Eg stýri rætt

Hann er sannførdur um, at verandi politiska kósin er tann rætta. Hann vil vera við, at flatskatturin hevur havt positiv árin á føroyska samfelagið, og hann heldur, at tað hevur eydnast væl at savna tjóðina seinastu 10 mánaðirnar. Kaj Leo Johannesen, løgmaður, tekur saman um tað, sum borgarliga samgongan hevur framt, síðan løgtingsvalið í fjør

Í síni rúmligu skrivstovu í Tinganesi situr Kaj Leo Johannesen handan skíggjan og trýstir á teldumúsuna. Hetta er seinasti arbeiðsdagur á hesum sinni. Í morgin fer hann í summarfrítíð. Tað er mánadagurin 1. juli.
- Eg skal líka…, letur varisliga úr honum.
Her hevur hann sitið seinastu fýra árini. 26. september 2008 tók hann við sum samgonguleiðari. Ábreiðslurnar vóru nógvar og harðligar í seinasta valskeiðið, tá Sambandsflokkurin var í samgongu við Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin, umframt minnilutasamgonguna, sum samstarvaði við Tjóðveldi og Framsókn. Ov positivur, naivur og vánaligur skipari vóru nøkur av skoðsmálunum.
Tað metti veljarin ikki á løgtingsvalinum tann 29. oktober í fjør. Løgmaður var stóri atkvøðuslúkurin, og einki valevni hevur nakrantíð fingið so dygga álitisváttan sum hann. 1.979 atkvøður fullu í hansara lut.
Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin fingu átta tinglimir hvør á løgtingsvalinum. Úrslitið var greið ábending um, at føroyingar vildu hava borgarligan politikk, segði løgmaður beinanvegin.
Um hann var fyri atfinningum í farna valskeiði, hevur hann av álvara staðið fyri skotum seinastu 10 mánaðirnar. Fyri jól vóru uppskotini um flatskattin og at skatta pensjón við inngjaldi samtykt – nakað, sum andstøðan hevur funnist hvassliga at. Næsta tíman skal hann taka saman um fyrstu mánaðirnar sum løgmaður í eini samgongu, ið hevur snarað kumpassið til høgru, sum hann hevur tikið til.
- Hey og vælkomin!, brestur brádliga burtur úr løgmanni, meðan hann stórsmílandi flytir seg eftir gólvinum og rættir mær hondina, áðrenn hann setir seg við langa borðið í rúminum.

Tú nevndi í blaðgrein í Sosialinum fyri tveimum árum síðan, at tú hevði fingið nøkur ordans høgg, sum tú málbar teg. Hava høggini verið fleiri og ógvusligari nú?
- Nei, soleiðis kenni eg tað ikki. Fyrstu árini í starvinum valdi eg ofta at svara øllum ákærunum. Fer tú í øll ballini, so verða timburmenninir eisini størri. Eg dugi nú at lata ákærur, sum ikki hava týdning, fara framvið. Fyrstu mánaðirnir, tá skattaumleggingin og fakfelagsrørslurnar settu dagsskránna, vóru buldrasligir, men nú er friðarligt.

Tú er nú farin at reka borgarligan politikk og hevur borið alment fram, at tú er høgrasinnaður. Hví sást tað ikki í farna samgonguskeiði, at løgmaður er borgarligur?
- Eg haldi ikki, at hatta er rætt. Í 2004 kom Sambandsflokkurin við einum skattauppskoti, sum var sera høgrasinnað. Tað er vorðið so sjónligt nú, tí henda skattaumleggingin er marknaðarførd sum ein flatskattur. Tað hevur vunnið frama. Hetta er ikki flatskattur.

Orsøkin er helst, at samgongulimir rópa tað sjálvir flatskatt.
- Ja, men innihaldið er ikki flatskattur. Tað er ein progressivur flatskattur. Tað er púra rætt, at vit hava snarað kumpassið tann borgarliga vegin. Tann leiðin er neyðug, uttan at sosiala áskoðanin verður gloymd. Javnaðarstjórnin í Danmark hevur valt sama leist. Tað eru ábendingar um, at borgarligur politikkur verður rikin, tá tíðirnar eru keðiligar. Tað er ikki bara her, at hesar broytingarnar verða framdar. Føroyar eru ikki eindømi. Tað vísir seg, at tað altíð er borgarligi vongurin sum tekur ábyrgd, tá rationaliseringar skulu gerast. Borgarligu flokkarnir eru altíð felagsnevnarin, tá tað stendur á. Tað vísir seg eisini í Danmark nú við nýggja skattauppskotinum. Mín lívsfilosofi er, at tú skal lønast fyri at taka ábyrgd og arbeiða meira.

