við á kunningarferðina. ? Tað, sum vit sóu, var, at byggingin ofta er framd í ein »højen hast«. Ofta er tað ikki nóg væl gjørt, tí nógv er forsømt. Tað kann tykjast, sum at byggiharrarnir hava ov stórt vald [...] teknisku nevnd. Nógv at fýlast á ? Havnin er voksin við fúkandi ferð seinastu tíðina. Fólk byggja og byggja, men ofta hoyra vit á býráðnum aftaná um ymiskt, sum ikki er nóg gott. Vit gjørdu tí av at fara út [...] okkara dagliga arbeiði á býráðnum sita vit jú mangan og taka avgerðir út frá kortum og pappírum. Men tað er jú nakað heilt annað at koma út á økið, spáka runt, tosa við fólkini og veruliga síggja alt við egnum
danska stjórnin er kompromileys, tá tað kemur til skiftistíðina, tí harvið fastlæsur hon eina støðu. -Tað er galdandi í øllum lívsins viðurskiftum, at vil man ikki gera kompromiir, so er verður tað til [...] man er ósamdur um, men tað er eisini víst aftur av dønum. Hetta var bara ætlað at taka upp spurningar um slíkt sum skattatrýst, soleiðis at báðir partar tulka málini rætt. -Tann góði spurningurin er, hvat [...] ikki tjakast við pressuna um. Tað stutta av tí langa er, at Anfinn Kallsberg, løgmaður ætlar sær ikki at leggja kongin, hóast tað eru forðingar. -Hetta er eitt stórmál, har allir flokkar vilja hava broytingar
veit ikki, hvussu nógvar pengar eg havi goldið fyri útgávuna tilsamans, men tað er nógv. Umframt at teljast millum tær bestu, er útgávan hjá Terja og Føstufressum eisini millum tær dýrastu føroysku útgávurnar [...] forkelaður við tónleikarum. Og tað passar eisini. Men tað er kanska partvís mín æra, tí eg havi bara viljað havt teir bestu tónleikararnar afturat mær. Hvat heldur tú um útgávuna hjá Terja og Føstufressum nú [...] eg mátti lurta eftir henni aftur. Niðurstøðan hjá mær er, at fløgan hevði verið fullkomin, um ein betri sangari enn eg hevði sungið. Mítt avrik er ikki á hædd við tað hjá tónleikarunum, og tað sigi eg
Tróndur sjálvur er ikki heilt nøgdur við hesa sendingina, hóast nakrir glottar vóru at hóma. Kent andlit Um at vera kendur sigur Tróndur: ? Eg eri ikki kendur. Bruce Willis er kendur. Í Føroyum er man bara almennur [...] Einasta broytingin er, at børn kunnu finna uppá at rópa eftir mær í býnum. Í løtuni arbeiða Tróndur og aðrir við einum nýggjum prosjekti í SvF, men hetta er enn bert á tekniborðinum. Hetta er ein ungdómssending [...] ungdómssending, men enn er óvist hvussu verður við henni, og tí vilja fyrireikararnir ikki siga nakað serligt um hana. Fakta: Navn: Tróndur Vatnhamar Føðingardagur: 12.01.80 Starv: Vertur og fóttbóltsspælari Yndisorð:
ongantíð tíð at sita stillur. Hvat ger ein góðan leiðara? At man hevur álit á starvsfólkunum og dugur at útdelegera. Og at man er tann man er. Eg haldi, at eg eri ein góður leiðari. Hvat ger teg glaðan? Tá familjan [...] Hvat er tú mest - leiðari í Margarinfabrikkini ella varaborgarstjóri í Havn? Eg eri fultíðarsettur í Margarinfabrikkini og partíðarpolitikari. Eg eri nógv úti, so tað er gott, at eg havi eina tolna og [...] Eg havi nógva ávirkan har eg eri Hvussu er at arbeiða við tannáringum? Tað er ótrúliga positivt og lívsjáttandi. Man veit veruliga, hvussu tey hava tað. Tað er onki »glansbílæt«. Hvussu var tú sjálvur
