Tí antin man ein sera stórur yvirkapacitetur vera um sundið, tá stóra Ternan siglir ? ella er ein ógvuliga stórur undirkapacitetur nú Sam siglir einsamallur um sundið.
Vit, ið nýta hesa farleið nógv hava okkara greiðu hugsan um hesi viðurskiftir. Nevniliga, at í løtuni er talan um ein ógvuliga stóran undirkapacitet.
Spurningurin hjá okkum er víðari, um SL og politiski myndugleikin, ið helst leingi hevur havt ætlanir um at seta hesa skandaluloysn í verk, ikki misrøkir sýna flutnings skyldu og monopolstøðu um sundið við einum alt ov lítlum skipi?
Hvør ferjukapacitetur eigur at vera um Vestmannasund?
Hvør ferjukapacitetur er um sundið í vetur?
Hvør hevur ábyrgdina av at farleiðin, sum landsmonopol eigur, misrøkir hesa farleið á slíkan skammiligan hátt, sum vit síggja fer fram í løtuni?
Eru tað flakavirkir, fiskavirkir, onnur virkir og ferðandi, ið skulu gjalda rokningina fyri tørvandi planlegging av hesi farleið ?
Skal økta rokningin sendast til SL ella Landstýrið fyri at fleiri hundra arbeiðsfólk standa fyri onki og bíða eftir at rávøran skal koma fram?
Eitt er púra greitt, og tað er, at misrøktin hjá SL av hesi farleið førir við sær, at ein uppaftur størri rokning liggur eftir úti á virkjum og privatum á útjaðaranum. Ein rokning, ið longu nú er alt ov stór.
Tað kann ikki góðtakast ? og tað verður ikki góðtikið!
Marjus Dam, løgtingsmaður