Tú førir kortini munandi meira borgarligan politikk nú enn fyrr.
- Øll sum kenna meg vita, at eg eri ein borgarligur politikkari við einum sera sosialum hjarta. Eg havi ikki kúvent í politikkinum, eg reki. Tað er bara flatskattamálið, sum hevur givið fólki ta fatan.

Nakrar av atfinngunum hava verið, at tú letur teg stýra av Fólkaflokkinum, og at Sambandsflokkurin hevur lítla og onga ávirkan á politikkin, sum verður rikin. Hvør er tín fatan av støðuni?
- Eg eri arbeiðsgevari hjá Fólkaflokkinum og landsstýrisfólkunum har. Um mín sannføring var, at Sambandsflokkurin ikki fær nakað burturúr, so var einki samgongusamstarv millum hesar flokkarnar. Vit gera avgjørt okkara ávirkan galdandi. Tann dagin, tá Sambandsflokkurin situr uttan ávirkan, tá verður samstarvið sagt upp.

Hvørji mál í verandi samgongusamstarvi hava tit ávirkan á?
- Umhvørvispolitikkurin er okkara. Fyri løgtingsvalið førdu vit eisini fram, at skattastigin skuldi endurskoðast. Vit søgdu ikki, hvussu tað skuldi gerast, men at tað skuldi gerast. Vit hava tiðna ríkisveitingina, hóast úrslitið ikki var tað, vit høvdu væntað. Har er onnur mál, sum Sambandsflokkurin hevur verið við at framt. Tilfeingisgjaldið er størsta einstaka dømið. Fólkaflokkurin vildi ikki hava eitt avgjald á, men vit hava brotið tað ígjøgnum. Tað slagið vann Sambandsflokkurin.

Ein av drúgvastu sambandsmonnunum, Edmund Joensen, hevur funnist alment at verandi politikki. Hvat hugsar tú, tá ein slíkur fastgrógvin sambandsmaður finst at tínari kós?
- Edmund hevur verið løgmaður, og hann veit, hvat krevst at sita við róðrið í trongum tíðum. Hann hevði eisini sítt at stríðast við innanfloks og uttanfloks. Vit føra góðan og hollan sambandspolitikk, eingin sum helst ivi um tað. Hann hevur ikki verið serliga uppbyggjandi í sínum atfinningum, men hann um tað. Vit viðgera vanliga slík mál innanhýsis, men tað valdi hann ikki.

Edmund sigur beinleiðis, at tit reka ikki sambandspolitikk.
- Eg kann bara siga tað, at eg havi leitt Sambandsflokkin til størsta flokkin í søguni. Tíðirnar eru eisini broyttar. Sambandspolitikkur í 2012 er tann politikkurin, sum vit reka nú. Eg haldi eisini, at hann kundi verið munandi meira semjusøkjandi mótvegis Sjúrði Skaale. Tað er grátiligt, sum samstarvið millum okkara fólkatingsumboð er í løtuni. Tað er skaðaverk fyri okkara land. Tað er mín boðskapur til hansara.

Tú sigur, at sambandspolitikkur er tann politikkurin, tú rekur nú?
- Eg havi ábyrgdina av politikkinum. Sambandsflokkurin er ein stórur flokkur, og hann hevur ávirkan. Tað var eisini mítt fyrsta lyfti, tá eg tók við sum formaður í 2004. Tá segði eg, at tað vóru tvey ting, eg serliga fór at arbeiða við. At fáa so stóran flokk sum tilber, og at flokkurin skal sita í samgongu. Onnur mugu meta, um tað hevur eydnast. Eg hvíli ikki í tí, eg havi rokkið, men vil framhaldandi stríðast fyri politikkinum. Treyðugt so, vit gera ikki alt rætt og royna at lurta eftir atfinningunum. Eg trúgvi kortini fult og fast upp á tann politikkin, vit reka í løtuni.

