pensjón. Tað vil siga, at inntøkan brádaliga kann minka sera nógv, um ein arbeiðsførur persónur, sum ætlar sær at arbeiða til hann er 70, gerst sjúkur í nakrar vikur. Vit hava eisini sæð, at persónar, ið ikki [...] til hesa løn. Men 67 ár merkir ikki bara pensjón. Tað merkir eisini, at vit fáa rættindi til aðrar tænastur, men tíverri eisini, at vit missa rættin til aðrar. Um vit framvegis arbeiða, tá vit fylla 67 [...] tær skipanir, sum eru. Eg kundi tikið fleiri dømir, men poentið í hesum er, at 67 ár bert er eitt tal. Og tað eigur ikki at avgera, um man fær ella missur rættindi til tænastur. Beinta Klakstein, valevni
Tað er sera spennandi at sleppa uttanlands at lesa og samstundis kunna ferðast og uppliva eina rúgvu, sigur Fenja. - Eg havi valt júst hesa útbúgving, tí hon gevur mær møguleika at royna nakað áhugavert [...] frá BankNordik, soleiðis, at tær kunnu fara í norðuratlantiska studentaflokkin, sum byrjar í august. Talan er um ein nýggjan flokk, sum gevur ungum í Norðuratlantshavi møguleika at nema sær eina heilt serliga [...] serliga og fjølbroytta studentsútbúgving, samstundis sum tey lesandi fáa høvi at búgva í fleiri londum og uppliva ymiskar mentanir. Skúlagongdin tey trý útbúgvingarárini verður nevniliga býtt millum Danmark
takk til Elmar, at tú valdi at stuðla felagnum við tínum bragdi. Takk til familjuna fyri tann stuðul, tit hava veitt honum. Og takk til tykkum mongu, ið tóku undir við ynskinum hjá Elmari at stuðla Autis [...] hansara likamligu og sálarligu styrki. Elmar valdi at brúka hetta megnar avrikið til eitt stuðulstiltak fyri Autismufelagið. Hetta fortelur okkum, at aftan fyri likamligu styrkina slær eitt heitt hjarta [...] kekkin, sum Elmar Ósá hevur latið teimum í dag. Hann savnaði pening inn til felagið, í sambandi við at hann gjøgnumførdi ein tvífaldan jarnmann, sum er samansettur av einum svimjitúri, súkklutúri og rennitúri
føroyskum, er lutvíst at læra studentarnar føroyska mállæru, bendingar, framburð, orðatilfar, umframt at siga einfaldar setningar og at skilja føroyskt. Eitt annað endamál er at kunna um føroyskt sum eitt [...] verður úti á Reyni, á Listasavninum og á Tjóðskjalasavninum, har høvi er at síggja miðaldarhandritið Kongsbókina, har Seyðabrævið er at finna. [...] sjálvt skeiðið, t.e. læraralønir, fyri sosial tiltøk o.s.fr. Universitetini í netverkinum hava gjørt av, at studentarnir kunnu nýta hesi skeiðini sum part av lestrinum í heimlandinum. Umframt undirvísing eru
15 føroyska tíð. FM1 arbeiðir við, at Sjúrður H. Hoydal fer at siga beinleiðis frá hesum dystinum. Kunngjørt verður nærri um hetta í komandi viku. Omanfyri ber til at hoyra samrøðu við John N. Thomsen, [...] hjálparvenjara og formann í kurvabóltssambandinum. John sigur, at málið er at vinna fyrsta oyggjaleikadystin nakrantíð, og annars halda fast við menningina sum er í føroyskum kurvabólti. [...] ##med2## Á triðja sinni fer føroyska kurvabóltslandsliðið hjá monnum at royna seg á oyggjaleikunum. Landsliðsvenjararnir, Pól Jakobsen og John Norðbúð Thomsen hava úttikið hesar spælararnar til oyggjaleikirnar
