andi. Í 1983 kom ferjan til Føroya, og fekk hon navnið »Norrøna«. Í yvir 20 ár var hendan ferjan motorvegurin hjá føroyingum til Europa. Í mars 2004 varð gamla Norrøna seld til kristna felagsskapin, OM [...] Scheveningen, áðrenn leiðin gongur til skotska høvuðsstaðin, Edinburgh tann 30. mars. Skipið skal liggja í Edinburg til tann 14. apríl, tá loyst verður, og siglt verður aftur til staðið, har skipið eigur størsta [...] æra at føra gomlu Norrønu Á brúnni heilsi eg uppá Una Nolsøe skipara. Eitt tað fyrsta eg spyrji hann er, um tað er ein stór æra at føra gomlu Norrønu? – Tað vil eg siga. Tað er ein æra at vera við í hesari
við at gera mat til børnini á skúlunum. Tey børn, sum møta innan skúlin byrjar, kunnu fáa morgunmat á tí snotuligu kantinuni, sum hoyrir til skúlan her í Tygelsjö. Á middegi fáa øll børnini heitan døgurða [...] gongur í stuttum út uppá at læra børnini at kenna sínar kenslur og at úttrykka tær rætt til tær røttu umstøðurnar. EQ-útbúgvingin er so nýggj, at hon ikki er komin til allar skúlar í Svøríki enn, men á [...] byggitilfar, sum geva minst møguligt ljóð, tá stólar til dømis verða fluttir runt. Børnini seta skógvarnar frá sær í gongini, og tað er eisini við til at dempa ljóðið, samstundis sum tað verður reinari inni
sigli eg ofta til Suðroyar við Smyrli, sum man hevur reypað so nógv um, tí tað skal vera eitt so fantastiskt skip. So haldi eg tað vera ótrúligt, at man ikki kann finna útav at selja ordiligan mat til tey [...] tey, sum sigla. Tað haldi eg snøgt sagt er imponerandi. Óegnað til mannaføði Magni sigur seg hugsa nógv um, hvat hann sjálvur etur. Og serliga hvat børnini eta. - Eg vil ikki siga, at tað er nakað fanatiskt [...] mesta matur, sum ikki er egnaður sum mannaføði. - Um tú fert út at eta við familjuni, kanst tú bíleggja bæði góðan og heilsugóðan mat til tín sjálvs, men til børnini kanst tú bíleggja til dømis pitsa við
gerst ikki minni sum tíðin gongur- eg siti bara spyrjandi, men fái einki svar. At tað virkuliga er soleiðis, at tú ikki kemur heim til okkum aftur, má eg bara góðtaka.Tað kemur mær hvønn dag til hugs, [...] kann verða. Eg slapp at kenna teg í 3 ár, eg var vermóður tín, men tað følist, sum eg altíð havi kent teg . Tú vart so opin, og vit tosaðu um alt, eg fekk altíð eitt erligt svar frá tær. Eg minnist so væl [...] ár gangi eg eisini við húgvu”, og tú strálaði av gleði. Tína HF-húgvu náddi tú ikki at fáa, men ein av tínum fittu vinkonum gav tær sína húgvu við til títt seinasta hvíldarstað. Eg føli, at eg átti ein
als ikki kannað tølini, tá ið drigið hevur verið. Katrin kannaði heldur ikki tølini herfyri, tá ið júst hennara seðil vann. - Men í seinastu viku ringdu tey til mín frá Danske Spil og søgdu, at eg hevði [...] vunnið, men eg trúði tí ikki. Eg helt, at onkur gjørdi gjøldur við mær, sigur Katrin. Tá ið hon hevði lagt hornið á, fór hon at kanna seðilin, og rætt var. Hon hevði vunnið 7,8 mió. krónur. - Eg skríggjaði [...] at brúka til at niðurgjalda skuld í húsinum, men hon gremur seg ikki um nakað. - Peningurin verður tí bara sum rómi omaná, sigur hon. Hon ætlar ikki at gevast at spæla við sínum lottoseðli. - Eg haldi fram
