Heilt ungur var hann stýrimaður á Polarfarinum við Gudda á Dalinum sum skipara, hann var stýrmaður og skipari á Atlantsfarinum í fleiri ár, serliga var hann skipari á Atlantsfarinum øll bardagaárini, [...] hann stýrimaður á Polarstjørnuni við Palla hjá Marionnu sum skipara, á Vesturvík við Vilhelm á Syðradali sum skipara og Viðoy við Richard hjá Jóan Jakku sum skipara. Tá Sámal var stýrimaður á Atlantsfarinum [...] Mortan gjørdist sjúkur og doyði. Tá tók Sámal við sum skipari á Urd. Hann var stýrimaður á gøtutrolaranum Trónda í Gøtu og stýrimaður og skipari á trolaranum Barmi, sum var heimahoyrandi í Klaksvík. Eg minnist
Her á fold skjótt lívið út man renna, Hvør kann siga, góð man vera tíð, Hvør man tal á lívsins døgum kenna? Brátt sítt síðsta slag tín klokka slær. Fari at royna at skriva nøkur orð um teg, góða Mása. [...] kann vera betur? Eg fari nú nøkur ár aftur, til tá vit rættiliga komu at kennast. Mása var í handlinum á Stongum. Mása og hinar í handlinum prátaðu við meg og spurdu, hvar eg hevði verið. Eg segði í Árnafirði [...] hennara Torleif var har, og hann bleiv seinni maður mín. Ja, gott at eiga góð minnir. Vit eru komin nógv á gátt í tykkara heimi, hjartalig og blíð bæði tvey. Vit vóru ofta samdar í okkara práti. Tú var eisini
góð ummæli. Tey seinastu árini, tá heilsan fór at bila, hevur hann sett við, t.v.s. lært tveir næmingar at undirvísa – ja, oyst av síni vitan, so skúlin kundi halda á fram. Hann sá , hvønn veg tað bar. [...] gamal, lærdi til timburmann, hjálpti til á Sjómansheiminum og var til skips millum annað í Grønlandi við Borgini - skipari var Torvald Hjelm. Hann arbeiddi eisini á grótvirkinum, har hann var tiltikin fyri [...] sum stendur í salongini umborð á kongaskipinum. Her hevur hann høgt føroyakortið í steinplátuna og høgt hvalir allan vegin rundanum. Sera prýðiligt handverk. Minningsvarðan á Fløtuni Fríðu suðuri í Vági hevur
teirra sum longu í ungdómsárunum kom í samband við Tórálv, fyrst á Niels Brock, haðani vit tóku prógv í 1959 og síðani fylgdust vit á 1. parti á Handilsháskúlanum. Hugur Tórálvs stóð til at gerast statsaut [...] annað og nema sær meira bókligan kunnleika. Aftaná 3 ára starvstíð á Føroya Gjaldstovu gjørdi hann í 1954 av at fara til Danmarkar á handilsskúla. Hann bleiv ein av tí liðnum av útisetum, ið komu higar [...] in gjøgnum nógv ár sera ofta luttók á stevnum v.m víða um og harvið umboðaði Føroyar og føroyskt mentalív. Í privata vinaskaranum setti hann altíð sín serliga dám á. Hann var ikki bert ein vanligur luttakari
luttók sum 14 ára gamal. Nú landsfundurin aftur var í Sørvági í fjør, var heilsan hjá Vilhelmi farin at bila. Tá hevði hann á orðið, at hetta ivaleyst fór at verða seinasti landsfundurin, hann var við [...] nógv fólk fluttu til Klaksvíkar at vinna. Hetta hevur ivaleyst havt ávirkan á ta lívsáskoðan, hann seinni stóð fyri, eisini á politiska pallinum, har hann var verkamannavinur sum fáur. Vilhelm fann sær [...] mintist ilt aftur á nakað. Men ikki var hann bert gávaður røðari, tí eisini við penninum var hann ein úrmælingur. Hetta kom eisini Sosialinum til góðar, tá Vilhelm sat sum blaðstjóri á blaðnum frá 1972
