liðug, og farið verður tí nú at fiska svartkjaft, verður sagt á reiðarínum. Og eisini viðvíkjandi svartkjaftinum sær út til at nýggjar royndir fara at verða gjørdar við at frysta svartkjaftin til matna [...] mai, verður farið at fiska sild at skera til flak, og reiðaríið metir at hesin fiskiskapur heldur fram ári út. Viðvíkjandi søluni av kvennlodnu til japanska marknaðin, verður mett, at sama avtala verður
Landstýrið fyri at fleiri hundra arbeiðsfólk standa fyri onki og bíða eftir at rávøran skal koma fram? Eitt er púra greitt, og tað er, at misrøktin hjá SL av hesi farleið førir við sær, at ein uppaftur størri [...] viðurskiftir. Nevniliga, at í løtuni er talan um ein ógvuliga stóran undirkapacitet. Spurningurin hjá okkum er víðari, um SL og politiski myndugleikin, ið helst leingi hevur havt ætlanir um at seta hesa skandaluloysn [...] einum alt ov lítlum skipi? Hvør ferjukapacitetur eigur at vera um Vestmannasund? Hvør ferjukapacitetur er um sundið í vetur? Hvør hevur ábyrgdina av at farleiðin, sum landsmonopol eigur, misrøkir hesa farleið
sigur, at bókin sum so ikki er handað honum persónliga, men at hon væntandi fer á savn í Klaksvík. Sjáldsom bók Kingobøkur yvirhøvur eru sjáldsamar í Føroyum. Við jarðarferð var vanligur siður, at leggja [...] Jógvan Waagstein átt bókina. Tá nú eingin av næstu børnunum er eftir, helst Mia Waagstein, at rætt ast var, at bókin fór aftur til Klaksvíkar, haðani hon kom. Mia er dóttir Jógvan Waagstein og mamma Sannu [...] ára gomul. Hans Erland í Brekkunum, maður Sonnu, helt vera rætt, at hetta hendi í samband við 120 ára tiltakið í Klaksvík. Soleiðis kom í, at ein langabbadóttir Gamla Læraran handaði einum langabbasoni Gamla
fortreytir ? Landsstýrið hevur gjørt semju um at strikað tær 40 mió. krónurnar á fíggjarlógini, fyri í staðin at skapa betri fortreytir fyri vinnuna við at lækka partafelagsskattin og loyva íløgugrunnar [...] endurnýggjan. Tað, sum skilir er eisini, at tað er landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, sum hevur umsjón og fíggjarligt eftirlit við grunninum. Nevnast kann eisini, at nevndin verður vald fyri 4 ár ísenn, [...] umsetiligheit av fiskidøgum og fiskiloyvum. Og hesin minnilutin er samdur við landsstýrinum um, at vit eiga at skapa fortreytirnar fyri eini endurnýggjan av flotanum, sum kemur av einum góðum rakstri. Út
bilum, at felagið hevði 17 bilar tilsamans. Nýggir bilar Uni Danielsen, stjóri í felagnum sigur, at felagið hevur bert nýggjar bilar, tí Hertz stillar sera hørð krøv til bilarnar. Tað vanliga er, at eingin [...] av bilum. Og príslegan at leiga sær ein bil liggur eisini á rímiligum støði, so fleiri ferðandi, sum koma hendavegin, nýta henda góða hátt at leiga sær ein bil frá Hertz fyri at síggja og uppliva Føroyar [...] fleiri bilar aftrat at leiga út, síðan Sp/f Bilaleiga hjá Flogfelagnum yvirtók Hertz í summar. Sp/f Bilaleiga yvirtók 6 bilar tá og síðan hevur føroyska felagið keypt 5 bilar aftart at leiga út. Men í summar
