Góður rakstur skal endurnýggja flotan

Minnilutin í Vinnunevndini - Heini O. Heinisen, Kári P. Højgaard og Jákup Suni Joensen - tekur ikki undir við uppskotinum frá Javnaðarflokkinum um íløgugrunn

Ólavur í Beiti


Tað var ikki ein samd Vinnunevnd um uppskot Javnaðarfloksins um íløgugrunn, og tá álitið kom aftur, hevði tað tríggjar minnilutar. Minnilutin Heini O. Heinisen, Kári P. Højgaard og Jákup Suni Joensen hava eisini gjørt sínar viðmerkingar til uppskotið frá Javnaðarflokkinum.

Hesin minnilutin sigur, at lógaruppskotið líkist nógv viðtøkunum fyri Framtaksgrunnin, men sum viðtøkurnar eru orðaðar, kann Framtaksgrunnurin ikki luttaka í verkætlanum, sum bara viðvíkja beinleiðis endurnýggjan. Tað, sum skilir er eisini, at tað er landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, sum hevur umsjón og fíggjarligt eftirlit við grunninum. Nevnast kann eisini, at nevndin verður vald fyri 4 ár ísenn, meðan nevndin í Framtaksgrunninum verður vald fyri 1 ár ísenn. Báðir eru teir undirgivnir lógini um vinnurekandi grunnar frá 3. mai 1995.


Betri fortreytir

? Landsstýrið hevur gjørt semju um at strikað tær 40 mió. krónurnar á fíggjarlógini, fyri í staðin at skapa betri fortreytir fyri vinnuna við at lækka partafelagsskattin og loyva íløgugrunnar innan fiskivinnuna við serligum treytum. Harafturat skal lógin um vinnuligan fiskiskap gerast geiðari, hvat viðvíkir umsetiligheit av fiskidøgum og fiskiloyvum.

Og hesin minnilutin er samdur við landsstýrinum um, at vit eiga at skapa fortreytirnar fyri eini endurnýggjan av flotanum, sum kemur av einum góðum rakstri. Út frá hesum kunnu Heini O. Heinisen, Kári P. Højgaard og Jákup Suni Joensen tí ikki taka undir við uppskotinum frá Javnaðarflokkinum.