Skeiðið í føroyskum er partur av teimum sonevndu Nordkursskeiðunum, sum verða hildin í øllum Norðurlondum frá mai til august, boðar Fróðskaparsetur Føroya frá á síni heimasíðu.
- Studentarnir í ár eru úr Danmark, Noregi, Svøríki og Finnlandi. Hetta eru í høvuðsheitum studentar, sum lesa mál og bókmentir á norðurlendskum universitetum. Útlendskir skiftisstudentar í Norðurlondum eru eisini við, verður sagt.
Endamálið við skeiðinum í føroyskum, er lutvíst at læra studentarnar føroyska mállæru, bendingar, framburð, orðatilfar, umframt at siga einfaldar setningar og at skilja føroyskt. Eitt annað endamál er at kunna um føroyskt sum eitt norðurlendskt mál og tess eyðkenni, samanborið við grannamálini.
Studentarnir fáa stuðul úr heimlandinum til ferð og uppihald, meðan tað er Norðurlendska ráðharraráðið, sum rindar fyri sjálvt skeiðið, t.e. læraralønir, fyri sosial tiltøk o.s.fr. Universitetini í netverkinum hava gjørt av, at studentarnir kunnu nýta hesi skeiðini sum part av lestrinum í heimlandinum.
Umframt undirvísing eru fyrilestrar á skránni um eitt nú søgu, málsøgu, bókmentir og listasøgu. Somuleiðis verða útferðir verða gjørdar undir Vestmannabjørgini og til Skúvoyar. Vitjað verður úti á Reyni, á Listasavninum og á Tjóðskjalasavninum, har høvi er at síggja miðaldarhandritið Kongsbókina, har Seyðabrævið er at finna.