fekk staðfest tuberklar, og hóast hendan sjúka ikki er so ræðulig longur, so varð hann innlagdur, til smittuvandin var av. Nú er hann frískur og er aftur til arbeiðis. Men bara orðið tuberklar vekir tey [...] mál, so er tað besta ein kann gera, at koma út og greiða rætt frá málinum. Vit greiddu við innslagnum fólki frá, at tað var rætt, at kokkurin á Nan-Tong hevði tuberklar. Síðan lótu vit læknan, ið er serkønur [...] hevur lagt seg. - Eg skilji væl at fólk eru bangin fyri tuberklasjúkuni, tí hon var jú heilt ræðulig fyrr. Av tí sama er tað so umráðandi, at ein tuberklatilburður verður umrøddur við varðsemi, soleiðis
arbeiddi í 46 ár. Hann er nú 75 ár, so Margretha kann gleða seg um, at sonurin er undansloppin! Kona Jens Petur er Sólrun. Jens Petur eigur tvey børn, Petur er giftur við Jónu f. Jacobsen úr Sørvági og Hanna [...] verðina. Tað er kent, at tað er góð viðurskifti millum hesa Egholmfamiljuni. Tey vit hava tosað við láta eisini framúr væl at Margrethu. Hon var altíð fitt og blíð og eisini skemtingarsom. Tað er eisini gott [...] um tað kann sigast so. Jens Petur arbeiddi hjá Poul Hansen, og Hermann kom at arbeiða har. Tá ið Jens Petur fór til Suðuroyar at skipa ein deild hjá Poul Hansen, fylgdi Hermann eisini við her. Tað var
und-ir einum. Tær mugu bara takast hvør fyri seg. Og kansk-a er tað júst hetta, sum er tað natúrligasta og lýsir tað fjølbroytta. Í øllum før-um er tað berandi grund-ar-lagið kærleikin til upprunan og alt [...] gjørt verk. Petur Jacob er ikki kendur fyri at lata nakað úr hond-um, sum er hálvgjørt ella illa gjørt. Og hetta at vanda sær um tign og virði hevur hann ikki eftir ongum. Tað er næstan rørandi, tá ið hann [...] held-u-r fram í 2. bindi, ið, sum tað skilst, er liðugt og kemur um stutta tíð. Og vón er um, at vit fáa eitt triðja. Tað sigur seg sjálvt, at tíð og rúmd er ikki fyri at við-gera eitt verk sum hetta kap-ittul
Slepti øllum Nógv er hent í alivinnuni, síðani Heri Hjelm fór burturúr. Síðstu árini hevur alivinnan kastað nógv av sær, og framgongdin í vinnuni hevur verið markant. - Ja, tað er bara at fegnast um, [...] stóð jú har, óbrúkt. Seinasta umsóknin fór avstað í 2010 ella 2011, men svarið var noktandi. Umsóknin fall fyri grundregluni um ein alara til eitt aliøki. Har var onkur frammanundan. - So í dag er prod [...] sum er farin um pensjónsaldur. Hann stendur við listan hjá Taks, har hann sum stjóri fyri sp/f Suðurlaks eigur størstu, einstøku upphædd, ið Taks hevur avskrivað uppá meirvirðisgjald. - Listin er har,
vunnið frama. Hetta er ikki flatskattur. Orsøkin er helst, at samgongulimir rópa tað sjálvir flatskatt. - Ja, men innihaldið er ikki flatskattur. Tað er ein progressivur flatskattur. Tað er púra rætt, at vit [...] buldrasligir, men nú er friðarligt. Tú er nú farin at reka borgarligan politikk og hevur borið alment fram, at tú er høgrasinnaður. Hví sást tað ikki í farna samgonguskeiði, at løgmaður er borgarligur? - Eg [...] Eg haldi ikki, at hatta er rætt. Í 2004 kom Sambandsflokkurin við einum skattauppskoti, sum var sera høgrasinnað. Tað er vorðið so sjónligt nú, tí henda skattaumleggingin er marknaðarførd sum ein flatskattur
