Grindaupptøkan bíðar til í morgin

Tað var mestsum myrkt, tá ið 80-100 hvalir gjørdu landgongd í Viðvík á Viðoynni Nógv fólk ivaðust stórliga í, at grindin, sum varð funnin um middagsleitið 12 fjórðingar norður úr Fugloynni, nakrantíð fór at koma til lands. Tað var illveður, bara tveir bátar róku, og skýmingin nærkaðist.

Ein minni bátur fór eisini út at reka, og nakað fyri klokkan seks í kvøld gjørdi grindin landgongd í Viðvík eystantil á Viðoynni.

- Alt fór í land í einum, sigur Karl Johansen, sýslumaður.

Beinanvegin lupu 12 menn í land og skóru hvalirnar á háls.

Menn komu eisini til gongu úr Hvannasundi um Sundsskarð og av Viðareiði inn gjøgnum berg.

Tosað varð um beinanvegin at sleipa allar hvalirnar til Hvannasunds, men tað varð av ongum.

- Vit settu trygdina í hásæti og bíða til í morgin, sigur Karl Johansen.

Mett verður, at teir báðir trolbátarnir, sum róku grindina tað mesta av seinnapartinum einsamallir, í lýsingini í morgin kunnu flyta allar hvalirnar til Hvannasunds í morginári.

Karl Johansen væntar, at bygdirnar eystan Múlan fáa alla grindina, tí tær fingu einki av stóru grindini í Klaksvík seinast. Tær bygdirnar standa í hvussu er í fremstu røð, sigur hann.