Petra leggur fram sína ph.D.-ritgerð

Almenn móttøka verður fríggjadagin, har Petra Petersen fer at greiða frá síni ph.D.-ritgerð.

Petra Petersen, lívfrøðingur, vardi  sína ph.D.-ritgerð "An investigation of genetic and reproductive differences between Faroe Plateau and Faroe Bank cod (Gadus morhua L.)” við University of Stirling í Skotlandi mikudagin 28. januar. 

 

Í hesum sambandi verður almenn móttøka á Búnaðarstovuni í Kollfjarðadali fríggjadagin 6. februar klokkan 15, Petra fer at greiða frá um verkætlanina. Eftir framløguna verður ábit, og øll eru hjartaliga vælkomin.

 

Høvuðsendamálið við ritgerðini hjá Petru Petersen var at kanna møguligar arvaligar munir millum landgruns- og bankatosk. Hesir báðir fiskastovnarnir eru minkaðir munandi seinastu árini og spurningurin um møguligan arvaligan mun er av stórum týdningi fyri stovnsrøkt yvirhøvur.

 

- Haraftrat vóru fyri nøkrum árum síðani gjørdar royndir við at ala tosk í Føroyum, har bankatoskur varð aldur í náttúrliga umhvørvinum hjá landgrunstoskinum. Blanding millum stovnar er ikki ynskilig.

 

Á Fiskaaling, har granskingin hjá Petru fór fram, vísa tey á, at sannlíkindi fyri, at toskur rýmir úr alinótum, bæði sum vaksin fiskur, men eisini sum rogn, er avgjørt til staðar. Tískil er tað av stórum týdningi at fáa staðfest, um tað er munur millum stovnarnar.

 

- Ymisk sløg av DNA-kanningum vórðu nýttar til endamálið í granskingini hjá Petru. Eisini varð kannað, um munur er á nøringsstrategiunum hjá landgruns- og bankatoski - og um  hetta man vera arvaligt.

 

Lagt verður aftrat, at eftir verkætlanarbyrjan hjá Petru Petersen, steðgaði aling av toski í Føroyum.

 

- Orsøkirnar eru fleiri, men yvirhøvur er høgt felli av larvum og yngli ein stór avbjóðing fyri at fáa toskaaling at bera seg. Tí varð fellið - og møguligar orsøkir til tess - kannað fyri familjur av aldum bankatoski, sigur Fiskaaling.