Twisted Sister syrgdu fyri rockbraki á Vágsbø

Tað var eitt rockshow av aðarari verð, har fjøldin slapp at liva við, tá Twisted Sister stóð live á Vágsbø í Klaksvík í kvøld

Tað var eitt rockshow av aðarari verð, har fjøldin slapp at liva við, tá Twisted Sister stóð live á Vágsbø í Klaksvík í kvøld.




Twitsted Sister stóðu fyri einum rockbraki av aðrari verð, tá teir í kvøld stóðu á palli á Vágsbøi.



Fyri lítlari løtu síðani fóru teir av pallinum, eftir at hava givið eykanummar.



Allar gamlar søgur um, at til Føroya koma gamlar rockhetjur, ið ikki hava aðrastaðir at fara, fingu í kvøld enn ein seym í kistuna. Hasar søgur eru nú jarðaðar!



Manningin – og tað er enntá uppruna manningin – var í toppformi, og syrgdi fyri einum rockbraki, einum rockshowi, ið vildi nakað. Kendu sangirnir, millum nógvar aðrar, ið fjepparar kenna. Men hittini eru somikið vælkend, og mong í tali, at fjøldin var við.



Og væl spælt var tað av nú umleið 60 ára gomlu fýrunum úr New York. Og sangarin kundi hvíla á vælspælda tónaundirlagnum, og hann dugdi ómetaliga væl at brúka yvirskotið til at fáa fjøldina við. Alla tíðina.


Og sjálvsagt fingu Føroyar, og fólkið her býr, mong og mest rósandi orð við á vegnum. Eisini nátttúran.



Eittnú segði hann skemtiliga, at hann ongantíð áður hevði spælt fyri 10.000 fókum, ið øll vóru í ætt hvør við annan.


Eftir Twister Sister hittini, kom eitt eykanummar. Tað var lag hjá Rolling Stones. Og øll fjøldin fekk høvi at syngja við – enn einaferð – tá Twisted Sister spældu It's Only Rock n' Roll But I Like It.



Eitt startskot til Summar Festivalin 2014, ið stendur eftir eina góða løtu, og eisni gerst eitt gott minni hja teim mongu, ið fyltu Vágsbø hesa góðu løtuna.