Erika Hayfield heldur flaggrøðuna í Havn

Klokkan 15 hósdagin 25. apríl verður flaggdagshald í Havn. Tað er Havnar Hornorkestur, sum skipar fyri

Hósdagin verður árliga flaggdagshaldið hjá Havnar Hornorkestri í Havn. Í ár er tað Erika Anne Hayfield, sum heldur flaggrøðuna.

Erika Anne Hayfield er lektari og granskari á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróskaparsetrinum, har hon eisini er útbúgvingarleiðari. Sum granskari hevur hon arbeitt við til- og fráflyting, arbeiðsmarknað, ójavna og sosialum relatiónum í smásamfeløgum. Erika Anne Hayfield var eisini partur av arbeiðsbólkinum, sum gjørdi heildarætlanina »Fólkaflyting og fólkavøkstur« í 2013.

Flaggdagshaldið í ár er serligt á tann hátt, at tað í ár eru 100 ár síðan at Merkið varð borið fram á fyrsta sinni. Glenn M. Samuelsen, formaður í Havnar Hornorkestri, sigur, at tey vóna at nógv fólk koma til flaggdagshaldið.

– Fyri okkum í Havnar Hornorkestri hevur flaggdagshaldið altíð nógv at siga og vit vóna at síggja nógv fólk koma saman á Vaglinum, at savnast um Merkið, sigur hann.

Flaggdagshald varð hildið í havn í 1941- og 1942, men so var steðgur í nøkur ár, áðrenn Havnar Hornorkestur byrjaði síni flaggdagshald í 1947. Hornorkestrið hevur síðani skipað fyri flagghaldi í Havn á hvørjum ári síðani 1947.

Flaggdagshaldið verður klokkan 15 á Vaglinum. Áðrenn flaggdagshaldið marsjera hornorkestrið og skótar oman á Vaglið.