hann var liðugur við útbúgvingina, og tað vil siga, at hann hevði gjørt upp við seg sjálvan, at fótbóltsspælið á hægsta støði skuldi leggjast upp á hillina, tá ár 2000 var liðugt. Men nú verður hetta øðrvísi [...] Allan Mørkøre hevur havt við HB, var galdandi inntil árslok ár 2000, men HB hevur móti einari samsýning, sum sambært Poul Michelsen er undir eina fjórðings millión latið ein av týdningarmiklastu spælarunum [...] øðrvísi hjá einasta manninum, sum bæði var við í Landskrona í tiltikna sigrinum móti Eysturríki og sum var á vøllinum leygardagin: ? Eg síggi skiftið til íslendskan fótbólt sum eitt kærkomið høvi at fáa
verið á hansara síðu, og at nú var úrslitið, sum skuldi geva stig móti teimum stóru, uppaftur nærri, enn tað hevði verið frammanundan. Men so var tað, at Svangaskarð var um at skrædna. John Hansen (akkurát [...] høgt og langt, og tað hóvaði føroysku miðverjuni sera væl. Men tá hetta er sagt, so mugu vit staðfesta, at føroyska úrtøkan var frágera góð, og hóast Bosnia sjálvandi verður favorittur í annaðkvøld, so er [...] fótbóltsspælið var bara í løtum so gott, sum tað var í Skotlandi í oktober í fjør. Sambandið millum miðvøll og álopspartin ? serliga tá aftaru menninir skuldu taka lut í vinstru síðu ? var ikki altíð sannførandi
Og tó, var hetta so óvæntað kortini? Eg haldi at tað lá í luftini at nú var dagurin komin, yes sir! Tíðin er farin við vánaligari konditión, nervum og klossaríið. Tú kundi seta teg uppaftur á og njóta [...] dagurin tá vit vinna á onkrum av teimum stóru londunum. Eg hugsaði við mær sjálvum í sigursróminum á Svangaskarði at tað er ótrúligt, at ein pinktjóð sum okkara dittar sær til at spæla ímóti tjóðum sum Skotlandi [...] nálareyga til ein av heimsins fremstu listarskúlum í London. Jú, her býr so sanniliga gott fólk í góðum landi. Hesi fólk og nógv við teimum, kend sum ókend, eru framtíðar álitið hjá hesari Tjóð. Ein vildi ynskt
á Svangaskarði at vera. ? Hetta er tað lægsta, eg havi verið í míni karrieru, segði stóri skotski verjuspælarin við Sky Sports. ? Tað var tápuligt av mær at leggja á. Tað var býtt, smáting, og eg bleiv [...] Hann bað meg um at halda høvdið høgt. Eg veit ikki, um hetta var mín síðsti dystur fyri Skotland. Alt eg veit er, at eg eri leikbannaður í ein dyst, og so fáa vit at síggja. Áttu at verið ov góðir fyri [...] provokeraður. Hóast tað var eitt klandur, sum hevði vart eina løtu, viðgangi eg, at eg bar meg skeivt at, og tað havi eg eisini sagt venjaranum, segði Elliott. ? Eg eri sera vónsvikin av mær sjálvum. Í seinna
sindur vónsvikin av at verða spurdur um hetta eftir bert ein ósigur í seinastu seks dystunum. Mín framtíð liggur ikki í mínum hondum. Men tit kunnu siga frá mær, at eg ikki rými mín veg«, sigur Craig Brown [...] Jónsson í andlitið fá sekund fyri hálvleik«, skrivar Fraser Mackie, sum var millum skotsku tíðindafólkini á Svangaskarði. »Elliott, sum var partur av Leicester City-liðnum, ið bleiv nummar tvey á Fair Play-listanum [...] ir eru ikki kendir fyri at vera serliga mjúkir at strúka, tá tað kemur til óheppin ítróttarfólk. Hetta hava bæði Glenn Hoddle, David Beckham og danski dómarin Kim Milton Nielsen, sum sendi Beckham av vøllinum
