Stór útsøla í Kongsvinger

Fótbóltur: Julian Johnsson veit ikki enn, um hann er millum teir fimm til átta spælararnar, sum leiðslan hevur gjørt av skulu úr felagnum

Felagið hjá Juliani Johnsson, Kongsvinger, er í kreppu, og nú fær hetta avleiðingar fyri fleiri av spælarunum. Norskir fjølmiðlar vistu í gjár at siga, at leiðslan í felagnum hevur boðað spælarunum frá, at einastaðni millum fimm og átta spælarar skulu burtur av lønarlistanum. Orsøkin er tann, at vánaliga ítróttarliga gongdin hevur havt við sær, at inntøkurnar til felagið eru minkaðar. Undan kappingarbyrjan økti felagið um spælarahópin til 27 ella 28 spælarar, tað hevur havt øktar lønarútreiðslur við sær, og nú mugu tiltøk setast í verk fyri at fáa tað at hanga saman millum inntøkur og útreiðslur.

? Tá vit møttu til venjingar hósdagin kom stjórin í felagnum og segði okkum, at tað fór at verða neyðugt at minka um lønarútreiðslurnar. Hann setti ikki navn á, men vit rokna við, at teir spælararnir, sum felagið ynskir at sleppa av við, fáa boð um hetta í vikuskiftinum.

Hetta segði Julian Johnsson, tá vit á middegi í gjár høvdu hann í telefonini. Hann visti ikki, um hann verður millum teir, ið felagið ætlar at selja. Tað kann hugsast, at felagið vil sleppa av við onkrar av spælarunum, sum ikki eru fastir millum teir fyrstu ellivu, men tað kann eisini hugsast, at teir vilja sleppa av við teir, ið fáa mest í løn, og nógvir av hesum eru sjálvandi á liðnum.

? Fyribils taki eg hetta púra róliga. Sjálvandi er talan um eitt trýst, men tá tú ert yrkisspælari, ert tú hvønn einasta dag undir trýsti. Eg havi ein sáttmála, sum er galdandi fram til í okjtober í ár 2000, og hann fari eg at halda meg til. Um broytingar skulu til, so er tað upp til felagið at koma við einum útspæli, sum støða so skal takast til, sigur Julian Johnsson.

Í gjárkvøldið skuldi Julian Johnsson spæla við eykaliðnum, og tað tók hann sum tekin um, at hann ikki verður millum teir fyrstu ellivu, tá Kongsvinger í morgin skal spæla í bestu deildini.

Julian Johnsson roknaði í gjár við, at hann kemur til Føroya at spæla fríggjakvøldið á Tórsvølli við landsliðnum móti AaB. Annan sunnudag skal Kongsvinger spæla fyri síðstu ferð, áðrenn teir fara í heilt stutta summarfrítíð.