viti, sum niðuna vann, so teir í ljósinum gingu. Frælsi í huga er arvurin tann, sum vit fingu. Og hvør var so viðurkenningin? Jú, hon er jú tann æruarvur, at vit sum fólk váða at ganga undir frælsi. Merkið [...] hetta skuldi ikki verða teimum gloymt. Hvussu varð við hesum lyfti hansara er ilt at meta um nú, so mong ár aftaná, men eitt er ein sannroynd fyri tjóð okkara, okkum børnunum hjá teimum, ið hesi roysnisbrøgd [...] saman við eftirkomarum okkara, kunnu reisa teimum er at kennast við tað, bæði í skapi og liti. Tí tað ber okkum boð um, at hvør góð gerð, um hon so bert er eitt bikar av køldum vatni, skal ikki verða lønarleys
Tað er torført, heilt greitt, at siga nær henda søgan byrjaði. Men tað er ið hvussu er ikki skeivt, um eg sigi, at hon onkursvegna byrjaði sama ár sum tann fyrsta føroyska bókin sá dagsins ljós, nevniliga [...] liva enn. Og framvegis er lív í politikkinum. Og í teimum samfeløgum, har peningur verður settur av til bókasøvn, har er eisini lív í bókasøvnunum. Ein av uppgávunum hjá bókasøvnunum er at kunna um tilfarið [...] áðrenn há-tíðarárið endar, er hann afturkomin, stoyptur í bronsu.. Vit eru sera fegin, um at tað loksins hevur eydnast okkum at fingið gjørt standmyndina úr haldgóðum tilfari. Hetta er mynd av einum av okkara
sáðað, men tað er ikki altíð tað kemur upp í tí líki, vit høvdu væntað Freistingin er ikki bara tað søta og tað spennandi og stuttliga. Freistingin er álvarsamari enn so. Tí freistingin er eitt grundleggandi [...] til, at hann er Guðs sonur, sum framvegis er solidariskur við menniskjunum. Tí Jesus varð freistaður, og at verða freistaður er at verða roynd ella royndur. Tað kann vera at vera í iva. Tað er at vera í kreppu [...] Hvat var hetta? Jú, tá hevði hann tendrað teldilin, i-pad’in, ið var handritið hjá honum hetta kvøldið í kirkjuni, har Ólavur doyði á vali á Stiklastøðum. Orðið er tíðarleyst, og er enn tað sama, hvørt
tí eg hevði fylt ov nógvar tungar bøkur í tað. Tí var neyðugt at umskipa. Hetta er, sum tá ið man fer út á havið. Tað er neyðugt at surra og binda og skalka av. Eftir at hevði vitjað stórabeiggja Jens [...] móti París. Skjótt fóru vit báðir um franska markið. Nú líkasum bilurin koyrdi av sær sjálvum. Hann er jú ættaður her frá, so eg setti bara sjálvstýrarin til, og so treiv eg í at syngja onkra franska strofu [...] ríkir dagar. Hann málaði, meðan hon og børnini nutu góða veðrið á iberisku hálvoynni. Hey hugsaði eg. Hatta var nakað, og árini gingu, og vit komu til aldarskiftið. Tá sá eg ein gamlan verkstaðsbil hjá Edvardi
tílíkt sum hoyrdi til. Skrivstovu hevði hann í kjallaranum, og hon er har enn. Her er millum annað tann gamli pengakassin hjá honum. Her er eisini ein gomul lanterna av Neptun. Eg minnist eisini, at pápi [...] at vera sera góður fiskimaður. Tummas var pápi Henry, sum aftur er pápi tann Tummas Christoffersen, sum vit kenna í dag, og sum eisini er ein rokari. Gjørdist húsmaður 12 ára gamal Hjá teimum einstøku [...] til hús, og eg skal ringja til Uvak beinanvegin at vita, um tað er pláss fyri tær.” Fyrrapartin dagin eftir buldrar úti í gongini. Tá er tað sýslumaðurin. Og boðini vóru góð: “Tú gamli, um tú kann vera