fótbóltsliðini í landinum er ikki størri, enn at tað ikki ber til hjá nøkrum at vinna sovandi ella við aðrari ella báðum ørmunum á rygginum. Tað varð aftur staðfest, tá vágbingar vóru í Gøtu sunnudagin [...] fingið sigursmálið, so høvdu teir vunnið seg framum B68 í bólki trý, men tað gjørdist ikki meiri enn hóttanin, og ivaleyst hevði tað verið ringur smakkur í munninum hjá gøtumonnum, um teir høvdu verið orsøkin [...] borðinum. Tíðliga í 2. hálvleiki økti Heini Heinason til 3-0. Hann ætlaði at leggja innfyri til leysan Sámal Joensen, men hann heilkiksaði, og bólturin sigldi so omanfyri Bjarna Johansen og í málið. Og so var
fara at økjast. Stjórin í Suðuroyar Sparikassa metur í hvussu er, at tað í øllum førum er nóg stórt kundagrundarlag í Havn til at teir taka hetta stigið. Mikkjal Sørensen vil ikki dagsseta nær deildin hjá [...] vnarnar í Føroyum. Kundagrundarlagið er ikki so ógvusliga stórt og teir eru, eftir útlendskum mátistokki, nógvir í tali. Higartil hevur tað verið so, at bankin (fyrr bankarnir) høvdu deildir í hvørjari [...] Sparikassi hevur, sum tann størsti, havt deildir í flestu bygdum í meginøkinum og í smáplássunum, meðan Norðoya Sparikassi og Suðuroyar Sparikassi hava havt deildir í ávíkavíst Klaksvík, Leirvík, Vági og Porkeri
Í dag er seinasti dagur at seta pengar í nýggja føroyska oljufelagið Atlantic Petroleum - í hvussu er í hesi syftu. Ætlanin var at fáa einar 10 mill. kr. í partapeningi frá fólki kring alt Føroya land [...] so liva við í fyrstu atløgu. Sjálvur haldi eg løgtingsvalið hevur havt ikki ongan týdning fyri áhugan og so er hetta eisini fyrstu ferð, at høvið hevur verið í fríari tekning at seta pengar í slíkt sigur [...] og feløg longu hava sett í felagið. Men tað hevur gingið eitt sindur striltið at fáa fólk at vísa hesum heilt nýggja og óvanliga tiltakinum í føroyskum vinnulívi nóg stóran ans. Í gjár høvdu umleið 250 fólk
skemtinum og undirhaldinum kom í lag, svarar Niels Petur Nolsøe: - Eg havi altíð havt lætt lyndi og dugað at sæð tað stuttliga í øllum..Í 1967 avgjørdu Robert og eg, at til veitsluna í Framtíðini skuldi Robert [...] Robert reisa seg upp at tala og eg skuldi so provokera. Vit settu okkum ikki saman og Robert reisti seg upp og so gekk ein løta, so svaraði eg til. Eg spurdi hvat hann visti um hatta hann segði og so framvegis [...] uppí. Síðani hava vit hildið fram hvørt nýggjár, greiðir Niels Petur frá. - Vit hava ongantíð sitið í dagavís og fyrireikað; Robert ringir og sigur, at nú er skráin liðug; eg geri hetta, tú gert hatta og
rnar í Klaksvík. ? Hølið í Klaksvík er leigað, men vit áttu at fingið egin hølir. Nær hetta skal gerast, veit eg tó ikki í løtuni, sigur Finn Nielsen. 100 starvsfólk Føroya Keypssamtøka hev?ur í dag umleið [...] - Kreppan fyrst í nítiárunum gjørdi, at vit í Keypssamtøkuni máttu spara. ? Kappingin er eisini vorðin størri seinnu árini, men eg haldi kortini ikki, vit kunnu siga, at vit hava selt minni, sigur Finn [...] stjóri í Føroya Keypssamtøku. ? Vit hava í grundini ongantíð selt so nógv sum seinasta ár. Tølini bíða vit tó við at leggja fram til á aðalfundinum 18. apríl. Framgongd og yvirskot Eisini formaðurin í fel