tá ið Vilmund doyði, týsdagin hin 13 mai 2014. Eg minnist eisini aftur á mínar barnadagar, tá ið vit komu inn á gólvið hjá tykkum á Marknoyri. Vit vóru so nógv systkin, og tað kom fleiri ferðir fyri, at [...] okkara, tí tað var so gott og hugnaligt, at koma inn í tykkara heim á Marknoyri í Vági á sinni. Eisini vóru sera góðar dagar í Lamba og á Nesi, tá ið eg var har norðuri og vitjaði familjuna hjá Disuni, hetta [...] sita so rimmar fastar í mínun minni. Jú, tað er kanska ikki so løgið, eitt nú, var Karl á Marknoyri hansara granni á sinni, Karl var tiltikin skemtingarsamur og klókur maður. Eg upplivdi eisini, at ferðast
tær í køkinum, so vit síggja teg hvønn dag, men tú manglar so nógv. Eg sakni at sita í køkinum ella á tínum songarkantin og hoyra teg fortelja søgur og reypa. Tú dugdi so væl at fortelja og var altíð líka [...] Eg visti altíð, hvussu tú hevði tað og øvugt. Vit gjørdu alt saman. Serliga minnist eg fiskitúrarnir á gomlu kai, biltúrarnir til Skálabotn hvønn sunnudag at keypa bomm, kaitúrarnir í Runavík, og tá tú vart [...] ing og segði altíð at eg skuldi passa teg tá tú bleivst gamal. Tey síðstu tvey árini vart tú meira á sjúkrahúsi enn heima. Eg var altíð hjá tær, hvønn dag og sat hjá tær um náttina tá tú vart heima og
tað sást á tí skara, ið fylgdi tær til títt seinasta hvíldarstað her á jørð. Tú hevði í nógv ár títt yrki á sjónum, sum maskinmeistari við millum annað Seglhússkipunum, men eisini arbeiddi tú á landi, og [...] síggja hvussu hann strálaði tá tit komu. Mangar hugnaligar løtur eru at minnast aftur á saman við tær og ommu, og eisini úti á Selheyggi, tá omma og tú samlaðu alla familjuna, vit vóru nógv, men tað rørdi tykkum [...] vit høvdu tað gott og kendi okkum væl hjá tykkum. Hóast heilsan tey seinastu árini bilaði vart tú ágrítin, tað var so hugnaligt at síggja teg á bátabrúnni gera klárt at fara út við bát, tað dámdi tær væl
hond - eisini eftir at heilsan fór at bila. Eitt annað, sum sermerkti mammu alt lívið var hennara óvikandi trúgv á Harran, og takksemi hennara til tann Gud, sum hon setti sítt álit á longu sum ung genta. [...] álvara.Hetta sæst eisini á hesum sangi, sum hon yrkti meðan hon var til viðgerð á Ríkissjúkrahúsinum, og sum næstelsti sonurin Sámal ein dag fann inni í bíbliuni hjá mammu: Á Jesus eg elski teg, tú kærur [...] blóðið hans rann Drála ei longur, men kom nú í dag Um tú ætlar við til hin himmalska stað Magnhild á Toftini Á Ríkissjúkrahúsinum 09.10.1991 Heimaftur komin til Føroya var mamma sjálvandi veik, men royndi sum
var altíð so glað og hevði nógvar ætlanir fyri framtíðina hjá sær og sínum. Torført er at seta orð á tær kenslur og tankar, ið komu, nú vit tvær ferðir hetta summarið fingu ófrættaboð. Tað kennist ógvuliga [...] lætta og róliga lyndi. Báðar tvær fyrikomandi og smílandi. Eins og vit, klárar at taka næsta stigið á lívsleiðini. Spyrjandi sita vit eftir og undrast yvir hvussu henda summarfrítíðin, vit við gleði høvdu [...] At tit ikki sleppa at útliva tykkara ætlanir og dreymar. Og at tit ikki sleppa at taka næsta stigið á lívsleið tykkara, saman við teimum tit vóru so góðar við og sum vóru so góð við tykkum. Vit vilja hervið