Kryptogjaldoyra, sum Facebook hevur boðað frá, og sum kallast Libra, tykist ikki at fáa góðkenning at virka í Evropa.
Tað sigur franski fíggjarmálaráðaharrin, Bruno Le Marie, í dag.
Hann heldur millum annað, at kryptogjaldoyra, sum væntandi kemur á marknaðin fyrst í komandi ári, fer at vera ein hóttan ímóti landsins fullveldi.
Fíggjarmálaráðharrin óttast harumframt, at sosiali miðilin kann fara at misnýta sína valdsstøðu á marknaðinum.
– Allar hesar stúranir um Libra eru álvarsamar. Tí vil eg fegin siga heilt greitt: Undir núverandi treytunum kunnu vit ikki góðkenna menningina av Libra í Evropa, sigur Bruno Le Marie.
– Møgulga privatiseringin av pengum er ein vansi fyri misnýstlu og valdsstøðu, ein vandi fyri fullveldinum og fyri brúkarum og feløgum, sigur franski fíggjarmálaráðharrin.
Fyrr í vikuni var eisini onnur mótstøða ímóti Libra.
Fíggjarmyndugleikarnir í Sveis, har Libra er grundfest, boðaðu frá, at kryptogjaldoyra umframt strangar hvítvaskingarreglar, skal áleggjast enn strangari treytir, enn tær sum bankarnar eru undirlagdir.
Kryptogjaldoyra er eitt talgilt gjaldoyra, sum bara kann vekslast elektroniskt. Størsta kryptogjaldoyra í dag er Bitcoin.
Flytingar við talgildum gjaldoyrum fara vanliga fram uttan um bankarnar. Tey kunnu keypast á ymsum børsum á internetinum.
/ritzau/Reuters