hurðina, tá vit sóu skriftina á vegginum, men Fólkaflokkurin varð sitandi. So innast inni skilja vit, hví stavnamaðurin nú pyntar seg soleiðis, sum hann ger. Men vónandi sær veljarin tað sama, sum smádrongurin [...] garantunum, Sambandinum og Fólkaflokkinum, er besta prógv um, at stavnamenninir úr báðum hesum flokkum nú eru komnir í neyð og veruliga ræðast ein sterkan Javnaðarflokk. Men fyrst av øllum ræðast teir úrslitini [...] Bjarni Djurholm og Óli Breckmann seg nú eftir at føra fram gitingar, og um tað ikki er nóg mikið, so eisini ósannindir. Framsøgumaður løgmans Eilif Samuelsen: Eg havi nú altíð havt stóra virðing fyri poliska
hósdagin 9. apríl, t.v.s. um tveir dagar, so nú fer tað at hava skund, og tað eru tey greið yvir í Verkamannafylkingini. Men sum formaðurin tekur til: ? Avgerðin um vit stilla upp verður tikin í kvøld. Til seinasta [...] sigur Luitjen Apol. Hvør er so orsøkin til henda miss? ? Eg veit ikki, men tað kann verða, at fólk nú eru nøgd við hinar vinstraflokkarnar, sigur hann. ? Tað kann kanska tykjast løgið, men eg haldi, at [...] rættiligir tungvektarar í arbeiðararørsluni stillaðu upp á hesum lista, og tað gav eisini úrslit, sum vit øll vita. Fylkingin fekk tríggjar mans á ting. Men so byrjaðu trupulleikarnir. Fylkingin fór í tvíningar
seinkingar eru, og tað, sum hendi hetta vikuskiftið, bítur høvdið av allari skomm«. Eisini førir fiskakeyparin fram, at sjálvt frá frumskógarfólkinum í Uganda fáa teir fiskin til tíðina, og at vit ikki koma [...] koma uppá knøini á teimum, sum vit vanliga meta sum annan floks borgarar í triðja heiminum. Um ikki nú onkrar alarmklokkur byrja at ringja aftaná eina slíka skolu, ja so veit eg onki. Í degi og viku í SvF [...] fiskakeypari hjá Frederiksværk Åleeksport í Sosialinum í gjár gevur føroyingum av grovfílini. Eisini sóu vit í Degi og Viku samrøðu við ein líka so ónøgdan fiskaútflytara úr Gøtu. Lat meg fyri góðan ordan skuld
kanska ikki annað at vænta? Flest øll tey, sum fóru niður í løn, meðan kreppan leikaði harðast á, eru komin upp aftur á støðið undan kreppuni, men pensionistarnir hava ongan bata fingið, og borgarligu flokkarnir [...] eftirløn og trygg kor á ellisárum. Tann støðan, vit hava í løtuni, har summi liva á hungursmarkinum, onnur hava ivaleyst á ellisárum, fremur stættamun, sum vit annars nærum høvdu útruddað í okkara samfelag [...] Nú hava Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin reypað av, at alt hevur gingið upp eftir í okkara samfelagi seinastu 4 árini. Hví hevur so fólkapensiónin staðið í stað síðan 1980-ini? Sannleikin er tann, at
einki arbeiði hava? Eru vit nøgd við støðuna? Tað kann ikki bera til, at vit góðtaka hesa støðuna! Úrslitið, sum vit nú síggja, er hetta, at vit hava fingið eitt stættasamfelag, har vit stórt sæð hava tríggjar [...] trupulleiki. Vit eiga øll at gera tað vit kunnu! Tað ber ikki til at vit lata eitt heilt ættarlið fara fyri skeytið. Vit eiga at skapa eitt meira menniskjansligt samfelag! Og tað gera vit bert við at velja [...] landinum. Er tað eitt gott samfelag, sum fer soleiðis við børnum sínum? Men nú eru nøkur ár farin síðan kreppan byrjaði, og vit kunnu takka skaparanum fyri, at Hann gav okkum nógvan fisk. Politikararnir
