. So mikið ærligur má man vera. Tí tá er tað ikki altíð tín trúgv, sum er tann avgerandi, men sannføringin um, at líkamikið, hvussu alt hongur saman og hvussu sundursorlað títt lív er, so trýr Gud á teg. Tað haldi eg er eitt rák, sum liggur aftan fyri øllum tí, sum Jesus stóð fyri her á jørð.
Petur Martin:
-Hvat er so tað, sum ger okkum til kristin menniskju! Tað er so ymiskt. Har er tað upplivilsi og kenslan av at vera eitt kristið menniskja. Men at læra at taka Jesus uppá orðið: -Tú er mín, eg eri vinur tín, tú er vinur mín. Tað er ómetaliga týðandi at fáa hetta at hanga saman.
Ólavur:
-Tað er tað eg meini við, tá eg sigi, at Gud trýr á teg, sjálvt um tú missir trúnna.
Fyri 40 árum síðani tá pápi bleiv prestur settu fólk uttan iva øðrvísi spurningar, enn tey gera í dag.
-Tørvar okkum nýggjar reformatiónir?
Petur Martin:
-Tað gera vit altíð. Tað má ikki sleppa at standa í stað. Mær hevur altíð dámt at lisið um kettarar tvs. teir, sum roknast sum outsidarar, tí tað er teimum man lærir av. Eg læri einki av teimum, sum eg bara eri samdur við.
Synd og skuldarkensla
-Tað eru tey, sum halda, at syndin og skuldarkenslan fáa ov nógv pláss í kristniboðanini. At skuldarkenslan, sum eitt nú verður trúttað niður í børnini, er til óbótaligan skaða fyri teirra sjálvsmenning!
Ólavur:
-Eg eri púra samdur, men tú fær ikki broytt foreldur og teirra hugburð til børn. Vit hava eisini upplivað, ikki so nógv í Føroyum, men aðrastaðni, at børnini hjá 68-generatiónini, sum skuldu uppdragast so øgiliga leyst av allari religión, tey hungra eftir at fáa andaliga føði. Eg kenni 68 generatiónina, sum spakuliga letur upp fyri tí andaligu dimentiónini. Tey eldast og tey uppdaga eisini, at lívið er ikki so fýrakantað. Kierkegaard hevði ein pápa, sum var øgiliga pietistiskur og sum læs alla lógina fyri sær tá hann var smádrongur. Kierkegaard skrivar beinleiðis, at tað er ein synd móti børnunum, at pota lógina niður í tey. Tá meinar hann við Gamla Testamentið og hesi harðrendu religiøsu áskoðanina at hótta við Helviti. Hann hevur sjálvur upplivað, hvussu vandamikið tað var fyri hann sjálvan. Og tað tók honum nógv harrans ár at berja seg burtur úr tí.
-Sjálvt um vit meta okkum sum eitt siviliserað fólk í dag, hava vit so framvegis leivdir av hasum innan samkomur og kirkjur í Føroyum - at man skal kenna seg fordømdan og fortaptan, um man ikki livir upp til Bíbliuútleggingina hjá ávísum prædikumonnum ella trúðarbólkum?
-Avgjørt. Tú kanst bara fara út á psykiatrisku deild. Tað eru mong, sum berjast við øllum hasum. Men tað er fatað í allari eyðmýkt. Tað er so skjótt sjálvur at blíva fordømandi. Men sjálvur haldi eg, at tað fer nógv andaligt misbrúk fram í Føroyum í dag.
-Tosað verður so nógv um misbrúk í samfelagnum- kann man eisini tosa um misbrúk av Guds orði?
-Avgjørt.
-Hvussu kemur tað til sjóndar í føroyska samfelagnum í dag?
-Onkursvegna kemur tað til sjóndar soleiðis, at prædikumenn leggja so øgiliga stóran dent á egoið. ?Eg eri umvendur. Tú mást gera sum eg geri.? Tað er hetta egoiið, sum alla tíðina er so dominerandi. Eg kann ikki sum prædikantur krevja, at onnur fólk eru sum eg. Tíbetri. Men vit vita, at fólk eru ósamd um handa spurningin. Nógvir teologar hava sagt, og tað hava teir sjálvandi frá Jesusi: -Tað finst einki eg uttan at tað er eitt tú.
Petur Martin:
-Jødiski filosoffurin Martin Buber hevur skrivað eina lítla bók, sum eitur "Eg og tú". Og tað er heilt givið, at hon er undir ávirkan av kristindóminum.
Kristindómur og politiskir flokkar
-Vit hava flokkar í Vesturheiminum, sum kalla seg kristiligar. Hvat siga tit til tað?
-Petur Martin:
-Man skal ikki prædika í tinginum. At tosa um kristiligan politikk haldi eg er ein óskykkur. Kunnu prædikumenn gera nakað gott samfelagsliga, so er tað at vera tann ringa samvitskan hjá politikarunum. Luther segði einaferð, at eitt samfelag kann ikki stýrast av evangeliinum, har skal ein lóg til. Tað er tað sama her. Tað er ikki evangeliið, sum skal stýra verðini, tí so endar alt í kaos. Og fara vit aftur til Paulus, so eru allar formaningarnar hjá honum til kristið fólk góð ráð og ikki ein nýggj lóg.
Ólavur:
-Tað er púra burtur við at hava flokkar, sum kalla seg kristnar. Men tað er kanska tí, at vit eru so ósamd um handa spurningin, og tað ger einki. Tað gerst ikki við.
Petur Martin:
-At vera ósamd um eitt og annað er sunt og náttúrligt, tí so fær man diskuterað tað.
-Tey, sum eru í kristnum flokkum halda hetta at vera rætt og skilagott!
Ólavur:
-Jú, men tað er so øgiliga skjótt har frá og so at siga, at Javnaðarflokkurin, Tjóðveldisflokkurin ella Fólkaflokkurin bestanda av ókristnum menniskjum. Onkursvegna liggur tað og lúrir undir fláunum.
-At taka Guds orð fram í tingrøðum er væl ikki skeivt?
Petur Martin:
-Man kann jú brúka sitat til alt møguligt, men at útnevna sín egna politikk, sum tann einasta kristiliga politikkin, tað er tvætl.
Ólavur:
-Nú skal man vera varin við at gera seg klókan uppá, hvat onnur fólk hugsa, men eg havi ein varhuga av, at nógv av teimum, ið eru virkin í kristiligu flokkunum, vilja t.d. vera øgiliga skjót til at fordøma tað, sum hendur í islamisku rørsluni, tá ið politikkur og islam verða blandað saman. Tá sær man tað so væl, tí tað er í útlondum, men kanska ikki so væl, sum tá tað er í Føroyum. Men fyribrigdið er júst tað sama í míni verð.










