dystarbyrjan lá B36 høgt á vøllinum, og hevði ætlanir um at trýsta skerda GÍ-liðið. Hetta tóktist at eydnast teimum væl, og somuleiðis fingu teir nógv pláss at leika á. Fráveran av Sámali Joensen á miðvøllinum [...] GÍ var komið til Havnar í einari síðstu roynd at røkka heiðursmerkjavónunum, meðan B36 hevði møguleikan at leggja seg einsamalt á odda í Formuladeildini. B36 var sera sannførandi og vann heili 4-0, og [...] ivi var um betra liðið, og enn minni ivi valdar yvir at B36 nú er fyribils oddalið í Formuladeildini. Eitt annars væl koyrandi GÍ-lið mátti sigast at hava ein sannan frídag á skrivstovuni. B36 fimm stjørnur
av eini ella aðrari orsøk ynskja at gera brúk av grunninum. Flestu teirra hava misskilt, hvussu hesin grunnur sá dagsins ljós. Í fyrstu atløgu eigur at verða staðfest, at grundarlagið undir grunninum eru [...] víðkaður við 2 mió. krónum. Tá ið møguleikarnir ikki tyktust at verða fyri í eini handavend at gjalda lánið aftur, avgjørdi danski tjóðbankin at umskipa (konvertera) lánið til partapening, sum skapti “Fø [...] Skipasmiðjuna, við tí fyri eyga at byggja skip. Skála og rannsóknarferð kostaðu dýrt Sum hjá øðrum vinnulívsfeløgum gjørdist íløgan í turkihús heldur stutt tíðarskeið, so ilt var at fáa íløguna afturgoldnað.
fer hann í Siloa at venja. Sælur er hann, ið vinnur frið! Frits hevur vunnið á og víðka tey ofta trongskydnu mørkini, sum nútíðin býður. Frits plagar at tosa um, hvussu sangurin fer at ljóma í himmiríki [...] syllarnar. Frits livir lívið sítt við fullum huga. Hann veit, at ein sæla stendur honum í boði; og at í sælunum eru mangir búðstaðir. Har fer hann at skifta orð við mangar vinir, hann í jaðarlívi sínum bert [...] størri heild, sum gagnar lívinum øllum. Tey eru kveikt frá at vera latent talentir, til talentir. Og øll tey mongu børn, sum hava verið við til at skapa høggmyndir og listarverk annars saman við Frits, sum
samgongu »at seta kós móti føroyskum fullveldi«. Ein av hesum ásanningum er, at vantandi vit um og ávirkan á tað, sum hendir í okkara egna landi ? serliga í okkara fíggjarheim ?, var orsøkin til, at samfelagið [...] triðja orsøkin til, at samgongan setti »kós móti føroyskum fullveldi«: »Vit ásannaðu, at føroyskir myndugleikar vórðu tiknir av ræði hesi árini«. Ella vóru kanska aðrar orsøkir til, at kreppan »gjørdist [...] 4 í avtaluni er tilskilað, at »Færøernes hjemmestyre kan inden for rammerne af gældende lovgivning frit disponere over bloktilskuddene«. Tað hevði verið áhugavert at fingið at vita, hvat ið teir báðir løgmaður
dekk, umframt at meiri enn 30 skothol vóru í skrokkinum á tí eina av løgreglubilinum. Av politistøðini frættist, at hvørgin bilurin koyrir eftir skottilburðin, og at teir hava verið noyddir at læna ein bil [...] alibrúk fáa undantaksloyvi til at liggja inni við riflu til at verja seg ímóti eitt nú kópi, sum ger seg inn á aliringar. Strangar reglur eru tó fyri hesum vápnum. Loyvi er bert at nýta riflurnar innan fyri [...] ígjøgnum vindeygu í húsunum, umframt at fleiri skot eisini raktu betonggrundina. Eitt skot fór gjøgnum vesvindeygað á loftinum, og tvey gjøgnum køksvindeygað við tí úrsliti, at skotini gjørdu skaða á innbúgvið
