Soleiðis fer verðin við øllum... Fyri at fáa betri pláss fyri skipferðsluni á havnarvág, so hevur Tórshavnar kommuna gjørt av at spreingja kneysar burtur út fyri Tinganesi. Ætlanin var eisini at dýpa meira eystan fyri Tinganes fyri at fáa pláss fyri bæði Norrønu og Smyrli við Bursatanga, men hendan ætlanin varð steðgað av friðingarmyndugleikunum.
Hóast ristingarnar av spreingini út fyri Tinganes merkjast langt niðan í býin, so bedýra menn, at eingin vandi eg fyri fornminnunum í Tinganesi og á Tinghelluni.
Mourits Mohr Joensen á Havstovuni, sum hevur kannað túsundtals mið og hevur nógvar miðabøkur liggjandi sigur, at havnarmenn brúktu Innastamið, tá høgætt var, og tað ikki var farandi úr í fjørðin.
Innasta mið var ein hamari, beint uttan fyri Tinganes, hálvanannan favn niðurav. Har fingust oftast nakrir reyðfiskar.
Ýtini fyri miðið eru: Kirkjutornið, Amtmanstornið og Skanskapakkúsið.