Tað er kanska sjáldan, at gjógvin millum andstøðu og samgongu hevur verið so stór sum nú. Hvussu heldur tú sjálvur, at tú hevur dugað at savna tjóðina síðan løgtingsvalið?
- Tað hevur gingið væl, tað haldi eg. Sæð burtur frá bardaganum, sum tók seg upp um skattaummlegginging og inngjaldið av pensjónunum, so hevur tað eydnast væl. Gjógvin var munandi størri, tá fullveldissamgongan sat við valdið. Tað hava verið ávísir snávingarsteinar á vegnum seinastu mánaðirnar, men tað eru úrslitini, sum hava týdning fyri meg. Millumrokningin kann vera rokalig, men úrslitini telja. Eg royni altíð at fáa breiðar semjur, og tað hevur eydnast í flestum førum. Nú sita umboð úr øllum flokkum og royna at fáa eina nýggja fiskuvinnuskipan til vega. Vit skulu eisini takka bæði samgonguni og andstøðuni fyri, at búskapurin er sunnari og arbeiðsloysi minkar.

Samgongan hevur verið fyri hørðum atfinningunum, serliga í málunum um flatskatt og at skatta pensjón við inngjald. Ein hørð ábreiðsla var, at samgongan skundaði sær at samtykkja málini uttan stórvegis kunning um, hvat tað í veruleikanum var, tit framdu. Iðrar tú teg um ta tilgongdina í dag?
- Tað lætta svarið er ja, men tað geri eg í grundini ikki. Tað er ein sannroynd, at um verkætlanin verður ov langdrigin, so gerst tað trupulari at fáa samtykt. Eitt dømi er kommunureformurin, sum føroyingar hava tosað um í 25 ár. Tað sama við pensjónsnýskipanini. Allar stórar broytingar í einum samfelagi skulu sjálvandi vera umhugsaðar, men tað er ein spurningur um, nær tann rætta løtan er. Eg veit innast inni, at tað hevði verið trupult at framt hesar broytingarnar um eitt ár. Vit viðgjørdu kortini skattaumleggingina. Tað var ikki sama uppskot, ið varð samtykt, sum Fólkaflokkurin skeyt upp frá byrjan.

Men tað var stór óvissa um at skatta pensjón við inngjald.
- Tað málið kundi kanska bíða seks mánaðir, men kortini høvdu verið nógvir spurningar.

Tað vóru eisini fakfólk, sum heittu á tykkum at viðgera uppskotini betri. Andstøðan førdi eisini fram, at tit høvdu ikki virðing fyri serfrøðini í hesum málunum. Høvdu tit ikki tað?
- Jú. Upprunaliga uppskotið at skatta við inngjald kom frá Vísindaráðnum, sum serfrøðingar mannaðu, í Danmark. Tað eru nú fýra ár síðan. Eingin hættaði sær kortini í holt við tað. Søren Bruhn, stjóri í Suðuroyar Sparikassa, segði eisini, at tað var eitt gott uppskot.

Men Bruhn segði tá, at pengarnir skuldu brúkast at rinda skuld niður, heldur enn at rinda ein skattalætta.
- Vit rinda eisini skuld niður. Tað er ein politiskur spurningur, hvussu tú brúkar pengarnar. Tað mugu politikarar raðfesta. Vit rinda framvegis skuld niður. Tað er eingin ivi um, at skattalættin hevur havt positiv árin við sær. Vinnuhúsið hevur boðað frá, at arbeiðsfólk taka nú fleiri byrðar á seg og arbeiða meira.

Men tú heldur ikki, at tit vístu ov lítla virðing fyri serfrøðini?
- Nei, ikki í hasum málunum. Vanliga skulu vit tó brúka serfrøðina meira og hava virðing fyri búskaparfrøðini og fiskifrøðini. Tað er kortini treytað av, at serfrøðingarnar í nógv størri eru á einum máli um, hvat skal gerast. Um tú spyr tríggjar búskaparfrøðingar um okkurt, so fær tú helst trý ymisk sjónarmiði – í øllum førum tvey ymisk. Tað ørkymlar politikarnar, tí teir vita ikki, hvat er tað rætta. Har eru nógvar meiningar frá búskaparfrøðingum, hvussu vit hóra undan í hesi búskaparkreppuni. Summir búskaparfrøðingar siga, at skuldin er ein stórur trupulleikir, aðrir siga, at tað er ikki vandamikið.

