– Tað er náttúrligt, at ein forsætisráðharri sigur sína hugsan um yvirskipaðu støðuna í Føroyum og Grønlandi.
Tað sigur Edmund Joensen, fólkatingsmaður, eftir at Annika Olsen, landsstýriskvinna hvassliga fanst at Helle Thorning-Schimdt í gjár. Hon vildi rættleiða forsætisráðharran, tí hon segði nakað um føroysk viðurskifti í setanarrøðu síni á fólkatingi.
Les eisini: Annika Olsen í øðini inn á forsætisráðharran
– Hví, jú tí forsætisráðharrin í setanarrøðu síni í Fólkatinginum hevur sagt tað, sum øll vita:
– Føroyar og Grønland hava stórar búskaparligar avbjóðingar. Fleiri eldri. Færri til at arbeiða. Brúk er fyri nýggjum inntøkum. Og fyri nýskipanum, ið kunnu tryggja haldførið í búskapinum.
– Hetta er fakta. Hetta er tað, sum t. d. Búskaparráðið hevur sagt aftur og aftur. Somuleiðis Tjóðbanki okkara í nýggjastu frágreiðing sínari. Hetta er tað, sum er neyðugt. Og so er tað líka mikið, hvør ið sigur hesar sannleikar, heldur Edmund Joensen.
Fólkatingsmaðurin leggur afturat, at hann ikki kennir tað sum sína uppgávu at verja eina sosialdemokratiska stjórn.
– Tó vil eg til eina og hvørja tíð verja rættin hjá øllum borgarum – eisini politikarum – til at siga sína hugsan. Tað er sjálvur krumtappurin í fólkaræðinum.
Hann heldur, at tað ein forsætisráðharri sigur sína hugsan um yvirskipaðu støðuna í Føroyum og Grønlandi, er ikki annað enn náttúrligt. Ger ráðharrin ikki tað, so forsømur hann sína skyldu sum forsætisráðharri, heldur Edmund Joensen.
– Helst er tann annars so skilagóða landsstýriskvinnan lopin framav, tí ongin má forða tí fría og opna orðaskiftinum, sum brúk er fyri - eisini í ríkisfelagsskapinum. Landsstýrisfólk eiga tvørturímóti at berjast fyri talufrælsinum hjá øllum, sigur Edmund Joensen.