Joensen Ein av nýggjastu útvarpsrásunum í Føroyum eitur Rás 2. Og tað er ikki so langt síðani, at Rás 2 var at hoyra á fyrsta sinni. Í fyrstuni vóru bert royndarsendingar á skránni, men nú hevur Rás 2 gjørt [...] ætlaður ungdóminum. Men hvussu stóran týdning hevur tað at gera sendingar til ungdómin? - Tað hevur ótrúliga stóran týdning. Vit leggja okkum eftir at fáa ein so breiðan lurtaraskarða, so tað hevur stóran [...] dentin á? - Vit leggja stóran dent á, at tað eru ung fólk, sum gera allar sendingarnar til ungdómin. Vit hava sett nøkur ung fólk í starv, sum øll áður hava roynt at gjørt sendingar til ungdómin. So talan
Sumba vann í Vági, og tá ÍF ikki megnaði at fáa stig í Klaksvík var greitt, at tað verður Sumba, sum skal spæla tveir dystir um eitt pláss í bestu deildini ímóti LÍF, sum endaði næstfremst í næstbestu [...] kappingarstjórin roknaði við, at tað verður spælt tvey tey næstu vikuskiftini: ? Tað er uppleggið frá okkum. Um feløgini kunnu semjast um eitt annað útspælt, so fara vit ikki at leggja teimum forðingar í vegin [...] harvið varðveittu sumbingar plássið í bestu deildini, og nú skulu teir stríðast eyka fyri at halda tørn, soleiðis at teir eisini í ár 2000 verða í 1. deild.
sjálvfylgja. Tað er ringt hjá bóndum at hava kappingarførar prísir – serliga nú inflatiónin av álvara er farin at ávirka prísin á føroyskum búnaðarvørum. Eg ynski, at føroyskur matur skal vera atkomuligur [...] fast fríggjakvøld heima hjá okkum, tá komið er út í november. Hetta er ein av orsøkunum til, at eg elski at liva í Føroyum! Føroyskur matur, sum vit eta eftir árstíðunum. Nátar í september. Nýflett lomb [...] tørvar ein landbúnaðarpolitikk fyri at fremja hetta í verki. Fyri skjótt trimum árum løgdu Høgni Hoydal og Bjørt Samuelsen eitt uppskot til samtyktar fyri Løgtingið um at orða ein landbúnaðarpolitikk. Eitt
Støðugt hevur tað verið so, at vit hava verið eini 1800 – 2000 fleiri menn í Føroyum enn tað hava verið kvinnur, og hendan gongdin fer at halda fram. Í 2062 fara tað sostatt at búgva 30.486 menn og 28.688 [...] tað at búgva 59.l74 fólk í Føroyum. Tað eru 4.499 fólk fleiri enn tað búgva í Føroyum í dag, nú fólkatalið er 54.675 fólk. Hetta vísir ein framrokning hjá Hagstovuni. Tað er serliga eftir 2013, at fólkatalið [...] fólkatalið fór at veksa, tí tá vóru vit 48.241 fólk í Føroyum, so hesi seinastu níggju árini, eru vit vorðin 6.434 fólk fleiri, so hesi næstu árini fer fólkatalið verri enn so at veksa líka skjótt. Tað er
gevandi og mennandi at arbeiða innan vælferð í Føroyum. Men man skal fyrst og fremst kunna liva av lønini! Tí ynskja vit í Tjóðveldi, at 50 milliónir krónur verða settar av til at lyfta lægstu lønirnar [...] menniskjaligu førleikum og arbeiðssemi tryggja, at okkara sjúku, veiku, eldru og børn hava tað gott. Og tað skulu tey sjálvsagt lønast fyri! Vit vita eisini, at vælferðarstørvini eru tung bæði kropsliga og [...] lønirnar á vælferðarøkinum. Javnan hoyra vit hugtøk sum ”heitar hendur”, ”bleyt virði” og ”at arbeiðið er eitt kall”, tá vit tosa um vælferðarstørv. Í mínari verð er talan um starvsfólk, sum oftast hava nomið