Havnin skal eisini mennast

Foreldrafelagið, sum varð stovnað av foreldrum, hvørs børn ikki fingu ansingarpláss, hevur tann 30. januar ein pallborðsfund við umboðum frá teimum politisku flokkunum. Í miðpunktið verða børnini sett, og hesuferð er talan ikki bert um børn, ið hava tørv á ansingarplássi, men eisini um frítíðarmøguleikarnar hjá skúlabørnum

Fundur

Foreldrafelagið varð stovnað av foreldrum, sum ikki fingu børnini í annaðhvørt barnagarð ella á annað ansingarpláss. Nú kemur aftur eitt útspæl frá foreldrafelagnum, sum vil gera vart við, at talan er ikki bert um trot á ansingarplássum, men eisini á frítíðarmøguleikar fyri børn í skúlaaldri.
? Vanligt hava vit bara viðgjørt trupulleikan á vantanti ansingarplássum, men í hesum føri fara vit eisini undir frítíðina hjá børnunum, eisini hjá teimum í skúlaaldri, sigur Sámal Tróndur Finnson Johansen, sum er formaður í foreldrafelagnum.
? Ætlanin er at gera hetta í sambandi við løgtingsvalið og hervið gera politikkararnar varugar við henda trupulleikan. Tosað verður nógv um økismenning og útjaðraøki, men í øllum hesum tosinum verður gloymt, at Havnin eisini hevur trupulleikar. Vit vilja so gera hetta til ein part av kjakinum til komandi løgtingsval.

Tað er ein rættur

Tveir sjónvarvinklar vera tiknir upp á pallborðsfundinum. Annar er tann persónligi vinkulin, at tað er ein rættur hjá tí einstaka at fáa ansingarpláss. Hin er tann samfelagsligi vinkulin.
? Føroyar í dag eru øðrvísi enn fyri 10 árum. Arbeiðsloysið í Føroyum er ikki so stórt longur, og trot er á arbeiðsmegi. At foreldur ikki fáa ansingarpláss ella tað, at børn ikki hava nakrar serligar frítíðarmøguleikar eftir skúlatíð ger, at foreldur vera heima og ansa eftir børnunum. Hetta hevur so við sær, at vit verða noydd at innflyta arbeiðsmegi. Fíggjarligur vøkstur kemur ikki av sær sjálvum. Tað mugu fólk vera í arbeiði fyri at fáa hetta at henda, og tá fólk ikki kunnu fara út at arbeiða, tí ongin er at ansa børnunum, ger hetta, at fíggjarligi vøksturin minkar. Tað er ikki búskaparliga burðardygt, at yvirsíggja henda trupulleikan, sigur Sámal Tróndur.
Eisini vil formaðurin í foreldrafelagnum vera við, at børn eru ikki bara børn tá tey eru í skúla ella í barnagarð. Tey eru eisini børn aftaná skúlatíð, og til teirra, ið eru eldri enn 7 ár eru ongi tilboð. Sámal Tróndur sigur, at minni børnini eru, minni tilboð eru, og tað er kanska eitt sindur øvugt. Eldri tey verða, meira møguleikar eru til tey, so sum hond- og fótbóltur, fimleikur og so víðari, men tey yngru børnini hava ikki nakað at fara til, og tað eru júst tey, ið eru í aldrinum, har tey hava brúk fyri at verða sett í gongd.
? Til dømis havi eg eina tólv ára gamla dóttir. Hon fær frí úr skúlanum hvønn dag klokkan 12.30 ella klokkan 13.30. Frá tí hon er liðug í skúlanum til vit koma heim, hava vit als ikki eftirlit, hvat hon tekst við. Børn eru framtíðin hjá okkum, og tað er okkara ábyrgd at taka okkum av teimum, sigur Sámal Tróndur Finnson Johansen.
? Tú fært eisini ein persónligan tørv nøktaðan tá tú fert til arbeiðis, og vit skulu tí gera myndugleikararnar varugar við, at hetta er ein breiður samfelagstrupulleiki, og økistrupulleikararnir liggja ikki bert í útjaðaranum, men eisini í Havn.
Pallborðsfundurin við umboðum frá teimum ymsu politisku flokkunum verður í Klingruni, mikudagin 30. januar klokkan 19.30, og har verða hesir ymsu spurningarnir tiknir upp.