Starvsmannafelagnum svaraðu. Spátt verður at strongd fer at gerast álvarsamasta fólkasjúkan í heiminum um fá ár. Og kanningin gav eina greiða ábending um, at vandamálið er minst líka álvarsamt í Føroyum [...] føroyska arbeiðsmarknaðinum. Sum m.a. avdúkaði, at Arbeiðseftirlitið hevur onga orku at taka sær av trupulleikanum, og tí varð uppskot lagt fyri tingið í heyst um at raðfesta eftirlitið. Starvsmannafelagið skjýtur [...] flokkarnar í Miðlahúsinum at kjakast um áleikandi evnini strongd og sálarligt arbeiðsumhvørvi. Útgangsstøði er kanningin, sum Starvsmannafelagið lat gera í fjør og sum avdúkaði, at strongd er eitt vandamál
Petru fór fram, vísa tey á, at sannlíkindi fyri, at toskur rýmir úr alinótum, bæði sum vaksin fiskur, men eisini sum rogn, er avgjørt til staðar. Tískil er tað av stórum týdningi at fáa staðfest, um tað er [...] februar klokkan 15, Petra fer at greiða frá um verkætlanina. Eftir framløguna verður ábit, og øll eru hjartaliga vælkomin. Høvuðsendamálið við ritgerðini hjá Petru Petersen var at kanna møguligar arvaligar [...] verður aftrat, at eftir verkætlanarbyrjan hjá Petru Petersen, steðgaði aling av toski í Føroyum. - Orsøkirnar eru fleiri, men yvirhøvur er høgt felli av larvum og yngli ein stór avbjóðing fyri at fáa toskaaling
Kaj Leo Holm Johannesen segði í ólavsøkurøðuni, at tekin eru um, at Føroyar megna at loysa demografisku avbjóðingina. - Fleiri flyta heimaftur, og tey, sum flyta av landinum, fækka. Í fjør vaks burðartalið [...] verður nú brúkt til heilsugransking. - Fyri at bøta um møguleikarnar hjá nýútbúnum føroyingum at finna sær starv í Føroyum, er avtalað við danskar myndugleikar, at føroysk nýútbúgvin kunnu flyta til Føroyar [...] aldursbólkinum 20 til 40 ár. Fráflytingin er tó framvegis størri enn tilflytingin, men tekin eru um, at vit megna at loysa demografisku avbjóðingina, segði Kaj Leo Holm Johannesen. - Átøk í fólkavakstrarætlanini
hevði tapt nógvar dystir, umframt at liðið hevði latið nógv mál inn. Tí var stórur dentur lagdur á frá byrjan hjá Simeone, at liðið skuldi lata færri mál inn, umframt at innsatsurin á degnum altíð skuldi [...] kappingarár í ár. Í heimligu deildini eydnaðist Atletico Madrid at vinna spanska meistaraheitið fyri fyrstuferð síðani 1996, umframt at liðið spældi seg fram til Champions League finaluna. Grundarlagið [...] skuldi vera so góður sum gjørligt. Tað hevur eisini verið grundarlagið undir at felagið við Diego Simeone sum venjara, hevur vunnið La Primera Division, Copa Del Rey, Europa League og Europa Super Cup. Móti
Lindi og Jacquelin, fyrst í mai mánaði, valdu at keypa eitt fyrrverandi handilshøli við Klaksvíksvegin, hevur nógv verið gjørt fyri at umskapa hølini, so at tey ið vitja Jacqson alt fyri eitt føla seg væl [...] afturat at barrin altíð er opin. Fríggjakvøldið kemur víðagitni Hanus G. at framføra frá kl 24 til 02! Leygarkvøldið kl 24 til 04 koma Jógvan Fróðin Baldvinson, Avilda Mørkøre & Jón Mørkøre at undirhalda [...] og tey á Jacqson vóna at nógv fólk koma ein túr forbí. - Til dagligt verður tað cafe, bæði mitt í viku og um dagin í vikuskiftinum, og um kvøldanir í vikuskiftinum er so ætlanin at hava livandi tónleik
