So bersøgin er partamaður hansara, Sjúrður Skaale, sum sigur, at Tórbjørn Jacobsen hevur lagt flogskipararnar undir at renna politisk ørindi.
Tað var John Johannessen sum nú um dagarnar setti fram ein grein 52 fyrispurning til Johan Dahl, landsstýrismann, um nógv umrødda teldupostin, sum Magni Arge, stjóri í Atlantsflog hevur sent flogskiparunum, har Magni Arge verður lagdur undir at geva flogskiparunum munnkurv. Hetta hendi eftir, at flogskiparar høvdu verið á fundið við ávís tingfólk.
Sjúrður Skaale var eitt av tingfólkunum, sum fekk í lag fundin við einar 10 flogskiparar hjá Atlantsflog. Hetta var eftir at Vága Floghavn 1. oktober legði tilmæli fram um útbygging av vøllinum í Vágum.
Endamálið við fundinum var at fáa flogskipararnar at greiða frá, hvat teir mettu um møguleikar og avmarkingar í Vágum.
- Pilotarnir sum komu - einir 10 tilsamans - løgdu stóran dent á, at teir einans tosaðu sum privatpersónar, og at teir ikki á nakran hátt ynsktu at enda í nøkrum politiskum stríði. Teir greiddu ógvuliga sakliga frá viðurskiftunum í Vágum, soleiðis sum tey síggja út úr cockpittinum. Á sama hátt greiddi flogleiðarin væl frá teirri ætlaðu úbyggingini, somuleiðis sæð úr einum flogtekniskum sjónarhorni, sigur Sjúrður Skaale m. a. í eini grein, sum verður prentað í Sosialinum í dag.
Hann sigur, at als einki loyniligt var við fundinum.
- Sum eg skilti visti stjórin í Atlantsflogi eisini um fundin. Tað er heldur einki óvanligt við slíkum fundum. Eisini eftir henda fundin hava politikarar tosað við flogskiparar. Eins og ein stórur partur av tinginum var til almenna framløgu á Hotel Hafnia um útbyggingina í Vágum. Tað er sjálvsagt, at politikarar vilja hava vitan. Avgerðin, sum skal takast, er jú sera týðandi, sigur Sjúrður Skaale.
- Men so var tað Tórbjørn Jacobsen, sum dróg flogskipararnar gjøgnum sentrifuguna og legði teir undir at renna politisk ørindi, sigur Sjúrður Skaale og siterar úr grein hjá Tórbjørn Jacobsen, har hann segði:
»Í eina tíð hava loyniligir skýmaskotsfundir verið hildnir í Havn um landsins flogvallarviðurskifti. Útvaldir flogskiparar, í starvi hjá nationala flogfelagnum, aðrar staðir høvdu teir helst verið róptir ?renegatar? og havt eina óvissa framtíðarlagnu, og serliga útpeikaðir politikarar hava dúgliga hitst, helst fyri at skáka ætlaðu útbyggingina í Vágum.«
Tórbjørn tosaði eisini um at »...ráðleggingar og spunasmíð fara fram í tøttum cellum, millum útvaldar pilotar og politikarar...«
- Hetta var altso heilsanin, sum Tórbjørn Jacobsen hevði at bera hesum monnum, sum høvdu dittað sær at nýtt sítt talufrælsi. Siðiliga. Sakliga. Og ábyrgdarfult, sigur Sjúrður Skaale, sum harmast um, at hetta er orsøkin til heilsanin frá Magna Arge.
- Tá hugsað verður um, hvat hevur verið sagt um pilotarnar, er als einki løgið í, at Magni Arge reageraði, sum hann gjørdi. Tí sjálvandi skulu pilotarnir ikki taka lut í suspektum virksemi. Men tað hava pilotarnir heldur ikki gjørt. Ikki á nakran hátt. Teir hava eina og aleina greitt frá nøkrum viðurskiftum, sum heitt varð á teir um at greiða frá, sigur Sjúrður Skaale, sum harmast um at hava drigið flogskipararnar hjá Atlantsflog niður á hetta støðið.
- Soleiðis kann politikkur tíverri vera, sigur Sjúrður Skaale, løgtingsmaður, at enda.