aðrir føroyingar, men seta seg í móti at leggja allar tunlarnar í sama felag. - Men vit nokta at okkara økir skulu rinda meira, bert fyri at onnur skulu sleppa undan at rinda. Tað er ósolidariskt – og tað [...] Tað hevur verið váttað fyri móttøku og at vit skuldu hoyra aftur. Men vit hava onki hoyrt, skrivar Marjus Dam. Vegna tunnilsbólkin sigur hann tey vera sinnað at rinda fyri nýggju tunlarnar júst sum allir [...] Okkara tunlar eru útgoldnir og tí er ikki bert óneyðugt, men bæði órættvíst og ósolidariskt áhaldandi at eykaskatta við bummgjøldum sum núverandi samgonga tykist tvíhalda um, skrivar hann í lesarabrævi. Somuleðis
tikið avgerð um, at Umhvørvisstovan verður kortmyndugleiki í Føroyum. Í sambandi við yvirtøkuna fær Umhvørvisstovan heimild til at leysgeva føroysk talgild landafrøðilig kortdata, soleiðis at hesi frítt kunnu [...] kunnu gagnnýtast av almennum sum privatum. At kortini verða ókeypis og tøk í talgildum formi hevur týdning fyri øll og merkir, at nýggir møguleikar taka seg upp. Eitt nú kunnu fólk, sum ganga í fjøllunum [...] kort- og landmátingarmyndugleikanum er ein týdningarmikil yvirtøka eftir mínum tykki. Vit miða eftir at taka ábyrgd fyri egnum viðurskiftum og á hendan hátt byggja vit eisini upp førleikar og kunnleika hjá
FM heitið varð í fjør vunnið so sannførandi, at einki er at undrast á, at HB verður roknað at vera stórur FM favorittur. Eftir tvey umfør er úrtøkan tvey stig. Grannarnir í B36 hava níggju stig eftir trý [...] Hvørki í álopi ella verju. Tað er saknur í Tróndi Jensen, sum er um at vera klárur aftur eftir skaðasteðg síðani í heyst. Tað er sannlíkt, at onkrar broytingar vera á HB liðnum longu ídag. Umframt Trónd Jensen [...] liðnum, eru tøkir. Í gjár var Philip Djordjevic á næstbesta liðnum í 90 minuttir. Tí fer hann neyvan at hava serligan leiklut ídag.
vágasoundinum, ber til at siga, at eingin bólkur í heiminum er sum Tinganest. Jóan Jakku Guttesen og hansara menn eru framúr á palli, og nú koma teir aftur á Summar Festivalin at spæla sangir sum Vágagellan [...] hvassir, men teir duga eisini at vera eymir og festligir. Páll Finnur Páll hevur havt nógvar góðar løtur á Summar Festivalinum, og í ár fara teir aftur at fáa stóra tjaldið at kóka við teirra frálíku sangum [...] Summar Festivalurin boðar í dag frá, at bólkarnir Tinganest og Páll Finnur Páll spæla á festivalinum í august. Tinganest hevur síðani áttatiárini skrivað og sungið sangir fyri føroyingum. Teirra gløggu
sín sum lýsing fyri tiltakinum. - Eg vóni, at sum vit gera hetta, fáa vit eitt samband við dansararnar og koreografiina, so at vit kunnu spæla saman, so at vit øll gerast eitt ljóðføri, sigur føroyski [...] kongaliga teatrið sett koreografar og dansarar at arbeiða saman við ymiskum tónaskøldum, sum saman skulu skapa eina nýggja ballett. - Eg var beinanvegin áhugaðir at gera hetta, tí eg elski dans og tónleik saman [...] fólk eina broyting, tá tey fara út aftur. Tað er málið. Um ikki, so haldi eg ikki, at vit hava eydnast. So tað ræður um, at geva av okkum sjálvum og síðani broyta, hvat fólk halda, sigur Teitur. Føroyski