Góða gongdin hjá Áka D. Samuelsen í Ranheim í næstbestu norsku fótbóltsdeildini heldur fram.
Í dag skoraði Áki uppá eitt brotsspark hann vann liðnum, og hann legði eisini upp til eitt mál hjá Seydina Diop, tá Ranheim á heimavølli vann stórsigur 5-2 á Åsane. Í steðginum var Ranheim á odda 2-1. Áki legði upp til 3-1 málið hjá Ranheim, og økti sjálvur til 4-1.
Áki hevur í 20 dystum skorað sjey mál og hevur lagt upp til fimm mál.
Ranheim er nummar átta í deildini við 32 stigum. Ranheim er bert eitt stig frá sætta plássinum, ið aftaná lokna kapping gevur rætt til dystir um uppflyting til bestu deildina.
Komandi leygardag klokkan 17 hevur Ranheim dyst á útivølli móti toppliðnum, Start Kristiansand.
HER ber til frá norska TV2 at síggja hæddarpunktini frá dystinum Ranheim-Åsane 5-2 (2-1):
##med2##