Hilda og Allin eru bæði fødd og uppvaksin í Nesi, har tey settu búgv. Tey eru bæði fødd í 1925 og hava upplivað ta trongu og berligu tíðina í 1930 árunum, tá ið árslønin hjá fiskimonnunum lá ímillum 300-700 krónur. Tey hava upplivað tey hættisligu krígsárini (1940-1945) við teirra sorgarleikum og samfelags-broytingum, sum fullkomiliga í mongum førum umskapaði lívsmynstrið og livikorini á bygd í Føroyum. Men teirra støðið sum bygdarfólk var ikki tikið av lagi ? tey vóru av tí berginum brotin.
Tað var stór broyting hjá fiskimanninum ? sum Allin var frá 15 ára aldri ? frá seinast á 1930 árunum at hava eina ársinntøku u.l. 600-700 kr. og so nøkur fá ár seinni ? undir krígnum ? at fáa 5000-6000 kr. í 3-4 vikur ein ísfiskatúr. Tá galt um at fóta sær fíggjarliga. Hetta dugdu Hilda og Allin.
Tey eru enn millum teirra, sum enn elska og virða bygdarlívið ? tað, sum eftir er av tí.
Umframt at halda húsið, sum fitt av ogn liggur til, er Hilda enn røsk til hendurnar bæði at binda og baldýra. Í ungdómsárunum var hon burtur og tænti í húsi sum arbeiðsgenta. Hetta var so vanligt tá. Men hon var eisini í Havn og lærdi at seyma hjá bróður sínum, tí vælumtókta skræddaranum, Niclasi Ludvig. Hetta er komið henni væl við seinni sum húsmóðir, mamma og omma. Øll síni bestu ár sum aðrar sjómanskonur røkti Hilda bæði kúnna og seyðin, evnagóð og sterk sum hon var. Sum aðrar ungar gentur í hennara barnaárum var hon við bæði at fiska kúving og at stinga fliður til agn hjá útróðrarmonnunum ? ein horvin verð í dag, men við góðum og ríkum minnum hjá teimum, sum upplivdu tað gamla og nú farna bygdalívið við tí neyðuga felagsskapinum, sum skapaði samfelagið.
Millum menn fekk Allin ? rætta navn hansara er Daniel Peter ? um endan á gamla samfelagnum. Hann minnist útróðurin við árabáti bæði fyri eystan og fyri vestan. Men ungdóms- og mandóms-árini luttók hann sjálvur mest í útróðri við motorbáti um vetrarnar. Tá var »Johanna« hjá nesmonnum í høgum virði.
Allin var fiskimaður burturav. Hann fekk um endan á sluppfiskiskapinum við Ísland og Grønland og síðan tey mongu seinni árini við trolara vetur og summar, í myrkri sum í ljósum, soleiðis sum okkara fiskimenn arbeiða dagin í dag.
Tað var ikki bara broytingina í sjólívinum, Allin upplivdi. Hann var bygdarmaður burturav og luttók í øllum, sum bygdin hevði at bjóða. Eitt skifti var tað kolarbeiðinum, sum hvalbingar livdu av, og Allin bar seg ikki undan hvørki við hakkara ella spaða í kolholinum.
Frá óvitaárunum var hann siðmaður bæði inni á landi og í Lítlu Dímun. Tey eru ikki fá túsund náta- og lomvigaregg, hann er komin upp um eggina við. Hann hevur mangan skølingin slitið upp í berginum, áðrenn hesin felagsskapunum var avlagdur nú fyri árum síðan. Men enn røkir hann 75 ára gamal sín hálva gyllin í Lítlu Dímun. Á rekstri hevur hann havt sína føstu gongu upp fyri sunnan á Toppin og so niður fyri norðan móti rættini.
Tey seinastu árini hevur hann havt abbasynirnar við, tí gamalt er, at hann sum bjargamaður skal vera, má vera við frá óvitaárunum og læra av teimum eldri. Tað hevur verið honum ein stór gleði, at hann hevur kunnað havt abbasynirnar við í oynna, so hugagóðir teir hava verið. Teir hava ikki verið minni hugagóðir at hjálpa honum í Trøðini og í Slokkunum, har Allin hevur gjørt tað sjáldsama bragd í okkara tíð við haka og hvísl at drena alt Slokkastykkið, so at gomlu gravirnar og kornteigarnir hjá abba hansara, Damla Danjali, sum hann ber navnið eftir, nú eru ein einasti fløttur ? u.l. eitt kúfóður í vídd.
Arbeiðshug og arbeiðsevni hevur Allin fingið í vøggugávu. Hann hevur altíð verið og ? hóast síni 75 ár ? er framvegis eitt arbeiðsjarn, hugagóður og raskur alla staðni millum manna, altíð beinasamur, góður at heita á, ongantíð við teimum stóru orðunum, men stillførur, álítandi í øllum verki sínum, friðarmaður ? hansar apartur lá ongantíð eftir, har hann var og er.
Eftir at sjúkrakassarnir vórðu samanlagdir, fekk Allin ábyrgd av at krevja limagjaldið inn í sóknini, og hann var valdur í felagsstýrið fyri sjúkrakassarnar, har hann nú hevur verið í meira enn 20 ár.
Í einum so longum hjúnalagi sum hjá Hildu og Allanum, har maðurin hevur havt sítt arbeið fyri ein stóran part á sjónum, har ilt er at byggja borð fyri báru, og á landi í bakka og í bjørgum, har ofta bara eitt fet er frá deyðanum ? har hevur konan mangan sínar óttafullu løtur. Mangar slíkar løtur eru eisini at minnast á hjá Hildu, t.d. hina ferðina í Lítlu Dímun, tá ið hvalbingar lógu bátleysir úti í Lítlu Dímun eina ódnarnátt um heystið, og heimafólkið ikki visti, hvussu leikur fór. Ella hina ferðina, tá ið Allin sjálvur varð háttur av eldi umborð á motorbáti. Í neyðini leyp hann fyrst fyri borð og síðan vant hann seg upp aftur á dekkið at bjarga bæði mannalívi og bátinum frá eldsbruna.
Tað er ikki skamrós, tá ið sagt verður, at Hilda og Allin, sum hjún, sum grannar, sum bygdarfólk og sum trúføst fólk á kirkjugøtuni hava livað upp til tað bønina, prestur bað fyri teimum á prædikustólinum tann dagin fyri 50 árum síðani, tá ið lýst varð fyri teimum, um at tey máttu liva øðrum til gott fyridømi.
Teimum verður ynskt tillukku við gullbrúdleypsdegnum nú 9. desember við bestu ynskjum um framhaldandi gott hjúnalag og Guds signing á lívsleiðini.
Johs.