tryggleiki, sum vit ikki eru førir fyri at veita her heima, og sum vit ikki kunnu verða fyri uttan. Men vit hava tað ikki á tí sosiala økinum. Har eru føroyskir pensionistar afturútsigldir. Har hava vit ikki megnað [...] skulu hava eina útbúgving. Tað er rætt, at vit ikki eru væl viðfarin av dønum í samband við nógv umrødda bankamálið, sum vegna kleyvarskap frá landsstýrissins síðu nú er komið upp í kløtur, men tað eigur ikki [...] grundarlagið undan einari framhaldandi samvinnu, tí vit føroyingar skulu í einum komandi løgtingi taka støðu til tær broytingar, sum eru neyðugar. Vit skulu hava eina meira frýlinta skipan, sum verður førd
n er, at vit ikki hava skipaðan heilsupolitikk, sum miðvíst setur út í kortið, hvat vit vilja gera á sjúkrahúsøkinum í Føroyum. Sjúkrahúsini eru ikki bygd til starvsfólkini Sjúkrahúsini eru ikki bygd [...] ella um vit skulu hava fleri sergreinar. Vit áttu heldur at tosa um at fáa tað at virka, sum longu er á Landssjúkrahúsinum, tí vit kunnu ongantíð hava allar sergreinar í Føroyum. Tað hava vit ikki ráð [...] Spurd hví hon nú stillar upp til løgtingsvalið fyri Javnaðarflokkin, sigur Joan Ziskason, at hon altíð hevur havt áhuga fyri politkki. Eisini tá eg var smágenta í Klaksvík. Tá val var, og vit børn vóru úti
seg vilja avtaka blokkstuðulin her og nú. Sjálvandi skulu vit arbeiða fram ímóti, at samfelagið skal standa á egnum beinum, men at avskriva blokkstuðulin her og nú merkir skerjingar í gerandisdegnum, og [...] Ábyrdarleyst at avskriva blokkin Av royndum vita vit, at tað eru teir bólkar sum seta sítt álit á Javnaðarflokkin, ið verða harðast raktir, og tí siga vit korta nei til ábyrdarleysan politik, sum tann T [...] umboða. Avgerðandi er, at vit føra ein sosialistiskan politik. Vit kunnu ikki gera sum Tjóðveldisflokkurin mælir til, at bíða við spurninginum um vinstra ella høgra, til eftir at vit hava tikið loysingina
og sum er størsti garanturin fyri, at vit fáa eina leiðslu sum bæði torir at taka avgerðir og gjøgnumføra tær uttan drál. Men hvussu kann tað so bera til, at vit eftir øllum at døma skulu missa eitt fyri [...] við ringum smakki í munninum, eftir at føroyingar við uppreisnini í bankamálinum nú av sitandi landsstýrið enn einaferð eru gjørd fyri skommum. At hevnd løgmansins til sítt egna valfelag, skal fáa so stóran [...] Nú tá landsstýrisflokkarnir við Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum á odda hava víst hvat teir duga til, nevniliga at søplað burtur málið um endurgjald frá dønum fyri handfaringina av bankabjargini, leggja
Tað verður nógvur fótbóltur um páskirnar, nú ferð kemur á bólkaspælið í kappingini um løgmanssteypið. Tey tólv liðini, sum eru eftir í kappingini, skulu øll spæla tríggjar dystir upp á minni enn eina viku [...] kappingini. Men tað sær út til, at bitin nú er ov stórur hjá vágamonnum, og teir mugu helst fyrireika seg upp á at vera fastur stiggevari í bólkinum. Leygardagin eru dystirnir í bólki 1 KÍ-HB og NSÍ-FS Vágar [...] spæla móti ávikavist Royn og VB. Hvít páskir Steypakappingin er byrjað, og tá páskirnar eru av, er rættilig gongd komin á fótbóltin, og dystarvenjingin fer at koma meir og meir upp á pláss. Teir fyrstu dystirnir