Gott og væl 2000 partafelagssjálvuppgávur eru komnar inn áðrenn freistin var úti 1. juli, boðar TAKS frá. TAKS sendi 2.800 sjálvuppgávur út til partafeløg og aðrar felagsskapir, og sostatt eru um 72% av partafelagssjálvuppgávunum komin inn til tíðina.
Les eisini Talgildir ársroknskapir virka væl
Sambært Poulu á Líðarenda, leiðara á virkiseftirlitinum, er innlatingin av sjálvuppgávunum lík undanfarnum árum.
- Vit hava ikki líknandi hagtøl fyri undanfarin ár og vita tí ikki neyvt, um innlatingin er øðrvísi í ár. Eg haldi tó tølini síggja rímilig út, og at tað tykist ikki sum um, at kravið um at lata inn talgilt hevur nervað innlatingina stórvegis, sigur Poula á Líðarenda.
Les eisini Nú vanta bara gott 600 roknskapir
Poula í Líðarenda heldur, at samlaða innlatingin sær heilt rímilig út. Nøkur feløg hava fingið serligt loyvi frá TAKS at lata inn seinni, nøkur eru farin av knóranum, og so eru nøkur, sum ongantíð lata inn. Í fjør vóru hesi um 400 í tali, og tey fáa eina metta skattauppgerð, t.e. ein uppgerð, har TAKS ásetir, hvussu nógv tey skulu rinda í skatti.
eRoknskapur ger stóran mun hjá TAKS
Talgilda innlatingin ger stóran mun í arbeiðsgongdunum hjá TAKS. Um hetta mundið í fjør lógu høgir stakkar av roknskapum og sjálvuppgávum á skrivstovunum hjá TAKS og bíðaðu eftir at verða viðgjørdir. Í ár eru ongir stakkar nakrastaðni. Ongar sjálvuppgávur mangla at verða skannaðar inn ella skrásettar, og longu nú er komin so mikið áleiðis, at uml. 30% av innkomnu skjølunum eru viðgjørd og liggja klár til at fara gjøgnum skattaskipanina til endaliga uppgerð. Tann uppgerðin koyrir í endanum av september, og tá fáa nógv feløg sína skattauppgerð.