betri pláss fyri skipferðsluni á havnarvág, so hevur Tórshavnar kommuna gjørt av at spreingja kneysar burtur út fyri Tinganesi. Ætlanin var eisini at dýpa meira eystan fyri Tinganes fyri at fáa pláss [...] niðan í býin, so bedýra menn, at eingin vandi eg fyri fornminnunum í Tinganesi og á Tinghelluni. Mourits Mohr Joensen á Havstovuni, sum hevur kannað túsundtals mið og hevur nógvar miðabøkur liggjandi
gjørdi grindin landgongd í Viðvík eystantil á Viðoynni. - Alt fór í land í einum, sigur Karl Johansen, sýslumaður. Beinanvegin lupu 12 menn í land og skóru hvalirnar á háls. Menn komu eisini til gongu úr Hvannasundi [...] Tað var mestsum myrkt, tá ið 80-100 hvalir gjørdu landgongd í Viðvík á Viðoynni Nógv fólk ivaðust stórliga í, at grindin, sum varð funnin um middagsleitið 12 fjórðingar norður úr Fugloynni, nakrantíð fór [...] morgin kunnu flyta allar hvalirnar til Hvannasunds í morginári. Karl Johansen væntar, at bygdirnar eystan Múlan fáa alla grindina, tí tær fingu einki av stóru grindini í Klaksvík seinast. Tær bygdirnar standa
teimum góðu tilboðunum, sum Samkeyp hevur á skránni, og eg veit av royndum, at tey eru góð, staðfestir Petur Eirik, ið alt fyri eitt upplivdi at fleiri kundar komu á gátt, tá ið farið var upp í Samkeyp. B [...] Fyri fýra árum síðan lat Hallur Poulsen í Norðragøtu handil upp eystan fyri fótbóltsvøllin í Norðragøtu. Í mai í ár keypti Petur Eirik Djurhuus helvtina av hesum handli. Hin eigarin er Hallur Poulsen. [...] Petur Eirik eigur annars eisini PE í Havn, ið hevur eina deild í Stoffalág og eina á Argjum. PW í Norðragøtu fór fyri stuttum somu leið sum hinir handlarnir hjá Petur Eiriki og gjørdist partur av Samkeypi
dag: Hósdagin tekur eitt lágtrýst seg upp yvir Grønlandsfjørðinum. Tað dýpist á veg suðureftir og fer framvið beint eystan fyri Føroyar. Sunnudagin kemur ein hitabrúgv framvið av útnyrðingi. [...] hvassan vind av vestri og útnyrðingi. Skýggjað og regn ella vátakavi við hita millum 2 og 5 stig. Út á dagin slítur í, men møguliga okkurt vátaslettingsæli og vindurin veksur eitt skifti upp í skrið av norði [...] n: Andøvsgul upp í ein strúk av norði. Vátakava- ella kavaælingur men eisini onkrir sólglottar. Út á dagin minkandi vindur. Hitin millum 1 og 3 stig. Veðrið leygardagin og sunnudagin: Framvegis óstøðugt
kommuna eisini sett heilsufótbólt fyri eldri borgarar á skránna saman við FSF og Setrinum, so vit eru eisini á veg í Føroyum á eldraøkinum. Magni Mohr leggur aftrat, at tey leingi hava vitað, at venjing [...] Krustrup, sum starvast ávikavist á universitetum í Grikkalandi, Svøríki, Sameindu Arabisku Emirratunum og í Danmark. Greinin vísir á, at sterk vísindalig próvførsla á metaanalysu-stigi er fyri, at fót [...] Tað skrivar setur.fo Um allan heim veksur talið á eldri fólki, og í 2040 eru 15 prosent av heimsins borgarum eldri enn 65 ár. Váðin fyri flestu av stóru fólkasjúkunum veksur munandi, eldri vit gerast,
teldupostin, sum Magni Arge, stjóri í Atlantsflog hevur sent flogskiparunum, har Magni Arge verður lagdur undir at geva flogskiparunum munnkurv. Hetta hendi eftir, at flogskiparar høvdu verið á fundið við ávís [...] Vágum. - Pilotarnir sum komu - einir 10 tilsamans - løgdu stóran dent á, at teir einans tosaðu sum privatpersónar, og at teir ikki á nakran hátt ynsktu at enda í nøkrum politiskum stríði. Teir greiddu ógvuliga [...] er als einki løgið í, at Magni Arge reageraði, sum hann gjørdi. Tí sjálvandi skulu pilotarnir ikki taka lut í suspektum virksemi. Men tað hava pilotarnir heldur ikki gjørt. Ikki á nakran hátt. Teir hava
Ein hátrýstsryggur fer í morgun fram við Føroyum. Eitt lágtrýst er á veg úr Grønlandsfjørðinum í ein landnyrðing og tilhoyrandi brúgvaløg við regni fara fram við Føroyum í kvøld, áðrenn ein kaldari streymur [...] streymar inn yvir landið av útnyrðingi. Í næstu viku fer eitt sera djúpt lágtrýst frá Kappanum og í ein eystan og leggur seg sunnan fyri Ísland. Tilhoyrandi brúgvaløg við regni fara fram við Føroyum mánadagin [...] hitin millum 3 og 8 stig. Leygardagin Vindur av vestri, eitt skifti lot til andøvsgul, 3 til 7 m/s, út á seinnapartin og kvøldið hækkar hann í ein útnyrðing og øtlar upp í strúk í vindi, 8 til 13 m/s, í støðum
skuldu allir løttu fetini upp á sigurspallin í dag. Í dag varð kappast í Einkultstarti, og var tað Eysturoyggin, ið var karmur um kappingina. Startur og mál var við Stranda Máling á Strondum. Súkklað var av [...] vegin inn á Skálabotn. Her bleiv vent við Effostøðina og so gekk leiðin aftur til Strendur. Teinurin er 27 kilometur langur. Súkklarar eru glaðir fyri júst hendan teinin, og er hetta triðja árið á rað, at [...] ikki fyrr enn allir súkklarar eru komnir á mál. Teir sterkastu byrja seinast, og tað ber tá nøkunlunda til at meta um munin, tá súkklarar til dømis hava vent. Magni byrjaði ein minutt áðrenn Jákup Petur.
samrøðan okkum at fara niðan á Eið. Gingu fram við húsunum í Stuttholu, sum nú eru fólkatóm, og niðan á Eiðið, har vit tosaðu um tey gomlu sjaldsomu gróthúsini, sum høvdu staðið á Eiðinum í fleiri mannaminnir [...] úti undir Botnagarði, har vit komu í prát. Vit fylgdust út á Másanestið og tosaðu um, hvussu Nólsoyar Vík var broytt í okkara tíð. Fyri eystan var Hørgin og Eiðið somuleiðis ikki at kenna aftur. Holið, [...] klúgva upp og niður av Eiðinum fyri eystan. Nei, Eiðið er ikki tað, tað hevur verið, vóru vit samdir um. Heldur ikki vit, farnir um tey seksti, ið høvdu leikt sum piltar á Mýruni og í Træbrúgvsdammi. Tosið
føroyskum familjum til jóla. Tey sum luttaka á konsertini eru: Halleluja Sofus Hallur Joensen Kristina Bærentsen Beddi Kirstin Johannesen Pauli Magnussen Magni Christiansen Vestmanna Sangkór Vestmanna kirkjukór