ætlanin, at Elding skuldi sigla víðari til Íslands. Fyrst Vestmannaoyggjarnar, og so skal báturin til Akranes, har hann skal handast savninum. ? Tað eru trý ár síðani, at eg eri givin við at arbeiða. Eg [...] riv. Men nú rokni eg við, at tað er liðugt við tí. Eg veit ikki, hvussu leingi eg verði í Íslandi, men eg fari so yviraftur til Noregs, greiðir Hafsteinn frá. ? At gevast at sigla er púra náttúrligt fyri [...] brillum umborð á bátin. Hann er í fylgi við einum øðrum í hvítari t-troyggju og sólbrillum. Vit fáa at vita, at hetta er eigarin og skiparin á Elding, Hafsteinn Jóhannsson. Hann er fyrikomandi og fryntligur
stórt, tá tíðindini bórust, at Føroyar ikki fingu høvi at taka lut. Orsøkin var tann, at hini londini mettu, at mótstøðan, sum føroysku dreingirnir fóru at megna at geva, fór at verða ov lítil. Føroysku [...] hevði stríðst fyri at sleppa upp í part í NM kappingini fyri U-16 landslið, sum árið frammanundan hevði verið fyriskipað á fyrsta sinni. Teir billaðu sær inn, at tað fór at eydnast at sleppa upp í part [...] dreingirnir spældu ein dyst. Hann var ímóti Íslandi, sum var við í NM kappingini. Tað er ikki ilt at ímynda sær, at føroysku dreingirnir vóru sera uppsettir. Teir, sum vóru við í fyrsta U-16 landsdystinum og
Christian Høgni at enda seta punktum, tá eitt mótálop endaði við, at hann gjørdist leysur, soleiðis at reina hat-trick hansara varð veruleiki. Undirhaldandi Samanumtikið má sigast, at hóast talan ikki [...] Djóna gula kortið, eftir at hann hevði runnið hálvan vøll eftir Allani Mørkøre, sum hevði tikið beinini undan Ian Højgaard, uttan at bólturin var nærhendis. Allarhelst átti talan tá at verið um tvey reyð kort [...] fráboðanir um leys kríatúr, so er meiri sjáldan, at kettur verða tiknar. ? Nakrar fellur eru ymsastaðni, har fólk eru illa plágað av kettum, men tað er ikki so ofta, at kettur verða fangaðar, sigur Peter Poulsen
hvalbingar noyðast at bíða nakrar dagar afturat, áðrenn teir vita, hvør av teimum fær ein møguleika afturat fyri at flyta upp í bestu deildina móti næstniðasta liðnum í 1. deild, og hvør noyðist at royna aftur [...] á málið hjá hvalbingum var øgiligt seinastu fimm minuttirnar, men ein hevði varhugan av, at teir fóru at megna at halda skansanum, tá polski verjuleikarin hjá leirvíkingum eftir gott arbeiði úti í høgra [...] royndu at fáa vinnandi málið, sum kundi tryggja teimum 2. plássið. Hvalbingar royndu eisini at fáa eitt mál afturat, so teir kundu fara fram um LÍF á stigatalvuni, men tað var torført knappliga at umstilla
, sum GÍ hevur við at manna álopið, at teir høvdu hann við. Í 2. hálvleiki var ungi Súni Olsen einsamallur í álopinum, og tað tykist ikki at vera mest upplagda plássið hjá honum at spæla í. Burtursæð frá [...] fragd at eygleiða Petur Erhard Kjærbo, sum helt skil á. Hann telist í dag millum bestu dómararnar í landinum. Hann veit, at í fótbóltsdysti er loyviligt við kropskontakt, og hann dugir sera væl á at skyna [...] hálvleiki høvdu teir ongan typiskan álopsspælara á vøllinum, og tá er tað torført at gera mál og harvið at hava møguleika at vinna! KÍ-GÍ 2-1 (1-0) 1-0: Marek Wierbizki 1-1: Svenn Olsen 2-1: Rógvi Jacobsen