hegnisligt og lumpisligt fríspark. Hann lata øll halda, at hann úr 30 metrum – eitt sindur til vinstru – ætlaði at skjóta innfyri. Hann valdi tó at senda bóltin inn við nærmastu stong. Málverjin bleiv tikin [...] Mett verður, at sigurin er verdur áleið 1,4 milliard krónur fyri Fulham. London-felagið hevur royndir frá Premier League, men seinnu árini hevur liðið havt torført við at klára kappingina um at yvirliva í [...] kvøld vunnið sær seinasta atgongumerkið til Premier League kappingarárið 2020/21. Tað gjørdu teir við at vinna 2-1 á Brentford í uppflytingarfinaluni á Wembley í kvøld. Tað skuldi longd leiktíð til, áðrenn
Express verður roynt at flyta tey løstaðu á sjúkrahús. Sambært Times of India váttar lokala løgreglan, at vanlukkan hendi, tá flogfarið var í holt við at lenda, og ávísin leggur aftrat, at tað var glopraregn [...] sambært CNN, at 174 fólk vóru í flogfarinum, harav tíggju pinkubørn, tveir flogskiparar og fýra onnur starvsfólk. Millum tey deyðu eru sambært CNN báðir flogskipararnir, og sagt verður, at umleið 120 fólk [...] út av flogbreytini í Kozhikode í India og er í harða stoytinum farið í tvey. Tíðindastovur skriva, at í minsta lagi 16 fólk higartil eru staðfest deyð í vanlukkuni. Myndir á sosialum miðlum vísa eitt flogfar
prosent, og eg trúgvi, at onnur tryggingarfeløg munnu hava umleið somu treytir. Tað sigur samskiftisstjórin í Gjensidige, Øystein Thoresen, við Dagens Næringsliv. Hann vísir á, at onkrar alifyritøkur hava [...] 40-50 prosentum. - Hetta kann antin vera tí, tey hava ynskt tað sjálvi fyri at gjalda minni í trygging - ella tí, vit meta, at váðin er stórur, sigur Øystein Thoresen. Tryggingin fevnir tó bara um kostnaðin [...] hvat deyði fiskurin í Nordland og Troms hevði verið verdur, um hann slapp at liva og veksa upp til sláturs, og úrslitið er, at sláturvirðið hevði ligið um tvær miljardir norskar krónur.
In.fo kann í kvøld staðfesta, at Jóan Símun Edmundsson ikki verður við á landsliðnum hesaferð. Hann hevur framvegis trupulleikar í knænum, og fer at brúka komandi tíðina at blíva fult klárur aftur. Hann [...] skrivar, at nýggjur maður skal í hansara stað. Gunnar Nielsen sigur í stuttari viðmekring við In.fo, at hann skal til læknan mánadagin og tá verður endaliga avgjørt, um hann hevur nakrar møguleika at spæla [...] ngini til EM 2020 eru Føroyar í bólki F, saman við Spania, Svøríki, Rumenia, Malta og Norra. Eftir at øll londini í bólkinum hava spælt tveir dystir, eru spaniólur fremst við seks stigum, sum teir hava
er serligt á tann hátt, at tað í ár eru 100 ár síðan at Merkið varð borið fram á fyrsta sinni. Glenn M. Samuelsen, formaður í Havnar Hornorkestri, sigur, at tey vóna at nógv fólk koma til fla [...] Fyri okkum í Havnar Hornorkestri hevur flaggdagshaldið altíð nógv at siga og vit vóna at síggja nógv fólk koma saman á Vaglinum, at savnast um Merkið, sigur hann. Flaggdagshald varð hildið í havn
eisini á staðið og tað vísir seg, at útróðrarbáturin hevur ikki fingið størri skaða enn so, enn at hann kann sigla sjálvur, og manning á Tjaldrinum er í løtuni í ferð við at sigla hann inn. Samstundis er íslendska [...] eisini á veg inn við føroyska útróðrarmanninum. Løgreglan sigur, at tá ið partarnir eru komnir til lands, fara tey at tosa við teir í eini roynd at fáa greiði á, hvat tað var, sum hendi. Annars vita tey í løtuni [...] Bein fyri midnátt í nátt varð ringt til sjóbjargingarstøðina, MRCC, í Havn at boða frá einum samanstoyti 40 fjórðingar vestan fyri Suðuroynna. Tað var ein føroyskur útróðrarbátur og eitt íslendskt nótaskip
millum løgregluna og borgarar, aftaná at Paludan kastaði við einari koran, at flokkurin hevur upplivað ein vøkstur í talinum av fólkum, ið vilja stuðla teimum at stilla upp. Sambært Danmark Radio hevði [...] Stram Kurs hjá umstrídda Rasmus Paludan hevur nú fingið nóg mikið av undirskriftum til at stilla til val. Fyri at ein nýggjur flokkur skal sleppa á valseðilin er neyðugt við 20.109 undirskriftum. Sambært [...] Sambært Danmark Radio hevur flokkurin nú fingið 20.981 undirskriftir. Flokkurin manglar tó enn at boða endiliga frá uppstilling og tá tað hendir skal Innanríkisráðið eftirkanna og góðkenna allar undirskriftirnar
og fer at spæla øll tey stóru Queen hittini – og tað gera teir sum eingin. ##med2## Killer Queen er sonevndur tribute bólkur, sum ferðast kring heimin at spæla Queen-sangir. Ummælarar siga, at tað er sum [...] sum í gomlum døgum. ##med3## Summar Festivalurin ætlar sær at feira stóra Queen árið við serligari fagnaðarkonsert á Vágsbø. Killer Queen fer at spæla sangir sum »We Are The Champions«, »Who Wants To Live [...] sum at hoyra upprunaliga Queen spæla, og framførslurnar fáa framúr ummæli. Killer Queen verða roknaðir sum besti bólkur av sínum slagi, og teir eru eisini heiðraðir fyri sínar framførslur. Hetta seinasta
og sum kallast Libra, tykist ikki at fáa góðkenning at virka í Evropa. Tað sigur franski fíggjarmálaráðaharrin, Bruno Le Marie, í dag. Hann heldur millum annað, at kryptogjaldoyra, sum væntandi kemur [...] kemur á marknaðin fyrst í komandi ári, fer at vera ein hóttan ímóti landsins fullveldi. Fíggjarmálaráðharrin óttast harumframt, at sosiali miðilin kann fara at misnýta sína valdsstøðu á marknaðinum. – Allar [...] eisini onnur mótstøða ímóti Libra. Fíggjarmyndugleikarnir í Sveis, har Libra er grundfest, boðaðu frá, at kryptogjaldoyra umframt strangar hvítvaskingarreglar, skal áleggjast enn strangari treytir, enn tær
Mortensen sigur, at sum politiska støðan er nú, ber ikki til at fara undir samráðingar. Enn er eingin samgonga skipað eftir løgtingsvalið og sostatt hava vit í roynd og veru heldur ikki heimild at samráðast um [...] um nýggjar sáttmálar, sigur hann. Hann sigur, at sostatt vera samráðingarnar at bíða til nýtt landsstýri er skipað og tey hava fingið høvið til at tosa við nýggja landsstýrisfólkið í fíggjarmálu um støðuna [...] sáttmálarnar út nú fyrsta oktober. Og Jan Mortensen, leiðari á lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum, sigur, at øll tey 20 fakfeløgini hava sagt sáttmálarnar upp og tí eru tað nógvar samráðingar, sum liggja fyri