Tú skrivaði í lesarabrævi í mai, at Føroyar eru ikki og eru ei ávegis at verða eitt stættarsamfelag. Hvussu eru vit ikki ávegis at verða eitt stættarsamfelag, tá samgongan hevur givið teimum hægst løntu skattalætta, meðan hini fáa millum lítið og einki?
- Tað er tí, at vit varðveita allar vælferðartænastur. Skattalættin er ein spurningur um inntøkur. Vælferðartænasturnar eru kortini her. Tú verður loftaður trygt og væl, um tú gerst sjúkur ella noyðist á fyritíðarpensjón – eisini av skattapengunum hjá teimum, sum hava størstu inntøkuna. Tað er ein sosial skipan, sum vit ongantíð fara at víkja frá. Tað er tann sosiali parturin, sum Sambandsflokkurin leggur stóran dent á. Tað eru eisini framvegis tey, sum hava størstu inntøkurnar, sum rinda mest í skatt.

So tú skilmarkar eitt stættarsamfelag, at vit hava vælferðartænastur, og ikki, hvussu stór inntøkan hjá fólki er?
- Ja. Vit skulu altíð lofta teimum, sum koma illa fyri og hava lítla inntøku. Hesi fólkini hava altíð møguleikan at arbeiða meira. Vit vóru snøgt sagt farin ov langt. Tað almenna skuldi lofta øllum frá vøggu til grøv. Vit mugu spyrja, hvat vit kunnu geva samfelagnum. Tað norðurlendska vælferðarsamfelagið hevur ongan kjans. Øll kunnu ikki bara fáa. Tað hava Noreg, Svøríki og Danmark eisini sannað nú. Tú noyðist at gera tað lokkandi hjá fólki at arbeiða.

Prísstøðið á mati og bústaði er óvanliga høgt í Føroyum. Skal tað vera neyðugt at arbeiða 10 tímar um dagin heldur enn átta tímar hjá einum vanligum verkafólki við børnum fyri at standa seg her?
- Hygg kring allan heimin. Tað er sera torført at keypa ein bústað í hjartanum í høvuðsstaðnum. Tú noyðist tíverri útum. Hetta er eisini orsøkin til, at vit brúka stórar upphæddir í Húsalánsgrunninum nú. Vit gera alt fyri at fáa alternativa húsabygging. Tað verður ikki neyðugt í framtíðini at keypa hús fyri tvær milliónir krónur.

Men veruleikin er, at barnafamiljur hava torført við at standa seg.
- Avgjørt. Summar familjur hava torført við at klára seg. Eg eri ótrúliga harmur um, at serliga matvørurnar eru kolossalt dýrar, og vit kunnu framhaldandi ikki góðtaka rentustøðið á sethúsalán. Tað skal lækka. Tað er positivt, at Føroyar eru í einum sterkum ríkisfelagsskapi, sum kann lofta, um illa stendur til, men hinvegin skulu vit virka fyri, at okkara kappingarføri verða á hædd við tað danska. Skattalættin er ein stórur partur av tí.

Krevur tú ikki við verandi skattaskipan, at fólk skulu arbeiða 10 tímar heldur enn átta tímar?
- Eg krevji tað ikki, tað er eitt frítt val. Tað loysir seg nú betri at arbeiða meira. Eg haldi heldur ikki, at vit arbeiða so nógv. Ein kanning, sum varð kunngjørd í Danmark herfyri, vísir, at vit halda, at vit arbeiða nógv, men vit hava ongantíð arbeitt so lítið sum nú.

Men tað burdi verið nógmikið at arbeitt átta tímar…
- Tað skal vera nokk.

Men tað er tað ikki.
- Jú. Tað eru summi, sum hava tað trupult. Tey eru nógv, sum hava keypt hús í bestu tíðum inni á Gøtu og í Hoyvíkshaganum fyri nógvar pengar. Hetta er eisini galdandi í Danmark. Tað er torført hjá øllum teimum, sum keyptu sær dýr og stór hús, áðrenn kreppan kom. Vit vilja bøta um hetta við Húsalánsgrunninum.

