Her er seinasti uppflytarin í Premier League

Premier League: Nú er greitt hvørji tey tjúgu feløgini eru, sum mannað Premier League komandi kappingarár

Fulham hevur í kvøld vunnið sær seinasta atgongumerkið til Premier League kappingarárið 2020/21. Tað gjørdu teir við at vinna 2-1 á Brentford í uppflytingarfinaluni á Wembley í kvøld.

Tað skuldi longd leiktíð til, áðrenn avgerandi málini komu. Stóra hetjan bleiv vinstri bakkurin, Joe Bryan, sum skoraði eitt hegnisligt og lumpisligt fríspark. Hann lata øll halda, at hann úr 30 metrum – eitt sindur til vinstru – ætlaði at skjóta innfyri. Hann valdi tó at senda bóltin inn við nærmastu stong. Málverjin bleiv tikin á bóli og bólturin sigldi inn í netmeskarnar.

Í seinna hálvleiki av longdu leiktíðini økti sami Joe Bryan. Hesa ferð eftir smáspæl uttanfyri brotssteigin. Brentford, sum hevur nógv danskt íslett, minkaði um munin í allar seinasta minuttinum við máli, sum Henrik Dalsgaard skoraði.

Mett verður, at sigurin er verdur áleið 1,4 milliard krónur fyri Fulham. London-felagið hevur royndir frá Premier League, men seinnu árini hevur liðið havt torført við at klára kappingina um at yvirliva í bestu deildini.

Premier League byrjar aftur 12. septembur 2020.

Brentford – Fulham 0-0 (0-0) 1-2 longd leiktíð

0-1  Joe Bryan, 105

0-2  Joe Bryan, 117

1-2 Henrik Dalsgaard, 120