Boðini vóru hægri enn væntað

– Kanska er økt virksemi til, at prísurin er trýstur skeiva vegin fyri okkara viðkomandi. Men vit hava nevndarfund 6. august, og tá fara vit at hyggja nærri at øllum tilboðunum og lesa tey væl og virðiliga saman við okkara ráðgevum, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága Floghavn.

Í gjár var lisitatión í sambandi við bygging av farstøð, tænastubygningum og øðrum á flogvøllinum í Vágum. Frammanundan varð mett, at arbeiðstøkan fór at kosta 102 milliónir krónur, men tilboðini lógu runt roknað millum 24 og 59 milliónir krónur oman fyri metingina.

– Hetta var eitt sindur hægri, enn vit væntaðu, og tað kann kanska vera tekin um, at vit stílaðu ov høgt, men tað kann eisini merkja, at tíðirnar eru eitt sindur betri í Føroyum, enn vit halda, sigur Jákup Sverri Kass, ið staðfestir, at Vága Floghavn hevur ikki meira pengar enn tað sama, so ætlanin hevur verið at fingið arbeiðið gjørt innan fyri metingina.

– Núverandi terminalur var bygdur í 1978-79 til 100.000 ferðafólk, og í dag eru yvir 200.000 ferðafólk, og tað sær bara út til at vaksa. Tí er tørvur á einum nýggjum terminali, og vit vildu fegin sloppið at sett spakan í longu í september, so arbeiðið er liðugt í mai 2014, sum málið hjá okkum er.