Í lesarabrævið vegna tunnilsbólkin, fílist Marjus Dam, fyrrverandi løgtingsmaður, á hvussu nýggju tunlarnir skulu fíggjast um bummgjøld, sum eisini fevna um Vágatunnilin og Norðoyatunnilinin.
- Okkara tunlar eru útgoldnir og tí er ikki bert óneyðugt, men bæði órættvíst og ósolidariskt áhaldandi at eykaskatta við bummgjøldum sum núverandi samgonga tykist tvíhalda um, skrivar hann í lesarabrævi.
Somuleðis sigur hann seg hava umbiðið fund fleiri ferðir við Heðin Mortensen, samferðslumálaráðharra, og Aksel V. Johannesen, løgmann.
- Vit hava síðan 26. oktober 2018 fleiri ferðir biðið um fund við Heðin Mortensen og/ella Aksel Johannesen um tunnilsmálið í Vágum og Leirvíksfjørð. Tað hevur verið váttað fyri móttøku og at vit skuldu hoyra aftur. Men vit hava onki hoyrt, skrivar Marjus Dam.
Vegna tunnilsbólkin sigur hann tey vera sinnað at rinda fyri nýggju tunlarnar júst sum allir aðrir føroyingar, men seta seg í móti at leggja allar tunlarnar í sama felag.
- Men vit nokta at okkara økir skulu rinda meira, bert fyri at onnur skulu sleppa undan at rinda. Tað er ósolidariskt – og tað kunnu vit ikki góðtaka, sigur hann.
Sí lesarabrævið í fullum líki her