Leirvíkingar og hvalbingar noyðast at bíða nakrar dagar afturat, áðrenn teir vita, hvør av teimum fær ein møguleika afturat fyri at flyta upp í bestu deildina móti næstniðasta liðnum í 1. deild, og hvør noyðist at royna aftur næsta ár.
Mest áhugaverdi dysturin í 2. deild hetta vikuskiftið varð spældur í Leirvík, har Royn var á vitjan. Áðrenn dystin hevði LÍF á øðrum plássi 29 stig, meðan Royn var á triðja plássi við 28 stigum. B71 hevur vunnið deildina og flytir beinleiðis upp, meðan hesi bæði liðini kappast um 2. plássið, sum gevur rætt til tveir dystir um upp- og niðurflyting móti liðnum, sum endar næstniðast í 1. deild.
Og lat tað verða sagt beinanvegin, at spælið í dystinum ikki hevði nakað 1. deildarstøði yvir sær. Men so má tað eisini verða sagt, at veðrið í Leirvík leygardagin als ikki var til fótbólt, serliga ikki í fyrra hálvleiki. Og tað vísir seg eisini sum oftast, at tá so nógv stendur upp á spæl, er tað sjáldan at fólk minnast dystin fyri gott spæl.
Heimaliðið hevði vindin og regnið ímóti í fyrra hálvleiki, og nógv av spælinum var eisini rættiliga tilvildarligt. Soleiðis var eisini við fyrsta málinum, sum Royn átti. Tveir jugoslavar hava spælt við Royn í ár. Alexander »Sasha« Vukotic hevur verið raskur at skjóta mál, men hann var skaddur til henda dystin.
Hin jugoslavin er spælandi venjarin Milan Cimburovic, sum ikki hevur gjørt heilt so nógv um seg sum landsmaðurin, men leygardagin var tað hann, sum setti hol á málskjótingina. Hann royndi seg við skoti móti málinum, og á vegnum rakti bólturin í lærið á einum leirvíkingi og snýtti málverjan. 1-0 til hvalbingar, men tað gekk ikki leingi, so hevði Terji Lervig javnað fyri LÍF.
Men stutt aftan á tað var Cimburovic aftur upp á spæl. Eitt høgt innlegg varð fangað av vindinum og lumpaði Trúgva Olsen, sum var komin út úr málinum eftir bóltinum. Hann fekk hondina á hann, men kundi ikki forða honum í at fara í málið til 2-1 til Royn.
Restin av hálvleikinum gekk fyri tað mesta fyri seg á miðjuni, men báðir partar høvdu onkrar royndir afturat, sum tó ikki góvu nakað.
LÍF átti allan
seinna hálvleik
Seinni hálvleikur var rættiliga ólíkur tí fyrra. Veðrið var nú betri, og LÍF hevði greiða yvirvág allar teir síðstu 45 minuttirnar. Við einum javnleiki kundu leirvíkingar varðveita annaðplássið, og teir trýstu alt spælið oman á Royn-hálvuna. Hvalbingar tóku seg eisini so líðandi heilt aftur á vøllin, og seinasta korterið vóru teir neyvan frammanfyri miðjuna. Hesa løtuna hevði LÍF fleiri møguleikar, og serliga Olgar Danielsen var óheppin. Fyrst var hann júst ov seinur til eitt lágt innlegg, sum fór framvið øllum, og beint aftan á skallaði hann á tvørstongina.
Tað var tó ikki Olgar, men Poul Suni Dam, sum gav LÍF málið, teir høvdu so nógv brúk fyri. Trýstið á málið hjá hvalbingum var øgiligt seinastu fimm minuttirnar, men ein hevði varhugan av, at teir fóru at megna at halda skansanum, tá polski verjuleikarin hjá leirvíkingum eftir gott arbeiði úti í høgra borði sendi innfyri. Bólturin varð sendur út aftur, men endaði hjá Poul Suna, sum smekkaði til, og bólturin sat í kassanum.
Leirvíkingar tyktust kortini ikki vera nøgdir við javnleik og royndu at fáa vinnandi málið, sum kundi tryggja teimum 2. plássið. Hvalbingar royndu eisini at fáa eitt mál afturat, so teir kundu fara fram um LÍF á stigatalvuni, men tað var torført knappliga at umstilla spælið aftur, og eingin tíð var eftir, so dysturin endaði 2-2.
Eftir dystargongdini var tað fult uppiborið, at LÍF fekk útjavnandi málið, men teir vóru ikki betri í fyrra hálvleiki, og hevði Royn ikki tikið seg so langt aftur í seinna hálvleiki, er ivasamt, hvussu hevði gingist. Nú er bert eitt leikumfar eftir í 2. deild, og tað verður spælt komandi leygardag. Tá skal LÍF til Eiðis at spæla móti EB/Streymi, meðan Royn á grasvøllinum í Hvalba tekur ímóti FS Vágum.