Autismufelagið: - Vit eru errin og eyðmjúk

- Vit fara nú at viðgera, hvussu peningurin kann gagna teimum familjum, har autisma er partur av gerandisdegnum, so sum Elmar eisini ynskti tað

Autismufelagið fegnast um stóra kekkin, sum Elmar Ósá hevur latið teimum í dag. Hann savnaði pening inn til felagið, í sambandi við at hann gjøgnumførdi ein tvífaldan jarnmann, sum er samansettur av einum svimjitúri, súkklutúri og rennitúri á tilsamans 452 kilometrar. 

- Hetta sigur okkum nógv um hansara likamligu og sálarligu styrki. Elmar valdi at brúka hetta megnar avrikið til eitt stuðulstiltak fyri Autismufelagið. Hetta fortelur okkum, at aftan fyri likamligu styrkina slær eitt heitt hjarta, ið setir tørvin hjá familjum, har autisma er partur av gerandisdegnum, í miðdepilin.

Autismufelagið takkar Elmari:

- Fyrst takk til Elmar, at tú valdi at stuðla felagnum við tínum bragdi. Takk til familjuna fyri tann stuðul, tit hava veitt honum. Og takk til tykkum mongu, ið tóku undir við ynskinum hjá Elmari at stuðla Autismufelagnum.

Inn komu 546.618,16 krónur frá umleið 50 fyritøkum og stovnum og umleið 1.000 persónligum gávum.

- Vit í felagnum eru errin av stórfingna stuðlinum, men samstundis eyðmjúk. Vit fara nú at viðgera, hvussu hesin peningur á bestan hátt kann gagna teimum familjum, har autisma er partur av gerandisdegnum, so sum Elmar eisini ynskti tað.