Nú verður farið undir at gera eldra-sambyli í Vági.
Á Býráðsfundi í seinastu viku samtykti Býráðið at fara undir tað fyrireikandi arbeiði.
Jógvan Krosslá, býráðsformaður í Vági, sigur , at gøngur tað sum ætlað, verður farið undir sjálvt arbeiðið longu seinni í ár.
Verður tað, kann sambýlið væntandi takast í brúk longu komandi ár.
Býráðsformaðurin sigur, at ætlanin er í fyrstu syftu at gera eitt sambýli til 10 fólk.
Kommunan hevur sett av eitt stórt stykki úti í Marknoyri til endamálið.
Stykkið er so mikið stórt, at har eru góðir møguleikar fyri at byggja út í stórum, skuldi tað verið neyðugt, antin til eitt størri sambýli, til ellisheim, ella til okkurt annað, líknandi endamál.
Sjálvur ivast býráðsformaðurin ikki í, at tað er stórur tørvur á fleiri plássum til tey eldru - nógv fleiri plássum enn teimum 10, sum sleppa í sambýlið hesuferð.
Tí ivast hann ikki í, at spurningurin um at útvega fleiri pláss, fer at stinga seg upp heilt skjótt.
Ongin tørvskanning er gjørd í Vág, men Jógvan Krossá, sigur, at hann merkir tørvin kortini á teimum telefonuppringingum, sum kommunan fær við fyrispurningum um pláss.
Jógvan Krosslá sigur, at hetta øki er valt, tí at tað er stórt og tí at har er so avbera gott útsýnið yvir allan fjørðin, vestur á keiina og vestur ígjøgnum bygdina.
Sjálvsognarstovnur
Jógvan Krosslá sigur, at ætlanin er at skipa eldrasambýlið sum ein sjálvsognarstovn.
Sjálv skal kommunan ikki betala fyri byggingina.
Okkara ískoyti verður at lata stykkið, gera veg til húsið og kanska at grava út.
Annars fer kommunan at átaka sær ein part av rakstrinum, t.d. viðlíkahaldi, húsavørði o.s.fr. sigur hann.
Hinvegin verður sjálvt eldrasambylið undir heimarøktini.
Tað, sum farið verður í holt við nú, er kanna málið, m.a. at vita, hvørjir fíggingarmøguleikar eru.
Somuleiðis skulu loyvi fáast til vega og stykkið og hús skulu góðkennast.
Liftu í læknahúsið
Býráðið hevur eisini samtykt at gera eina lyftu í Læknamiðstøðina.
Á ovaru hædd í Læknamiðstøðina er báði tannlækni og skúlatannlækni, men sum er slepst ikki til teir í koyristóli.
Ein avleiðing hevur verið, at summir rørslutarnaðir vágbingar verið noyddir norður á Tvøroyri til tannlækna.