neyvt, um innlatingin er øðrvísi í ár. Eg haldi tó tølini síggja rímilig út, og at tað tykist ikki sum um, at kravið um at lata inn talgilt hevur nervað innlatingina stórvegis, sigur Poula á Líðarenda. [...] TAKS og bíðaðu eftir at verða viðgjørdir. Í ár eru ongir stakkar nakrastaðni. Ongar sjálvuppgávur mangla at verða skannaðar inn ella skrásettar, og longu nú er komin so mikið áleiðis, at uml. 30% av innkomnu [...] vanta bara gott 600 roknskapir Poula í Líðarenda heldur, at samlaða innlatingin sær heilt rímilig út. Nøkur feløg hava fingið serligt loyvi frá TAKS at lata inn seinni, nøkur eru farin av knóranum, og so eru
í einsemi eftir, at foreldrini eru farin frá hvør øðrum , gongur væl. Tað staðfestir Skúlablaðið í morgun Skúlin á Løgmannabreyt heldur, at tað er umráðandi hjá foreldrunum at vita, at alstórur dentur lagdur [...] stuðul. At foreldur fara frá hvør øðrum er vorðið rættiliga vanligt. Tað vísir seg, at nógv børn eru tyngd av skilnaðinum hjá foreldrunum og stúra og sakna. - Hjá summum er torført at skilja, at foreldrini [...] trivnaður, skipaðu og leiddu bólkin. - Í einum samrøðubólki hittast børn og ung, ið hava tað til felags, at mamma og pápi eru farin hvør til sítt. Her kunnu tey røða um tankar og kenslur og geva hvør øðrum góð
náttúrligt, at ein forsætisráðharri sigur sína hugsan um yvirskipaðu støðuna í Føroyum og Grønlandi. Tað sigur Edmund Joensen, fólkatingsmaður, eftir at Annika Olsen, landsstýriskvinna hvassliga fanst at Helle [...] leggur afturat, at hann ikki kennir tað sum sína uppgávu at verja eina sosialdemokratiska stjórn. – Tó vil eg til eina og hvørja tíð verja rættin hjá øllum borgarum – eisini politikarum – til at siga sína hugsan [...] sum øll vita: – Føroyar og Grønland hava stórar búskaparligar avbjóðingar. Fleiri eldri. Færri til at arbeiða. Brúk er fyri nýggjum inntøkum. Og fyri nýskipanum, ið kunnu tryggja haldførið í búskapinum
vinning. Endámalið við kappingini er at styrkja ognarkensluna hjá børnunum í býnum, so tey kenna, at tey eiga lut í býarbussunum. Eisini er ein slík kapping við til at skapa kunnleika til eina skapandi tilgongd [...] undanfarnu vikurnar arbeitt við at útleggja orðatøk, sum skulu prýða nýggju býarbussarnar í Klaksvík. Hetta er ein kapping, sum Fríða Næs og Annika Kunoy Im skipa fyri í samband við, at tær hava fingið játtað pening [...] stjórin í Klaksvíkar kommunu, Steinbjørn Jacobsen, at siga nøkur orð, og vinnarirnir verða avdúkaðir. Fimm tey bestu uppskotini fáa sína mynd upp at hanga í bussunum, og besta ískoyti fær harumframt eisini
lítlari løtu síðani fóru teir av pallinum, eftir at hava givið eykanummar. Allar gamlar søgur um, at til Føroya koma gamlar rockhetjur, ið ikki hava aðrastaðir at fara, fingu í kvøld enn ein seym í kistuna. [...] og mong í tali, at fjøldin var við. Og væl spælt var tað av nú umleið 60 ára gomlu fýrunum úr New York. Og sangarin kundi hvíla á vælspælda tónaundirlagnum, og hann dugdi ómetaliga væl at brúka yvirskotið [...] yvirskotið til at fáa fjøldina við. Alla tíðina. Og sjálvsagt fingu Føroyar, og fólkið her býr, mong og mest rósandi orð við á vegnum. Eisini nátttúran. Eittnú segði hann skemtiliga, at hann ongantíð áður hevði