Sirið Stenberg, landsstýriskvinna hevur tikið avgerð um, at Umhvørvisstovan verður kortmyndugleiki í Føroyum. Í sambandi við yvirtøkuna fær Umhvørvisstovan heimild til at leysgeva føroysk talgild landafrøðilig kortdata, soleiðis at hesi frítt kunnu gagnnýtast av almennum sum privatum.
At kortini verða ókeypis og tøk í talgildum formi hevur týdning fyri øll og merkir, at nýggir møguleikar taka seg upp. Eitt nú kunnu fólk, sum ganga í fjøllunum fáa atgongd til kort á teirra snildfon, kortini kunnu brúkast á teldu og eisini kunnu 3D modellir gerast av landslagnum.
– Yvirtøkan av kort- og landmátingarmyndugleikanum er ein týdningarmikil yvirtøka eftir mínum tykki. Vit miða eftir at taka ábyrgd fyri egnum viðurskiftum og á hendan hátt byggja vit eisini upp førleikar og kunnleika hjá okkum sjálvum, sigur landsstýriskvinnan í tíðindaskrivinum.
Tað var eitt einmælt Løgting sum í desember samtykti at yvirtaka lógarøkið viðvíkjandi kort- og landmátingum.
Topografisk kort
Í dag finnast topografisk kort yvir Føroyar í fýra útgávum
- Fyrsta útgávan er frá tíðarskeiðinum 1897-1901
- Onnur útgávan er frá 1941-1943
- Triðja og seinasta prentaða útgávan av topografiska kortverkinum er frá 1998
- Fjórða útgávan er einans í talgildum formi og er gjørt í tíðarskeiðinum 2016-2018