dystin var tað ein ógvuliga fegin Óli Johannesen, sum Sosialurin fekk eitt skjótt prát við. Hvat heldur tú um dystin í dag? ? Hetta var ótrúligt, men eg haldi, at vit høvdu uppiborið tað. Hetta er ein tann [...] málið? ? Eg var beint framman fyri føroyska málið, og bólturin var langt oman fyri meg, so Hans Fróði hevur verið sera høgt uppi. Tá eg vendi mær við, var bólturin í netinum, og tað var ein ótrulig kensla [...] ímóti skotum á Pittodrie Stadium í Aberdeen seinasta heyst, var Óli Johannesen helst besti leikarin á føroyska liðnum. Í dystinum leygardagin var Óli aftur millum teir bestu, og tað sæst ikki á honum, at
dans, umframt at ein plátuvendari eisini var. Hetta var eitt gott tiltak, sum tíverri ikki var so væl vitjað. Tá ið Yngd eftir framførsluna í Club 20 sunnukvøldið hevði eitt prát við ein av dreymadreingjunum [...] høllin var ov stór til at fáa tað rætta sambandið við áskoðararnar. Chris greiddi eisini frá, at tað var nær við, at teir vóru rýmdir av pallinum leygarkvøldið, langt áðrenn framførslan hjá teimum var liðug [...] liðug. Hetta komst av, at tað vóru nøkur, helst øvundsjúk mannfólk, sum blakaðu onkrar hvassar lutir eftir teimum, men hetta steðgaði tó, og so valdu bretarnir at vera á pallinum. Hetta hoyrir sjálvsagt ikki
fyri eitt ávíst gjald í ein hálvan tíma. Hetta er í hvussu so er nakað ið børnini tíma, og sum samstundis er mennandi fyri tey. Og so er hetta heldur ikki serliga kostnaðarmikið fyri fyriskipararnar, heldur [...] djóradagurin í Havn, ið varð hildin í Havnadali sama vikuskifti sum vit hildu norðoyastevnu var eitt tilboð, ið var mennandi fyri børnini, og sum eisini gav eitt sindur í Kassan hjá fyriskiparunum. Her rindaðu [...] einar 200 krónur í minnni enn ein hálvan tíma. Eyðgunn vísir eisini á, at tá Klaksvíkin hevur hildið føðingardag, hava skótarnir skipað fyri spæliplássi fyri børnini, og hetta hevur verið sera væl eydnað
sagt var tað um reppið, at tað endaði við verkfalli. Starvsfólkini í peningastovnunum skulu geva tvær vekfalsfráboðanir áðrenn farast kann í verkfall og veruleikin var tann, at seinna fráboðanin var givin [...] Tað var um reppið, at fyrsta verkfallið í fíggjarheiminum í øllum kongaríkinum, skuldi síggja dagsins ljós í Føroyum, men tá samanumkom eydnaðist tað semingsmonnunum at fáa partarnar at semjast um ein nýggjan [...] nakað um hetta enn. Ynskini nógv fleiri enn úrslitið Tað sigur seg sjálvt, at tá farið verður til samráðingar eru krøvini ofta mong. Men úrslitið er sjáldan at tey øll verða gingin á møti. Soleiðis var eisini
nútímans heilsuverk eigur at hava tilboð um kostráðgeving. Mær vitandi eru tveir kostráðgevarar fyri alt landið, og at hetta er alt ov lítið, tað kann ein og hvør siga sær. Her verða ikki stundir til annað enn [...] fyri kostpolitikk. Útgangsstøðið var stóri títtleikin av sjúkum, sum høvdu samband við kost, t. d. hjarta-æðrasjúkur, krabbasjúkur o. s. fr. Samstundis skuldi hetta verða ein partur av einum víttfevnandi [...] umsetingini eitur tað »levnedsmiddelråd«. Hetta ráðið er ongantíð vorðið veruleiki. Ein almennan kostpolitikk, og eitt matvøruráð at taka sær av hesum, er ein nátúrligur partur av heilsupolitikkinum. Sigrid