Djurhuus sigur í Útvarpinum: »Tað er hugaligt hjá øllum okkum, sum ikki duga føroyskt, at hoyra so gott mál, sum í týðingini hjá Aksel Tórgarð. Føroyskt kann brúkast til Shakespeare. Sum tað er. Ikki eitt orð [...] er, sum ger henda 434 ára gamla gandakallin ódeyðiligan, so hann er eins áhugaverdur í dag, sum í síni samtíð, ikki minst fyri yngra ættarliðið, sum kring allan heim fyllir leikhús og biohallir dag um [...] 19.30 og sunnudagar kl. 16.00. Atgongumerki eru at fáa í húsinum og á Kunningarstovuni. Brot úr ummælum: Dagny Joensen skrivar í Sosialinum: »Í Dreymur Jóansøkunátt« verða leiklistargreinar av ymsum slag
Danmark og Frakland spældu jú í sama bólki, og tí vita teir flestu íbúgvarnir á Reunion nú, hvar Danmark liggur. Og frá Danmark er jú ikki so langt til Føroya, í hvussu er ikki tá ið ein er staddur út fyri [...] sá tað sum ein møguleika at leggja trýst á dómsvaldið og teir, sum ráða í landinum, við at fara í bløðini við málinum um skipanina í landinum, og hvusu hann sjálvur hevur verið viðfarin undir hesi skipanini [...] tað kom í mánadagin, beint eftir at Frakland gjørdist heimsmeistari í fótbólti. Og við so stórum tilknýtningi til Frakland, sum Reunion hevur, so skrivaðu teir næstan bara um heimsmeistaraheitið í tí blaðnum
Sjálvur ivast býráðsformaðurin ikki í, at tað er stórur tørvur á fleiri plássum til tey eldru - nógv fleiri plássum enn teimum 10, sum sleppa í sambýlið hesuferð. Tí ivast hann ikki í, at spurningurin um at útvega [...] hevur eisini samtykt at gera eina lyftu í Læknamiðstøðina. Á ovaru hædd í Læknamiðstøðina er báði tannlækni og skúlatannlækni, men sum er slepst ikki til teir í koyristóli. Ein avleiðing hevur verið, at [...] verður farið undir at gera eldra-sambyli í Vági. Á Býráðsfundi í seinastu viku samtykti Býráðið at fara undir tað fyrireikandi arbeiði. Jógvan Krosslá, býráðsformaður í Vági, sigur , at gøngur tað sum ætlað
setti ikki navn á, men vit rokna við, at teir spælararnir, sum felagið ynskir at sleppa av við, fáa boð um hetta í vikuskiftinum. Hetta segði Julian Johnsson, tá vit á middegi í gjár høvdu hann í telefonini [...] eykaliðnum, og tað tók hann sum tekin um, at hann ikki verður millum teir fyrstu ellivu, tá Kongsvinger í morgin skal spæla í bestu deildini. Julian Johnsson roknaði í gjár við, at hann kemur til Føroya at spæla [...] Felagið hjá Juliani Johnsson, Kongsvinger, er í kreppu, og nú fær hetta avleiðingar fyri fleiri av spælarunum. Norskir fjølmiðlar vistu í gjár at siga, at leiðslan í felagnum hevur boðað spælarunum frá, at
Í gjár var ein stórur dagur hjá íbúgvunum Inni á Gøtu í Hoyvík. Dagstovnurin í býlinginum varð tikin í nýtslu á almennari móttøku, og fyrstu tíggju børnini byrjaðu í vøggustovuni og barnagarðinum. Tá ið [...] barnaansingarøkinum verður at byggja ein nýggjan stovn í Vesturbýnum. Økið er funnið, men enn eru brúkaraviðurskiftini ikki avgreidd. - Vit miða ímóti at fara í holt við at projektera ein nýggjan stovn sum skjótast [...] til 20 dagrøktarbørn og eigarafelagið í økinum hevur felagshøli, ið millum annað skulu brúkast til ungdómin um kvøldarnar. Ætlanin var, at stovnurin skuldi takast í nýtslu fyri tveimum mánaðum síðani, men