fullum álvara, av tí at talan bert er um eina vegleiðandi atkvøðugreiðslu. Men Edmund Joensen er alt annað enn samdur við sjónarmiðum Jóannesar. ? Ein meiningakanning er bert ein meiningakanning, eins og [...] urin er, eins og Sambandsflokkurin, andstøðuflokkur, ið ikki tekur undir við fullveldisætlanini. ? Var tað heilt rætt, so áttu allir flokkar á Løgtingi at tikið undir við uppskotinum, tí talan er um eitt [...] vísur í, at ein vegleiðandi fólkaatkvøða er ein góð leiðbeining til landsins myndugleikar. Ein slík vegleiðandi fólkaatkvøða gevur uttan iva eina góða mynd av, hvat føroyingar halda um fullveldisætlanina
økinum fram við Sundalagnum, er ikki vist, at tann uppgávan er so løtt. Tann stóri spurningurin, sum ein kann seta sær eftir samrøðuna við Árna er nevniliga: Hvar býr hann - er tað í Nesvík, Streymnesi ella [...] útoyggjunum, har vandi er fyri øskukulda. Tað eru ikki mong árini síðani teir báðir seinastu menninir fluttu úr Víkarbyrgi, soleiðis at henda bygdin í dag er útdeyð, hóast gott vegasamband er til bygdina. Sp [...] meðan fólkið sunnanfyri søgdu, at eg var úr Sundhøvda. Tað er, sum um navnið Sundhøvdi ikki er sligið rættiliga ígjøgnum har norðuri. - Men nú er onkur byrjaður at kalla hetta økið fyri Sundhøvdi, sigur
Eg veit ikki, hvat landsstyrismaðurin ikki kennir aftur. Hann sigur m.a., at sum limur í Fólkaflokkinum er hann fyri privatiseringum, og kemur við nøkrum uppskotum, sum kanska meira er teori enn praksis [...] og tær havi eg gjørt, sigur Preben Jack. Keðilig søga ? Hvat sigur tú til, at landsstýrismaðurin ikki kennir orðini aftur í greinini? ? Tað er ein keðilig søga, men eg havi fingið skrivligu rættingarnar [...] praksis, men eg veit sum sagt ikki, hvat Finnbogi Arge er ónøgdur við, tí hann hevur ikki vent sær til mín, sigur Preben Jack Petersen.
førum eri eg serfrøðingur, í summum førum er onkur annar serfrøðingur. At tora at siga, at man ikki veit ella at man er bangin, er ein styrki. Fyrsta reaksjónin er álit - onnur síggja, at tey kunnu hjálpa [...] Hon er fyrsta kvinnan í stjórasessinum á Ferðaráðnum og sjálv heldur hon, at fólk, myndugleikar og almenningur í byrjanini høvdu trupult við at góðtaka ein stjóra sum umframt er kvinna eisini er so ung [...] varð drigið uppí politiskar samanhangir. Tað er sera óheppið, tí tá er vandin, at orðaskiftið fer frá tí sakliga yvir í tað politiska. Tá ið hetta hendir er tað av týdningi, at landsstýrið stuðlar og eg
hava umstøður til teirra í Føroyum. Tað er so synd í teimum, sum hetta rakar, at tað finnast ikki orð fyri tí, sigur Hanna, og tað hoyrist týðiliga, at hetta er eitt av hennara hjartamálum. Barnaundirhald [...] útbúgving, og hugburðurin var tann, at tær kundu bara fara heim at passa mann og børn. Men Hanna visti, hvat hon dugdi, og at hon hevði staðið upptøkuroyndina. Hon gjørdi tí ikki mætari, enn sjálv at ringja [...] ikki halda seg aftur. Tað, at eg var biðin til so nógv ymiskt, segði mær bara, hvussu nógv tað var og er brúk fyri kvinnum til tær uppgávur, sum nú einaferð eru í einum samfelagi. Hanna og Jens eiga tveir