Ólavur í Beiti
Vetrarhálvuna er eftirspurningurin ikki so stórur eftir leigubilum sum summarhálvuna, men um veturin eru leigumálini longri. Og tað eru ikki bert føroyskar fyritøkur sum leiga bilar frá Hertz yvir eitt longri tíðarskeið, eisini útlendskar fyritøkur nýta Hertz, tá ið umboð fyri útlendsku fyritøkurnar vitja í Føroyum.
Og Hertz hevur tí fleiri bilar aftrat at leiga út, síðan Sp/f Bilaleiga hjá Flogfelagnum yvirtók Hertz í summar. Sp/f Bilaleiga yvirtók 6 bilar tá og síðan hevur føroyska felagið keypt 5 bilar aftart at leiga út. Men í summar var eftirspurningurin so stórur eftir bilum, at felagið hevði 17 bilar tilsamans.
Nýggir bilar
Uni Danielsen, stjóri í felagnum sigur, at felagið hevur bert nýggjar bilar, tí Hertz stillar sera hørð krøv til bilarnar. Tað vanliga er, at eingin bilur er eldri enn 2 ár sum Hertz leigar út, men Føroyar og Noregi hava fingið undantak í so máta, so bilarnir kunnu verða 3 ár, men tá er talan um ein nýggjan bil kortini, leggur Uni Danilesen aftrat.
Sp/f Bilaleiga hevur higartil bert brúkt merkini Ford, Opel og Nissan og hevur eitt gott úrval av bilum. Og príslegan at leiga sær ein bil liggur eisini á rímiligum støði, so fleiri ferðandi, sum koma hendavegin, nýta henda góða hátt at leiga sær ein bil frá Hertz fyri at síggja og uppliva Føroyar.