settist tú ikki aftur, tá kvøldskúlarnir byrjaðu. Eisini gongutúrarnir vóru nógvir, og alt gekk sum smurt, júst tí tú dugdi at leggja tær alt til rættis. Síðan tú flutti til Havnar, hevur tú heldur ikki ligið [...] tvørturímóti var hvør dagur fult upptikin. Eg var júst afturkomin úr Danmark, har eg hevði verið hjá tær eina tíð, tá eg fekk boðini, um at nú var tú farin. Hetta var ikki tað, sum vit báðar høvdu ætlað, við [...] ætlanir um njóta hetta summarið sum var á veg, men okkara leiðir eru ikki Hansara leiðir, og eg kann bara takka fyri, at eg fekk loyvi til at vera saman við tær hesar seinastu dagarnar, sum tú hevði heima
fimleikur og so víðari, men tey yngru børnini hava ikki nakað at fara til, og tað eru júst tey, ið eru í aldrinum, har tey hava brúk fyri at verða sett í gongd. ? Til dømis havi eg eina tólv ára gamla dóttir. Hon [...] stovnað av foreldrum, sum ikki fingu børnini í annaðhvørt barnagarð ella á annað ansingarpláss. Nú kemur aftur eitt útspæl frá foreldrafelagnum, sum vil gera vart við, at talan er ikki bert um trot á ansin [...] øðrvísi enn fyri 10 árum. Arbeiðsloysið í Føroyum er ikki so stórt longur, og trot er á arbeiðsmegi. At foreldur ikki fáa ansingarpláss ella tað, at børn ikki hava nakrar serligar frítíðarmøguleikar eftir skúlatíð
tilboðið bara til tey, sum hava ráð til tað. Ikki til øll, hóast tað er grundtankin fyri fólkaskúlan. Verði eg valdur, fari eg at arbeiða fyri, at øll í fólkaskúlanum fáa somu atgongd til tað, sum tey hava [...] krevjandi kropsligum avbjóðingum. Eg haldi ikki, at fólkaskúlin skal seta avmarkingar fyri børn og ung. Tað má vera áhugin, sum er atgongumerkið til eina ítróttarás. Ikki vekt ella limaskapur í feløgum. [...] H71 seinastu árini, er fullstendiga garvilt. Tað er fantastiskt. Men eg haldi, at vit skulu ansa eftir við at gera fólkaskúlan til ein eliteran fólkaskúla og býta fólk upp. Eitt dømi er, at størsti fólkaskúlin
solei:is ber ikki til at hugsa, um tú skal arbei:a sum fosturforeldur. Eg kann ikki bara hava eitt barn, tí eg vil, uttan ta: er ta:, sum er best fyri barni:, er t!dningarmiklast, sigur Krista. _ Eg síggi fram [...] valt at ikki hava so javngomul børn eftirsum vit ikki vilja, at børnini hjá okkum skulu føla eina ábyrgd av fosturbørnunum. _ Ta: er jú vit, sum skulu uppala barni: og ikki okkara børn. Orsøkin til at Krista [...] børn til umlætting nøkur vikuskifti: um mána:in, men nú eru vit farin yvir til at hava hendan drongin búgvandi heima hjá okkum. Hann hevur veri: hjá okkum í 10 mána:ar higartil. Krista lesur til pedagog
teimum, sum koma til Terja, at fáa sær tatovering finna íblástur til tatoveringina á netinum. Terji tekur altíð ynskini til eftirtektar, men plagar eisini at geva sítt egna íkast og mæla til broytingar, um [...] heldur tað er neyðugt. - Eg viðmæli ofta ymiskar broytingar, so tatoveringin ikki verður eitt kopi av tí, sum kundin hevur funnið á netinum. Tað er eisini umráðandi fyri meg, at eg ikki einans kopieri tað, [...] tatoveringini. Eisini mælir hann ofta til, at fólk ikki velja motiv, sum onki hava við samleika teirra at gera, sum til dømis tribal tatoveringar - Tað er aloftast ikki relevant fyri ein føroying við eini