lit. Vendir tú honum á ranguna, sært tú, at liturin hevur verið myrkari enn nú. Men vesturin er eini 70 ára gamal, og sum við øllum øðrum, so setir tíðarinnar tonn eisini sítt merki á føroyska tjóðbúnan [...] tali, sum heita á Elsu, tá tey hava brúk fyri eini hjálpandi hond. - Men hetta er bert eitt ítriv. Eg vil ikki hava ov nógv at gera, tí so er tað kki stuttligt meir, leggur hon dent á. Litirnir eru broyttir [...] einkjubúni, greiðir Elsa frá. Hon minnist aftur á ein gamlan mammubeiggja hjá henni, sum sigldi úti. Tá hann var heima, lat hann seg altíð í føroysk klæði, og so gekk hann og spákaði eftir gøtunum í vakra búnanum
Umframt at spæla á Loppen, var eisini konsert á Rust mánakvøldið, og eftir ætlan skal hann eisini spæla á Musikcaféen í Århus í kvøld. - Eg havi spælt nógvar konsertir í USA, har eg havi verið á míni fyrstu [...] hann framvegis bæði beinini á jørðini. Áðrenn konsertin byrjaði gekk hann runt ímillum áhoyrarar og heilsaði uppá vinir og kenningar. Tá klokkan leið ímóti 22 fór Teitur so á pallin. Við tveimum akkustiskum [...] er liðugur fortelur hann síðani eina søgu, sum fær øll at flenna: - Á rundferðini í USA høvdu vit tann stuttleikan, at tá vit fóru inn á eitt stað at eta, so kannaðu vit menukortið gjølla fyri at vita, hvat
Poderis og Vencevicius á sentrala miðvøllinum vóru snaringsaksulin, og Cesnauskis í vinstru og eisini Cesnauskis í høgru á miðvøllinum dugdu væl. Tá ið føroyingarnir endiliga fingu fatur á bóltinum, vórðu teir [...] nógvir hvítir og gulir á vøllinum. Ágangandi fyrstu løtuna Føroyska liðið legði bragdliga fyri í 4?3?3 støðu, har Jákup á Borg var heilt frammi í høgra borði. Tað ráddi um at fáa røðini á liðnum at flyta seg [...] liðið skuldi vera kompakt longri frammi enn vanligt. Í 9. minutti var møguleikin har at seta hol á. Jákup á Borg tveitti langt inn úr høgru, Julian og John vóru uppi í at snitta víðari, og við handara stólpan
eg var í Danmark. Tá var eg 15 mánaðar í Føroyum. Tað var í 1979 og eg arbeiddi á Landssjúkrahúsinum og gekk í Hoydølum á HF fyrsta árið. So fór eg at lesa í Århus og Aalborg. Síðani byrjaði eg at taka [...] eg fái hetta á pláss í apríl. Svalbard og tann leiðin er áhugavert fyri meg, tað mær dámar allar best. Tá fara vit veruliga í ísin, sigur Klaus. Klaus greiðir frá um ymsu munirnar, sum eru á ferðafólkunum [...] uppliva, sigur Klaus Kiesewetter, sum í summar skal ferðast kring Svalbard og har á leið og sum har m.a. skal royna at sita á ísbjarnavakt.
