Tað eru aktivini hjá p/f J. F. Kjølbro í Klaksvík, sum er grundarlagið undir “Føroyagrunninum frá 1971”. Eingin peningur – ikki eitt oyra –er komið úr Landskassanum, men avleiðingarnar av grunninum, sum varð skaptur við aktivum úr Klaksvík, hava givið landskassanum, kommunum og øllum Føroyalandi gylt í fleiri áratíggjur
Av og á stingur “Føroyagrunnurin frá 1971” seg upp í føroyska fjølmiðlakjakinum, eitt nú millum politikarar, leikfólk og tey, tá tey av eini ella aðrari orsøk ynskja at gera brúk av grunninum. Flestu teirra hava misskilt, hvussu hesin grunnur sá dagsins ljós.
Í fyrstu atløgu eigur at verða staðfest, at grundarlagið undir grunninum eru ognir (aktivir) upparbeidd av Kjølbro-fyritøkuni við heimstaði í Klaksvík Hesin hevur havt og hevur framvegis stóran og avgerandi týdning fyri mong heim um alt landið.
Fyri í lítlan mun at seta málið eitt sindur í perspektiv, so gjørdi Kjølbro fyritøkan, sum tá hevði tætt undir 1.000 fólk í arbeiði, m.a. íløgur í 1950- og 60árunum á Skála í ávíkavist turkihús og síðani í Skipasmiðjuna, við tí fyri eyga at byggja skip.
Skála og rannsóknarferð kostaðu dýrt
Sum hjá øðrum vinnulívsfeløgum gjørdist íløgan í turkihús heldur stutt tíðarskeið, so ilt var at fáa íløguna afturgoldnað. Skipasmiðjan fekk ikki hepni við avlopi. Tí komu, sum vit minnast, sum fyrst í 1960unum arbeiddu á avbjóðandi skrivstovuni hjá Kjølbro, dagliga telex, um at senda pening út til hesi hóttu vinnumál. Vit sóu, so gott sum hvønn morgun umbønir um fleiri tíggjutúsund krónur, sum var nógv tá.
Í samband við hesa drening av peningi úr Klaksvík, og at Kjølbro fyritøkan í 1959 gjørdi rannsóknarferð til Eysturgrønlands – uttan almennan pening - við “Karini K”, sum móðurskipi við 11 útróðrarbátum, kom felagið í likviditetstrupuleikar.
Vit skulu hava í huga, at felagið í fleiri áratíggjur við dugnaskapi og góðum fólki hevði uppbygt sær sterka fyritøku við dygdartólum, framkomnum skipum eins og útróðrarbátum, vinnu- og handilshúsum.
Um alt hetta og meiri, liggur drúgv og áhugaverd frágreiðing.
Likviditetstrongdin, kommunan og Tjóðbankin
Av teirri orsøk, at felagið kemur í likviditetstrongd, kemur danski tjóðbankin inn í myndina í 1962 við Viggo Kampmann, forsætisráðharra, sum hjálparmanni, við einum likviditetsláni uppá 4 mió. krónur. Felagið hevði jú ein virðismiklan tátt fyri alt landið. Nevndin varð tá víðkað við Dánjali Niclasen og Jóhan K. Joensen, sum vóru góð boð uppá nevndarlimir.
Samstundis yvirtók Klaksvíkar Komuna Kósakaiina frá J. F. Kjølbro fyri eitt høgt virði, har nýggja flakavirkið skuldi standa. Virkið fór undir framleiðslu í 1965. Sjóvinnubankin fíggjaði flakavirkið á Kósini.
Í 1963 varð kreditturin í Tjóðbankanum víðkaður við 2 mió. krónum.
Tá ið møguleikarnir ikki tyktust at verða fyri í eini handavend at gjalda lánið aftur, avgjørdi danski tjóðbankin at umskipa (konvertera) lánið til partapening, sum skapti “Føroyagrunnin frá 1971” við 7 mió. krónum, har Jóanes Kjølbro framvegis er ein lítil partaeigari í JFK-Trol.
Ólátaðir føringar
Lat tað verða sagt, at her kom ikki eitt oyra úr landskassanum. Partapeningurin kom burtúr aktivunum, sum Kjølbro í Klaksvík hevði bygt upp gjøgnum árini, sum varð veð fyri partapeningin og “Føroyagrunnin frá 1971”.
Tí er bæði ólátað og ósmæði, tá aðrir partar av Føroyum, politikarar sum onnur, halda seg eiga ella hava rætt til grunnin, sum upparbeiddur er í og úr Klaksvík við aktivum hiðani, sum gjørdist grundarlag undir hesum nú so vælskipaða grunni við eini serstakari nevnd.
Hinvegin, at politiski myndugleikin og Landsstýrið hevur ábyrgd fyri at gera nakað fyri útjaðarapartar, sum Suðuroynna og Sandoynna, við grunnum ella øðrum átøkum, er sjálvsagt, men tann peningur kann á ongan hátt takast úr “Føroyagrunninum frá 1971”, har grundarlagið er aktiv úr Klaksvík.
Fari í komandi parti at gera aðrar viðmerkingar.
Jógvan við Keldu
fyrrverandi borgarstjóri, landsstýris- og løgtingsmaður