Rás 2 leggur eftir ungdóminum

Vit leggja sera stóran dent á at gera nógv og gott tilfar til ungdómin, sigur óla Jákup Rólantsson, sum er programleiðari á Rás 2

Jákup Bogi Joensen


Ein av nýggjastu útvarpsrásunum í Føroyum eitur Rás 2. Og tað er ikki so langt síðani, at Rás 2 var at hoyra á fyrsta sinni. Í fyrstuni vóru bert royndarsendingar á skránni, men nú hevur Rás 2 gjørt sær eina veruliga skrá.

Og størsti parturin av tilfarinum er beinleiðis ætlaður ungdóminum.

Men hvussu stóran týdning hevur tað at gera sendingar til ungdómin?

- Tað hevur ótrúliga stóran týdning. Vit leggja okkum eftir at fáa ein so breiðan lurtaraskarða, so tað hevur stóran týdning, segði Óla Jákup Rólantsson, sum er programleiðari á Rás 2, við Yngd.

Men hvat leggur Rás 2 størsta dentin á?

- Vit leggja stóran dent á, at tað eru ung fólk, sum gera allar sendingarnar til ungdómin. Vit hava sett nøkur ung fólk í starv, sum øll áður hava roynt at gjørt sendingar til ungdómin. So talan er um sera væl kvalifiseraði fólk, leggur óla Jákup Rólantsson stóran dent á.

Eitt annað, sum Rás 2 leggur sera sera stóran dent á er málburðurin.

- Tað kemst ikki undan, at tá talan er um sendingar til ung, koma orð fyri, sum ikki eru hóskandi í øðrum sendingum, men tað mugu vit liva við.

Vit góðtaka als ikki, at fólk nýta ónærislig og ófantalig orð fyri opnari mikrofon, segði óla Jákup Rólantsson frá Rás 2.