? Danir vilja als ikki hava broytingar

-og vilja heldur ikki góðtaka uppskotið hjá Javnaðarflokkinum, tá avtornar sigur løgmaður, sum sjálvur onga ætlan hevur um at leggja kongin

Jan Müller


Anfinn Kallsberg, løgmaður hevur varhugan av, at danska stjórin als ikki ynskir, at vit fara nakran veg á sjálvstýrisleið. Hon vil tvørturímóti hava status quo. Tvs. ongar broytingar ella so fáar sum gjørligt.

-Eg trúgvi heldur ikki, at danir vilja góðtaka uppskotið hjá Javnaðarflokkinum, tá avtornar. Sjálvt um danir siga, at vit fáa tað vit vilja, so er tað ikki rætt. Tí tá hevði skiftistíðin ikki verið nakar trupulleiki.

Løgmaður heldur, at uttan at mýkja støðuna og draga í land og finna semjur og vera opnir fyri kompromiium, verður eingin loysn. Tað harmar hann mest, at danska stjórnin er kompromileys, tá tað kemur til skiftistíðina, tí harvið fastlæsur hon eina støðu.

-Tað er galdandi í øllum lívsins viðurskiftum, at vil man ikki gera kompromiir, so er verður tað til konfrontatión, og tað er sjáldan, at nakað gott spyrst burtur úr tí.

-Hvar hava tit víst vilja til kompromi?

-Vit hava lagt nøkur uppskot fram, sum eru kveistrað av borðinum totalt.

Landssstýrið hevur nú biðið um at fáa sett eina nevnd til at kunna fara inn í tað, sum man er ósamdur um, men tað er eisini víst aftur av dønum.

Hetta var bara ætlað at taka upp spurningar um slíkt sum skattatrýst, soleiðis at báðir partar tulka málini rætt.

-Tann góði spurningurin er, hvat man so ger. Og tað vil eg ikki tjakast við pressuna um.

Tað stutta av tí langa er, at Anfinn Kallsberg, løgmaður ætlar sær ikki at leggja kongin, hóast tað eru forðingar.

-Hetta er eitt stórmál, har allir flokkar vilja hava broytingar.

Anfinn Kallsberg ætlar sær tí ikki at gevast, men royna at finna eina loysn fyri hetta stóra mál fyri framtíð Føroya, sum hann málber seg.