tann 15. apríl. Á skránni á dansiframsýningini í Klaksvík vóru 20 dansir. Eyðleyg, Osvald og Erling nevna t.d. Rheinlendara polka, Les Lanciers,Wienerkreutz og Skottish. Og síðani gekk slag í slag. Felagið [...] Eyðleyg hevði á munni, hví einki konufólk var við. Og so kom hon sjálv í nevndina. Síðani høvdu tey fyrireikandi fund við uppskoti um lóg og slíkum. Tann 25. januar í 1972 var stovnandi aðalfundur á Hotel Føroyum [...] eisini leikti Helga Klein klaver. Til framsýningar leikti GHM. Enn í dag minnast tey aftur á tíðina og hølini á Kongabrúnni við gleði og meta hesi, sum bestu hølini, ið felagið hevur havt. Felagið enn navnleyst
sum vendu frameftir á brúnni, inn ígjøgnum. Kúgveyguni longri niðri á yvirbygninginum fóru eisini. Sjálv brúgvin fór eisini av lagi, so nógv stóð á. Tað kom nógvur sjógvur inn á brúnni. Maskinstjórin [...] altíð í Bíbliuni á frívakt, og hann plagdi eisini at hava orðið, tá ið møtir vóru umborð. Hetta gjørdi hann eisini á møtum í landi. Vágbingur sigldi undan hendan dagin. Tá kundi hann fara á liðuna, so nógvur [...] nógvur sjógvur kom inn á dekkið, og tað var hetta sum hendi. Á dekkinum vóru lemmar, sum ikki vóru surraðir, og Hans Christian leyp niður á dekkið at fáa hetta gjørt. Men tá kom eitt brot, sum tók hann fyri
vildi eg ikki gera. - Eg hugsaði sum so, at kundi eg ikki sleppa inn á skúlan á sama rættvísa hátt sum øll hini, so skuldi eg ikki inn á Handilsskúlan. Kortini frøir tað meg, at fólk við breki hava henda [...] við. Í einum bili úr Árnafirði var Atli við skundi koyrdur á sjúkrahúsið í Klaksvík - framvegis við hondini rimmar fastari í miksaranum. Útgerðin á sjúkrahúsinum var ikki tann sama tá sum í dag, og ta einu [...] ætlanin varð steðgað av Landsverki, tí nýggi tunnilin til Árnafjarðar, skuldi koma út á grundøkið, har byggjast skuldi á. Kósin verður síðani sett ímóti einum lítlum húsum í Klaksvík, sum áður vóru nýtt sum
teimum í oktober 1943. Móti endanum á krígnum varð hann tikin og dømdur til deyða fyri hetta, men slapp tó við lívinum. Hann sat millum týdningarmestu fangarnar hjá Gestapo á ovastu hædd í Shell-húsinum, tá [...] , ein slupp úr Vestmanna, sum tá hevði fingið nýggjan motor. Tað kundi verið farið á saltfiskaveiðu, men teir fóru á ísfiskaveiðu uppá at selja í Bretlandi, sum kundi geva nógvan pening, um tað lá væl [...] Johansen á Strondum sum skipara. Teir fóru til Grønlands at rógva út við bátum. Manningin taldi einar 30 mans. Teir høvdu fýra bátar, sum róðu út. Fiskurin varð flaktur og saltaður umborð á skipinum.
tann, sum lá í miðjuni á lívi, meðan hini vóru deyð. Eisini greiddi Tummas frá einum drongi úr Streymnesi, sum var á háskúla í Havn. Hann var farin ta tá longu leiðina heim í býin á telefonstøðina at ringja [...] eisini plagdu at fara útferðir saman við mammu. Vanliga fóru vit yvir á Boðanes, har vit eisini plagdu at svimja á sjónum. Pápi gekk eisini í kirkju og hevði okkum við. Var ikki farið í kirkju bleiv lisin [...] uppringdur av Tummas á Oyrareingjum, sum hevði fingið fortalt frásagnir um illveðrið í 1917, sum Kristian greiddi frá í seinasta parti. Hetta snúði seg um abban úr Funningi, sum doyði á ferð millum bygdir
leyp ein av manningi á Frederiksvaag yvir á trolaran, og valið var tá antin at skumpa føroyingin í havið ella hjálpa teim ásigldu. Teir valdu tað seinra. Ta náttina stóða so nógv á Johan, at hann varð [...] hesin lærdómur kom honum væl við, táið hann fór á Birkerød, og var hetta honum ein barlast gjøgnum alt lívið. Sum 16 ára gamal fór Christian á kostskúla á Birkerød Statsskole, har ætlan hansara var at lesa [...] árliga, á Ólavsøku, ruddaði hann framsýningargluggan fyri sluppmodellið, gjørt av sjúklingum sjálvum, sum var høvuðsvinningur á tí árligu lutaseðlasøluni hjá sjúklingunum. Mangur skipsmaður kom inn á gólvið