stígur komin í, av tí at ferðslumyndugleikin hevur gjørt kommununa varuga við, at neyðugt er við eini kunngerð frá landsstýrinum, sum heimilar kommununi at halda fram við arbeiðinum at gera súkklubreytir [...] Innlendismálaráðnum bræv, har heitt varð á landstýrismannin um at útvega hesa heimild. Tað er mín vón, at heimildin skjótt verður útvegað, soleiðis at miðvísa arbeiðið kann halda áfram, til kommunan hevur eitt [...] enn nakrantíð. Kanningar aðrastaðni vísa, at tess fleiri súkklubreytir verða gjørdar, tess fleiri fara at súkkla. Hagtøl frá Keypmannhavnar kommunu siga t.d., at tá ein súkklubreyt verður gjørd á einum
hon, ið heldur, at einki ber til í Føroyum fyri at tíðindafólkini kunna fáa uppfylt sítt krav um mótstríðandi meiningar, sigur Katrin Ottarsdóttir. Eg vil ikki finna meg í at vera lýst sum ein, sum [...] Eg noyðist at siga, at sum hetta prátið við meg í Degi og Viku í kvøld kom at ljóða, so kann eg ikki standa inni fyri tí. Har var so nógv av tí, sum eg segði, sum ikki kom við, og tí kom tað, sum kom [...] kenni tað sum mína skyldu at hava eina realistiska meining um tingini, sigur hon og leggur afturat: Men kanska er hettar ein leiklutur, sum er blivin tillutaður mær, at vera tann súri og tvøri dreymaknúsarin
meinar, at hann kann bera tað saman at eiga nøkur fá partabrøv í Eik Banka og so at vera nevndarformaður í feløgum, ið varða av virðum fyri tvísiffraðar milliónaupphæddir. At løgmaður roynir at gera hetta [...] mundi vera um málið. Eftir at hetta varð endurgivið í Sosialinum, spurdi Vágaportalurin bæði løgmann og Jørgen Niclasen, sum báðir avsannaðu, at nakað var um hetta. Løgmaður segði beinleiðis, at hann kendi [...] um vit fóru at seta spurnartekin við, um hann var førur fyri at reka eina fyritøku – og um hann so var førur fyri at stýra landinum – ella um trúvirði hjá honum var í lagi? Men av tí at eitt av feløgunum
fór at verða tað perfekta høvið at biðja hana um at giftast við mær, sigur Jógvan á Høvdanum. Fyri nøkrum vikum síðani skipaði Føroya Tele fyri einari kapping, har vinningurin var at sleppa at framføra [...] møguligt. Hóast eg roknaði við, at alt fór at ganga eftir ætlan, og Annbjørg fór at siga ja, so hugsaði eg eisini, at um hon nú av eini ella aðrari orsøk segði nei, so fór tað at verða eitt øgiligt sjokk, sigur [...] má viðganga, at eg stríddist við ikki at gráta, tí tað var so ótrúliga romantiskt, fitt og ikki minst eitt stórt yvirraskilsi, sigur Annbjørg S. Abrahamsen. At Jógvan á Høvdanum valdi at fríggja til hana
eru ov ungir til at verða fólkaogn, skal vera ósagt, men sannleikin er, at tey flestu, ið eru til eina Frændur konsert, eru har fyri at syngja við og hugna sær, og ikki so nógv fyri at dyrka tónleikin, [...] Fólkakæri bólkurin var síðsta navnið at fara á pall, og teir syrgdu fyri at tey flestu fólkini, ið vóru komin saman á Vágsbøi, fóru heim við eini góðari kenslu, aftaná at hava sungið við til allar teir vælkendu [...] samanspældur, og løgini so kend, at tað illa kann ganga galið. Serliga tá havt verður í huga, at til flestu løgini standa fleiri túsund fólk og skrála við alla tíðina. Hetta ger, at meginpartin av tíðini kennist
Endiliga tykist veðrið at vera við fyriskiparunum av Summarfestivalinum. Næstan ikki síðan fyrsta Summarfestival afturi í 2004 hevur veðrið verið so gott, sum tað hevur verið í dag. Hóast eitt sindur kølið [...] sólin skinið oman og niðan í Klaksvík allan dag. Veðurforsøgnirnar siga frá allarfagrasta veðri restina av kvøldinum og náttina við. Líka kl. 3 í nátt verða tað nakrir fáir dropar. So at siga eingin vindur
ikki finna seg í at blíva kannað, halda tað vera fornermandi, finna seg í at skula prógva, at tey ikki eru pedofilar, (tí at nakað faktiskt eitur privatlív!), at tey ikki tíma at fáast við hasa bureaukratisku [...] dagin. Ikki tað, at viðkomandi á nakran hátt hevur gjørt nakað skeivt, ætlar sær at gera tað ella er bangin fyri at gera tað, men bara tað, at hann er har!, er so líðandi blivið nokk til at illgita ein s [...] sentralt hugtak. Eitt lítið, men sera týðandi orð. Hugskotið, at títt barn nakrantíð fer at læra at hava álit á onnur vaksin, ella at onnur børn læra at hava álit á tær, er farið frá onkrum, ið bara er nakað
hann, og 68 aðrir valdu at gevast. Hvarv Shizo Kanakuri var millum teir 68 rennararnar, sum góvust at renna. Tað stóð at lesa á tí almenna úrslitalistanum. Men har stóð ikki, at Kanakuri var ongantíð komin [...] við minnum frá Stockholm-leikunum, og ein av tíðindamonnunum gjørdi av at fara til Japan at vita, um tað mundi bera til at fáa at fáa greiði á, hvat hendi tí horvna rennaranum. Hann hevði eydnuna við sær [...] kappingini, hann var ikki at síggja á málinum ella har um vegir, og fyrireikararnir høvdu ikki fingið nøkur boð um hann. Shizo var snøgt sagt horvin. Onkur vildi vera við, at hann hevði mistikið seg á
hesar dagar kenna vit kensl- una av at hoyra saman. Kensluna av at vera partur av nøkrum størri. Kensluna av at vera ein tjóð. Ólavsøkumorgun gongur skrúðgongan oman í dómkirkjuna til guðstænastu. síðani [...] samfelagið soleiðis, at tað er lokkandi hjá fólki at flyta til landið, og at her er gott at vera hjá familjum við børnum. ??løgmansskrivstovan 3 ???????????????Til hetta krevst, at vit fáa fleiri spennandi [...] hvussu vit flyta okkum frá at vera rávøruútflytari til at vera ein matvøruframleiðandi tjóð. Vísast skal á vinnu- møguleikar, og hvussu útbúgving og gransking kann vera við til at menna matvøruframleiðslu
tað kann kanska vera tekin um, at vit stílaðu ov høgt, men tað kann eisini merkja, at tíðirnar eru eitt sindur betri í Føroyum, enn vit halda, sigur Jákup Sverri Kass, ið staðfestir, at Vága Floghavn hevur [...] Kanska er økt virksemi til, at prísurin er trýstur skeiva vegin fyri okkara viðkomandi. Men vit hava nevndarfund 6. august, og tá fara vit at hyggja nærri at øllum tilboðunum og lesa tey væl og virðiliga [...] flogvøllinum í Vágum. Frammanundan varð mett, at arbeiðstøkan fór at kosta 102 milliónir krónur, men tilboðini lógu runt roknað millum 24 og 59 milliónir krónur oman fyri metingina. Hetta var eitt sindur hægri