Bein fyri midnátt í nátt varð ringt til sjóbjargingarstøðina, MRCC, í Havn at boða frá einum samanstoyti 40 fjórðingar vestan fyri Suðuroynna.
Tað var ein føroyskur útróðrarbátur og eitt íslendskt nótaskip, sum høvdu stoytt saman, men skaðin er kortini avmarkaður. Talan var um útróðrarbátin, Skarstein av Tvøroyri, og íslendska nótaskipið, Hakon, sigur MRCC.
Ein einsamallur maður var við útróðrarbátinum, og hann varð bjargaður umborð á íslendska nótaskipið í øllum góðum, og hevur ikki fingið mein av hendingini.
Hakn tók alt upp úr sjónum, sum var farið av útróðrarbátinum og tók hann upp á sleip, tí hann lak ikki.
Tjaldrið kom eisini á staðið og tað vísir seg, at útróðrarbáturin hevur ikki fingið størri skaða enn so, enn at hann kann sigla sjálvur, og manning á Tjaldrinum er í løtuni í ferð við at sigla hann inn.
Samstundis er íslendska nótaskipið eisini á veg inn við føroyska útróðrarmanninum.
Løgreglan sigur, at tá ið partarnir eru komnir til lands, fara tey at tosa við teir í eini roynd at fáa greiði á, hvat tað var, sum hendi.
Annars vita tey í løtuni einki um, hvat tað var, sum hendi, og sostatt er eisini ógreitt, hvussu málið verður handfarið, sigur løgreglan.