Støðuga fólkafráflytingin. Hvussu sær tú hana?
- Búskaparliga framgongdin er gleðilig. Vit høvdu ein vøkstur á sjey prosent í 2011. Um tað hevði verið ein útlendsk stjórn, so var alt á gosi, men vit frøast ikki í Føroyum. Tað er eisini í lagi, tað er ikki neyðugt. Arbeiðsloysið er 5,5 prosent. ES hevur borið fram, at um arbeiðsloysi er millum 3 og 5 prosent, so kann tú ikki rópa tað arbeiðsloysi.

Men tað broytir ikki, at føroyingar í stórum tali velja Føroyar frá.
- Hetta er ikki eitt serføroyskt fyribrigdi. Fólkafráflytingin er størsta avbjóðingin hjá øllum útjaðarum í løtuni.

Tú nevnir búskaparvøkstur og arbeiðsloysi, men vísir fólkafráflytingin ikki, at tað eru onnur tiltøk, sum skulu gerast, um føroyingar skulu velja Føroyar sum sín heimstað?
- Jú, avgjørt. Nýggja skattaskipanin er eitt tað størsta takið fyri at steðga fólkafráflytingini. Sethúsarentan, matvørurnar, skattastigin og arbeiðsmøguleikar spæla stóran leiklut, tá fólk skulu velja sær bústað. Har hava vit tikið stór tøk, serliga í høvuðsvinnuni. Tað er fyrstu ferð í søguni, at ein samgonga hevur sagt, at alt okkara fiskiríkidømi skal um føroyskan keikant. Hetta er fyri at skapa arbeiðspláss.

Fakfólk hava víst á, at eitt Fróðskaparsetur kann geva samfelagnum nógvar fyrimunir. Tey ungu fáa størri tilknýtið til landið við at lesa her nøkur ár. Tað er eisini aldursbólkurin millum 20 og 30 ár, sum manglar í Føroyum, og tað er serliga tann bólkurin, sum ofta talar at og stimbrar undir broytingar, tí tey eru ikki heft at familju og arbeiði. Hví hava vit ikki eitt kappingarført Fróðskaparsetur?
- Nógv átøk eru framd síðan 2008. Vit hava hækkað játtanirnar, og vit hava fingið fleiri útbúgvingar. Vit hava tosað um at flyta Vinnuháskúlan og Havstovuna undir Fróðskaparsetrið, so vit fáa eitt universitet við tyngd í. Tað er eingin ivi um, at Fróðskaparsetrið skal raðfestast hægri.

Tað hevur verið tosað um hetta í nógv ár. Um undirtøka var fyri tí, so var hetta langt síðan broytt. Er politiski viljin ikki bara ov lítil?
- Jú. Tað haldi eg. Ein trupulleiki er kanska, at umstøðurnar at fara av landinum at lesa eru so góðar, millum annað við ÚSUN-skipanini. Kanska vit skulu brúka tað tilfeingið á okkara Fróðskaparsetri við at umraðfesta pengarnar. Útbúgving skal raðfestast hægri, vit sleppa ikki undan.

Tá samgongan hjá tær hevur sum aðalmál at steðga fólkafráflytingini, sum enn stendur við – hevur tú so dugað nóg væl?
- Nei, tað kann tú siga. Eg, og øll hini, sum hava ábyrgdina av øllum útjaðarøkjunum í heiminum, hava ikki dugað nóg væl. Ella hava stóru býirnir dugað ov væl at lokka fólk til sín. Vit skulu heldur ikki gloyma, at vit hava skorið gott og væl 5,8 millardir krónur út úr búskapinum, tá Tjóðveldi sat við valdið.

Er tað ikki ein ov løtt umbering, nú 10 ár eru liðin?
- Tað er ikki ein umbering, men ein staðfesting. Tú kann ætla, at tað er torført at fáa nýggjar inntøkur fyri 5,8 milliardir krónur.

Einligar mammur eru millum teirra sum rýma, men samgongan tekur ikki hond um tær í nýggja skattalættanum.
- Jú, um tær velja at arbeiða meira. Tað eru nógvar einligar mammur, sum hava góðar inntøkur. Summar einligar mammur hava tað trupult, og tað er eisini ein avbjóðing. Føroyingar hava bygt hetta samfelagið eftir kjarnufamiljuni, at maður og kvinna eru saman. Tað er eisini pensjónistar, sum eru sera væl fyri, men tað er nøkur, sum ikki standa seg so væl. Teimum mugu vit hyggja nærri at.